Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 6. februar 2009 23 Lestrarblaðið Tríggjar til fýra mánaðir bíðitíð. Tað er svarið, tey lesandi fáa, tá tey fjálturstungin venda sær til SU stovnin og rykkja eftir svari. Í fjør vóru fleiri, sum komu heilt illa fyri, tí tey vóru ov sein at søkja. Áheitanin er tí greið: søkið SU-góðkenning nú!! Ætlar tú út um norðurlond at lesa, er tað av alstórum týdningi, at tú søkir SU góðkenning alt fyri eitt. Eisini hóast tú framvegis ikki hevur tikið avgerð um hvar og hvat tú skalt lesa, og hóast tú ivast í, um tú yvirhøvur sleppur inn. Tí tá svarið frá útbúgvingarstovn- unum kemur, er ov seint at biðja um SU góðkenning. Viðgerðar- tíðin er 3-4 mánaðir, og hesa tíðina fært tú hvørki mánaðarligu SU upphæddina, pengar til skúla- gjaldið ella ferðastuðul. Og tað kann geva alstórar trupulleikar. Fylgjur av at drála Í fjør vóru fleiri føroyingar, sum glaðbeintir hildu út í heim at lesa. Men fyri tey, ið ikki høvdu søkt um SU-góðkenning í góðari tíð frammanundan, gjørdust fyrstu mánaðirnir í nýggja landinum marrukendir. So leingi, sum útbúgvingin ikki hevur fingið SU-góðkenning, fært tú nevniliga ongar pengar til skúlagjald. Hetta eru stórar upphæddir, sum skulu gjaldast beinanvegin, og sum tryggja tær skúlagongdina. Harnæst fært tú onga mánaðar- liga upphædd at liva fyri. Tað merkir, at tú úr egnum lumma mást gjalda fyri mat, húsaleigu og lívsins uppihald annars. Eingin hjálp er at heinta frá Stuðulsstovinum, tí hann má eisini bíða eftir SU-góðkenningini, áðrenn hann fær hjálpt til fíggjarliga. Komu illa fyri Í fjør komu fleiri neyðarróp frá føroyingum, ið komu illa fyri, tí viðgerðin hjá SU dróg so langt út. Fleiri teirra vendu sær til Stuðuls- stovnin í panikki, men stovnurin fekk tó ikki hjálpt teimum. Umframt tungu fíggjarligu mót- brekkuna, vóru fylgjurnar fyri onkran, at viðkomandi misti øll rættindi at nýta til dømis bóka- savn og teldur á universitetinum. Onkur annar mátti geva upp og útseta ætlaða lesturin í eina tíð, inntil góðkenningin var komin í hús. Um tú ivast Men hvat er so til ráða at taka, um tú framvegis ikki hevur gjørt av, hvat tú ætlar at lesa? Sambært Stuðulsstovninum er besta ráðið at søkja um góðkenn- ing til allar tær útbúgvingar, tú umhugsar at søkja inn á. Eisini hóast tú ikki veist, um tú sleppur inn. Um tú til dømis ivast í fimm ymiskum útbúgvingum, so er at senda fimm ymiskar umsóknir um SU-góðkenning til SU kontórið. Og ger tað í góðari tíð, so tú fært svarið áðrenn tú kemur í klemmu í skipanini, eins og fleiri føroyingar gjørdu í fjør. Áheitanin frá Stuðulsstovninum er tí greið: søkið nú - ongantíð ov skjótt!! ____________________________ Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Eingin SU góðkenning – eingin fíggjarlig hjálp Meiri kunning fæst á: www.studul.fo www.ask.fo www.su.dk Lestur uttan fyri Norðurlond: