fríggjadagur 6. februar 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 6. februar 2009
KroniKK
Einar Már Guðmundsson
Ein krönika um ein mannaátara
ljóðar nakað soleiðis: Ein manna
átari flýgur á fyrsta klassa. Flog
ternan ber honum matkortið,
prýðiligt og við fleiri valmögu
leikum. Mannaátarin er höviskur,
men tað eru teir flestir, sigst,
soleiðis at byrja við. Mannaátarin
hyggur gjøgnum kortið og sigur
so við flogternuna: Hetta sær
mær eitt sindur soltið út. Hövdu
tygum ikki heldur viljað borið
mær ferðafólkalistan?
Nú ætli eg mær ikki at gera
ríkmenninar í Íslandi, ið saman
við myndugleikunum hava gadd
grivið okkum landið, til manna
átarar, ikki í bókstaviligari merk
ing, men kortini kenst tað ikki
sört, sum at teir, eftir at hava
fingið at kalla alt upp í hendur
nar, bankar sum ríkisfyritøkur,
sögdu við myndugleikar og
eftirlitsstovnar: Nú er tað besta
farið á hesum matkortinum.
Hövdu tit ikki viljað rætt okkum
fólkayvirlitið?
Og landsmyndugleikarnir fóru í
heyst upp í eitt váðaspæl, eina
russiska rulett, og avleiðingin er,
at umdømið hjá einari heilari
tjóð er spilt – og vit, sum vóru so
stolt og mangan ikki áttu annað
enn stoltleikan. Tær neyðars
gomlu tjóðhetjurnar, stríðsmenn
inir úr 19. öld, nú standa teir eftir
sum standmyndir vetrargjóstri
num. Hvar er franski kollvelting
arandin og týska romantikkin,
nú ið yvirgangslógir eru beittar á
okkum og vit mugu dusa okkum
saman við illgitnastu samfelags
skipanum í heiminum og ríkis
leiðarum, sum eingin leggur í at
hitta í myrkri.
Hvør Osama Bin Laden er í
hesum samanhanginum, skal eg
ikki siga, men fleiri av ríkiskropp
unum eru rýmdir av landinum, so
eingin fær fatur í teimum – ella
koyra teir um göturnar við lív
verjum. Eg fari heldur ikki at
leggja nakran javnt við feðgarnar
báðar Kim Yong Il og Kim Il
Sung, men eri kortini ivaleysur í,
at myndugleikarnir og eftilits
stovnarnir undir teimum svaraðu
pengamonnunum soleiðis, tá ið
teir bóðu um fólkayvirlitið: Ja,
gerið so væl og sigið endiliga
frá, um vit kunnu gera tykkum
onkran beina afturat!
Hetta er sjálvandi einki minni
enn landasvik, um tað orðið
hevur nakra merking longur, og
tað er tí eitt treytaleyst krav frá
okkum, sum einki eiga uttan
okkum sjálv og börn okkara, at
ognirnar hjá pengamonnunum
verða frystar alt fyri eitt, og at
skipanin gevst at kanna seg
sjálva. Almenningurin vil, at
Fíggjareftirlitið verður koyrt frá
og at aðrir eftirlitsstovnar verða
kannaðir; eisini Tjóðbankin og
stjórnin fyri alt tað. Fólk, sum
hava havt ágóða av oyðslinum,
verða nú sett at kanna oyðslið, og
fíggjarspillingin røkkur heilt inn
í stjórn landsins, men vit sita
hinvegin eftir við einari
risastórari rokning, upp á tólv
túsund milliardir (ísl.) krónur, og
roknað verður við, at vit gjalda,
vit, börn okkara, barnabörnini og
enntá barnabarnabörnini eisini.
Eg kundi hildið fram at reksa
upp og reksa upp, men leggi ikki
í, tað er eitt níðingsverk, sum er
framt og politikararnir vóru vit
andi um tað, tað vóru teir, sum
einskildu bankarnar, góvu satt at
siga nærvinum sínum teir, ja lótu
teir upp í hendurnar á okurkall
um, sum síðani hava veðsett
okkum langt fram í tíðina og sett
fólkið á biddarasessin hjá Altjóða
Gjaldoyrisgrunninum og öðrum
lánistovnum.
Vit eru gíslar á lögreglustöðini
hjá heimskapitalismuni, tí at
rokningin, sum lá eftir á
matstovu hennara, var so stór, at
eingin hevur ráð at gjalda hana,
men stjórnin, sum sat til fyri
kortum, segði ikki sum teir
sálarsjúku í Einglum alheimsins:
Vit eru öll saman á Kleppi (t.e.
gamla sinnissjúkrahúsinum í
Reykjavík). Tað hevði eisini
verið ov gott til at vera satt. Nei,
stjórnin segði: Fólkið skal gjalda.
Vit kroysta pakkið. Ja, stjórnin
var líka ábyrgdarleys sum
jassarnir í áðurnevndu sögu, ið
fóru á fínt hotell og ótu og
drukku, hóast teir ikki áttu fyri
eitt glas av vatni. Munurin er
bara, at frá jassunum í söguni
hevði samfelagið tikið alla
ábyrgd, stjórnin afturímóti varð
vald til at hava ábyrgd.
...
Ein álítandi búskaparfrøðingur,
sum varaði okkum við undan
skrædlinum, sigur, at íslendska
stjórnin og Tjóðbankin eru ikki
betur skikkað til at standa fyri
einum nútíðarbúskapi, enn til at
fáast við stjörnuvísindi. Hvørki
stjórnin ella Tjóðbankin skiltu, at
uppsveiggið í íslendska búskap
inum í 2005 0g 2006 stóðst av
stöðugt vaksandi skuldbinding –
lán vóru tikin til gjalda av öðrum
lánum við – og nú veit hvørgin,
hvussu javnvág skal fáast aftur,
nú alt pappírsríkidømið er farið
fyri hund og ravn.
Og búskaparfrøðingurin leggur
Kann eg bjóða tygum
fólkayvirlitið?
26