fríggjadagur 6. februar 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2009
Styrkja sambandið
Ikki minst hetta serliga sambandið
millum londini bæði ger, at nýggi
konsulin kennir seg væl í Før
oyum.
Bæði eg sjálvur og konan,
men eisini hundurin, sum tú jú
hevur møtt, gleða okkum at búgva
her í Føroyum, og njóta tíðina.
Føroyar eru jú eitt vakurt land við
ófatiligari náttúru. Og mær dámar
jú serliga væl at vera úti í náttúr
uni, og ein av mínum frítíðar
áhugamálum er at ganga túrar úti
í náttúruni, og ein annar er at
fiska, og tað er ríkiligt av møgu
leikum fyri tí her í Føroyum, sigur
Albert Jónsson.
So hann gleðir seg at búgva í hes
um vakra landinum við tí fyrikom
andi fólkinum, sum búgva her í
Føroyum, sum hann málber seg.
Tað, sum Albert Jónsson nú skal
seta seg inn í, eru viðurskiftini í
Føroyum, og hóast stutt tíð er liðin,
síðani hann kom itl landið – einar
tvær vikur ella so – er hann longu
farin at seta seg inn í tingini og
gera metingar av, hvussu hann skal
útføra starv sítt sum íslendskur
konsul í Føroyum.
Men tað er greitt, at nøkur av
aðalmálunum verða at arbeiða
fyri at økja handilin landanna mill
um eins og stimbra ferðavinnuna,
bæði úr Íslandi til Føroyar og hin
vegin. Føroyar eru longu eitt væl
umtókt ferðamál hjá íslendingum,
men eg eri vísur í, at vit kunnu
økja hetta enn meiri,sigur Albert
Jónsson.
Somuleiðis metir hann, at hóast
nógvir føroyingar longu sum er
ferðast til Íslands, ber saktans til
at økja enn meiri um áhugan at
vitja brøðratjóðina fyri vestan.
Eisini heldur hann, at tað saktans
ber til at styrkja um sambandið á
mentanarliga økinum.
So eg gleði meg at arbeiða við
slíkum sakum og menna sam
starvið millum londini bæði, sigur
Albert Jónsson.
Ikki púra ókent
Nú nýggjur íslendskur aðalkonsul
tekur við, er hann ikki púra ókend
ur í Føroyum.
Nei, fyrstu ferð eg var her var
í 1969. Eg var her við pápa mín
um. Hann var í mong ár flogskipari
hjá Icelandair, og var fyrsti flog
skipari hjá rutuflogførunum, sum
byrjaðu at flúgva upp á Føroyar.
Hetta var í 1963, og pápi mín var
flogskipari á fyrsta flogfarinum
úr Íslandi til Føroya, greiðir
Albert Jónsson frá.
Rutan tá var ReykjavíkFøroyar
BergenKeypmannahavn og sama
veg heim aftur.
Vit fingu ein tímans tíð á flog
vøllinum í Vágum, áðrenn leiðin
gekk víðari til Bergen og Keyp
mannahavn, har vit vóru ein dag,
áðrenn leiðin gekk sama veg aftur
til Íslands,sigur Albet Jónsson.
Umframt tað, hevur hann verið
tvær ferðir í Føroyum í 90unum í
sambandi við fiskiveiðisamráðing
ar sum partur av íslendsku sendi
nevndini. Talan var um umfatandi
samráðingar millum Ísland, Føroyar
Noregi, ES, Grønland og Rusland.
Tað vóru spennandi og áhuga
verdar tíðir og samráðingar, tí
fiskiskapur er týðandi vinnuvegir
fyri eins væl Ísland sum Føroyar.
Eg umboðaði forsætisráðharran í
nógvum sendinevndum, eisini í
fiskiveiðisendinevndini,
sigur
Albert Jónsson.
Seinastu ferð, hann var í
Føroyum, var í 2002, tá hann var
partur av ferðalagnum hjá David
Oddson, sum var í Føroyum á
almennari vitjan.
Nú hann skal virka sum
íslendskur aðalkonsul í Føroyum,
hevur hann nýtt høvið, síðani
hann kom fyri tveimum vikum
síðani, at heilsa upp á føroysku
stjórnarleiðsluna.
Hann hevur verið og heilsa upp
á løgmann og uttanríkismálaráð
harran, og somuleiðis fíggjarmála
ráðharran. Somuleiðis hevur hann
hitt Poul Mohr, sum í mong ár
virkaði sum íslendskur konsul í
Føroyum.
Nú ætli eg mær komandi dag
arnar og vikurnar at heilsa upp á
limir í landsstýrinum og upp á
politikarar í heila tikið. Eg havi
eisini hitt fólk, sum hava eitthvørt
tilknýti til Íslands, og tað ætli eg
mær at halda fram við, eins og eg
ætli mær at fáa samband við fólk
í vinnuni í Føroyum. Eisini ætli
eg mær at heilsa upp á fólk innan
mentanarlívið í Føroyum, sigur
Albert Jónsson, sum longu hevur
verið til eitt íslendskt/føroyskt
mentanartiltak, nevniliga konsert
ina hjá Bubba Mortens.
Víða umboðan
Nýggi aðalkonsulin kom frá ein
um starvi í Washington, meðan
undanmaður hansara kom úr ein
um líknandi starvi í Peking, men
hvussu víða er Ísland umboðað
kring heimin?
Umframt Kanada og USA
hava vit sendistovur í øllum norð
urlondum. Hartil kemur Týska
land, Frakland, Belgia, Ongland,
Japan og Kina. Tilsamans í eini
15 londum, sigur Albert Jónsson,
sum altso gleðir seg at starvast í
Føroyum komandi árini.
Persónliga gleðir hann seg til
náttúruna, til fuglalívið og at
sleppa at fiska. Sjálvt veðrið gleð
ir hann seg til at uppliva.
Ja, í nógvar mátar passa Føroyar
perfekt til mín, sigur nýggi
íslendski aðalkonsulin, Albert
Jónsson við Sosialin.
Albert Jónsson hevur hundin, Argus, við sær til Føroya. Hann
og konan gleða seg til tíðina her, og gongutúrar í náttúruni er
nakað, sum stendur á skránni í frítíðini