fríggjadagur 6. februar 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 6. februar 2009
25
Lestrarblaðið
Nútímans undirvísingarhølir:
kt-hentleikar
royndarstovur
miðlaverkstaður
tónleikastudio
fyrstafloks verkstøð
Tekniski Skúlin í Klaksvík
– fjølbroyttar og liðiligar útbúgvingar
við Víkina · FO-700 Klaksvík
Tlf. 45 63 11 · www.tsk.fo
Tekniskur Studentur (HT)
SIT, 1 ár ella 2 ár
Handverkslæra
Skúlaheim
Sosialurin/KvR · 34 18 00
Á Heilsuskúlanum brynja vit
teg menniskjansliga og
heilsufakliga til at taka tær
av øðrum menniskjum, ið
hava eitthvørt brek, sjúku
ella ellisbrek. Tú lærir:
samskifti við onnur menniskju
lívsvirðir, lívsformar, mentan og at
brúka lívssøgu hins einstaka í
røktini
at virða sjálvsavgerðarrætt
menniskjans og at arbeiða við
egna hugburði og persónligu
menning
hvussu samleiki hjá menniskjum
skapast og mennist
týdningin av eygleiðingum í
dagligdegnum
týdningin av alheimsgerðini
Kongabrekkan 14
FO-800 Tvøroyri
Tel 363850 · Fax 372950
www.heilsuskulin.fo
heilsuskulin@skulin.fo
Nú er møguleiki at søkja inn til
heilsuhjálparaútbúgvingina
ið byrjar í august 2009
Vit uppliva ofta, at næmingar, ið
byrja á heilsuútbúgvingunum siga:
»Tað, ið vit læra, er nakað heilt annnað
enn vit høvdu ímyndað okkum –
útbúgvingin er í veruleikanum meira
spennandi enn vit hildu...«
Heilsuhjálparaútbúgvingin hevur lærugreinirnar: Heilsulæru,
handaligt fak og virksemi, náms- og sálarfrøði og samfelagslæru.
Harumframt almennu lærugreinirnar føroyskt, danskt, enskt og náttúrulæru,
ið stuðla undir hinum lærugreinunum í útbúgvingunum.
Heilsuhjálparaútbúgvingin byrjar í august í 2009: Longdin er 15
mánaðir og krøvini eru 9. flokkur og 1 ára arbeiðsroyndir ella 10. flokkur.
Tað er ein fyrimunur í lærutilgongdini hjá einstaka næminginum at hava
arbeiðsroyndir áðrenn. Gevur førleika at arbeiða innan Nærverkið, t.d.
heimatænastuna, sambýlir og ellisheim.
Víðari útbúgvingarmøguleikar: Heilsurøktaraútbúgvingin.
Freistin at søkja er í novembur. Krevur annað umsóknarblað. Gevur førleika
at arbeiða innan Nærverkið, Sjúkrahúsverkið og serøkir, so sum t.d.
psykiatri, og møguleikar fyri víðari lesnaði. Til ávísar útbúgvingar skal
hægri støði takast í almennu lærugreinunum. Tað kann t.d. gerast sum
sjálvlesandi.
Freistin at søkja til heilsuhjálpara í summar er 15. mars 2009.
Samskipað tilmelding er við aðrar miðnámsskúlar. Umsóknir kunnu fáast
á heimasíðu skúlans og hjá Mentamálaráðnum, ella við at venda sær til
Heilsuskúla Føroya, Kongabrekkan 14, 800 Tvøroyri, tlf. 363850 ella á
teldupost heilsuskulin@skulin.fo
Fleiri upplýsingar kunnu fáast á www.heilsuskulin.fo, sum næmingar
okkara hava gjørt saman við skúlanum. Heilsuskúlin flytur væntandi í nýggj
hølir um stutta tíð.
Ferðing, stuðul og íbúðarviðurskifti: Tú ferðast bíligari við strand-
ferðsluni tá tú er lesandi. Kunningar-stovurnar í Suðuroy kunnu vísa á íbúðir
til leigu. Ofta leiga fleiri næmingar saman. Næmingar á Heilsuskúlanum
hava rætt til stuðul frá Stuðulsstovninum. Lesandi, ið hava børn fáa eyka
ískoyti.
Les á heimasíðuni um næmingar, ið hava tikið heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingina á Heilsuskúlanum: Undir: Eisini fyri menn... Heini er sera glaður fyri sítt val. Hann
hevur nú tvær yrkisførleikagevandi útbúgvingar, sum hann hevur møguleika fyri at byggja víðari á. Eisini sigur Heini, at nú hevur hann góðan møguleika fyri at forvinna sær
pening sum ískoytið til útbúgvingarstuðulin, tá hann fer undir fysioterapeutútbúgvingina.Heilsuútbúgvingarnar leggja eisini upp til, at ein arbeiðir við sær sjálvum. Hetta hevur
verið sera mennandi fyri Heina. Alt, sum hann lærdi um viðurskifti/samskifti millum manna, kann Heini eisini brúka í privatsfæruni.Heilsuskúli Føroya var tað fyri hann, sum hann
hevði vónað. Heilsurøktaraútbúgvingin gevur ymiskar møguleikar og tað ber til at finna tað rætta í starvsvenjingunum. Heini hevði møguleika fyri at fylgja fysioterapeutum
fleiri ferðir í starvsvenjingini og hetta sannførdi hann um, at fysioterapeutútbúgvingin er rætta yrkið fyri hann.At enda sigur Heini, at um hetta er nakað ein vil, so skal ein ikki
halda seg aftur, tí meirilutin av næmingunum eru konufólk. Øll hava verið sera jalig, stuðlandi, hjálpsom og hava gjørt sítt til, at Heini kom ígjøgnum tað, sum hann skuldi.
Sosialurin/KvR · 34 18 00