fríggjadagur 6. februar 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
sosialurin 6. februar 2009
Lestrarblaðið
Innan Nordplus
samstarvið eru
hópin av møguleik
um, bæði innan
barnaskúlan, hægri
útbúgvingar, vaksa
mannaútbúgvingar
og málmenning.
Skipanin gevur
føroyingum atgongd
til umheimin, og til
ber eisini at søkja
um fíggjarligan
stuðul
Aftur í ár ber til at søkja Nord
pluss skipanina um pening til
verkætlanir, ið hava til endamáls
at menna samstarvið ímillum
norðurlendsku og baltisku londini
í skúla og undirvísingarhøpi. Og
hetta fevnir um alt frá barna
gørðum til hægri lestur og til
vaksnamannaundirvísing.
Nordplus er býtt upp í fimm
skipanir:
• Nordplus junior
Henda skipanin er ætlað
menning á norðurlendskum
baltiskum samstarvi á skúla
økinum. Skipanin vendir sær
bæði til fólkaskúlanæmingar,
lærarar, leiðslur og onnur starvs
fólk á námsfrøðiliga økinum.
Privatskúlar og miðnámsskúlar
eru eisini fevndir av junior
skipanini.
Men tað eru ikki ein treyt, at
tað skal vera í skúlahøpi.
Skipanin røkkur nevniliga heilt
niður til barnagarðar, forskúlar
og privatskúlar, sum eisini
kunnu søkja um stuðul til
verkætlanir.
• Nordplus hægri útbúgving
Henda skipanin er ætlað at
menna samstarv og netverk fyri
lesandi, lærarar og onnur
starvsfólk innan hægri útbúgv
ingar.
• Nordplus Vaksin
Sum navnið sigur, snýr henda
skipanin seg um læring hjá
vaksnum. Henda skipanin er
ætlað at menna samstarvið fyri
fólksliga upplýsing og undir
vísing hjá vaksnum. Hon vendir
sær til øll feløg, áhugabólkar,
stovnar og skúlar, sum hava við
vaksin at gera.
• Nordplus Horisontal
Hetta er ein tvørgangandi
skipan, ið leggur upp til, at
stovnar av ymiskum slag
arbeiða saman og bróta upp úr
nýggjum. Her kunnu tær verk
ætlanir fáa stuðul, sum fara út
um hinar bólkarnar, og sum
arbeiða við øðrum, nýggjum og
breiðari málum.
• Nordplus Mál og mentan
Hesin bólkurin vendir sær bert
til norðurlendingar. Her ber til
hjá flokkum í fólka og mið
námsskúlanum at søkja um
stuðul til m.a. umbýti av
flokkum. Eisini fyriskipan av
ráðstevnum, skeiðsvirksemi o.a.
kann fáa stuðul higani. Enda
málið er at menna støðuna hjá
norðurlendsku málunum og
mentanunum.
Ár um ár skifta evnini, sum stuðul
verður latin til. Og evnini eru ikki
eins fyri allar bólkarnar. Tó er eitt
høvuðsevnið á ovast á bredd
anum fyri allar bólkarnar í 2009,
og tað er veðurlagsbroytingar.
Meiri fæst at vita á:
www.ask.fo
www.nordplusonline.org
www.ciriusonline.dk/nordplus/
Elisabeth Holm,
ráðgevi á Altjóða
Skrivstovuni, sigur,
at føroyingar eru
um at lorka sær
ein einastandandi
møguleika burtur.
– LLP skipaninar
kundu ment føroyska
skúlaverkið og givið
okkum holla vitan.
Men einki hendir á
økinum, staðfestir
hon
í 2006 var ein føroysk sendi
nevnd í Brússel við fyrispurningi
um føroyska atgongd til LLP
samstarvið, men enn er einki
komið burturúr. Sum skilst verður
bíðað eftir, at ein granskingar
avtala er komin uppá pláss.
Tað merkir, at vit hava meldað
pass til eina sera slóðbrótandi og
mennandi samstarvsavtalu innan
útbúgvingarøkið.
Ein annar møguleiki
Men hóast vit ikki koma við í
samstarvið, so eru einar bakdyr,
ið vit kunnu nýta.
Vit kunnu nevniliga gera okkum
nakrar praktiskar royndir, til dømis
í verkætlanum, eftirútbúgvingar
skeiðum fyri lærarar, starvsvenjing
og sonevndum ”jobshadowing”.
Eisini kundu vit luttikið í
evropeiskum ráðstevnum.
– Men fyri at koma við í LLPsam
starvið, krevst tað, at vit sjálvi
rinda kostnaðin, og tí mugu
Nordpluss gevur møguleikar:
Føroyi
Út í heim at læra
Lagt til rættis: Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Fakta um Nordpluss
• Nordpluss er ein skipan hjá Norðurlendska
ráðharraráðnum
• Skipanin eggjar til samstarv ímillum
Norðurlond og baltisku londini
• Endamálið er at styrkja norðurlendska-
baltiska felagskapin og samleikan
• Øll innan skúlaverkið, umframt stovnar og
felagsskapir, ið hava áhuga fyri samstarvi
í útbúgvingarmálum, kunnu søkja um
pening
• Umsóknarfreistin 2009 er 2. mars
• Til ber at fáa starvsfólk frá ASK út á skúlar
og stovnar at kunna meiri um skipanina
Nordplus er eitt samstarv ímillum Norðurlond og baltisku londini, og stuðul kann søkjast um
verkætlanir heilt frá barnagarðsbørnum til eftirútbúgvingar
Europa skal verða ein vitanardepil,
og samstarv skal vera á øllum økjum
innan útbúgving. Tað er endamálið
við samstarvinum ”Lifelong
Learning Programme” hjá ES. Øll
lond samstarva, men Føroyar eru
framvegis uttanfyri, hóast møguligt
er hjá okkum at vera við