Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 6. februar 2009 afturat: Helst hövdu nýggir leiðarar, tilvildarliga valdir úr telefonbókini, ikki evnað at fingið búskapin upp í ein verri fløkjuvasa enn núsitandi stjórn (t.e. stjórnin hjá Geir Haarde). Er stórt meira at siga? Hvat halda myndugleikarnir og hvat halda okurkallarnir? Teir halda einki og teir halda einki. Eingin heldur nakað. Eingin, ikki ein einasti teirra er sinnaður at taka ábyrgd av nökrum. Sigurjón Þ. Bjarnason Landsbanka-stjórin, fyrrverandi, sum helt ICESAVE tiltakið vera eitt snildarbragd, sigur seg onga ábyrgd hava, men ICESAVE-tiltakið varð sett í gongd í Onglandi, tá ið eingir líkinda bankar longur vildu lánað íslendsku bankunum pengar. Og hyggjuráðini vóru so at taka veð í fólkayvirlitinum. „Tað einasta eg krevji at gera, er at vita, hvussu nógvur peningur er innkomin, tá ið dagurin endar,“ segði Sigurjón Þ. Árnason flenn- andi við okkurt vinnulívsblaðið. „Bara fríggjadagin komu hálv- trýss milliónir inn.“ Hatta munnu av sonnum hava verið hugaligir fríggjadagar, men nú koma teir okkum afturum aftur. Bera hesir menn onga ábyrgd? Nei, siga teir og öll tey politisku jánkini taka undir. Tað er skeivt at døma, skeivt at hugsa. Kortini hevur eingin rópt: Úlvur, úlvur! Tað billa teir bara sær sjálvum inn ella kanska hoyra teir tað langt undan öllum öðrum. Men tá ið enntá ólukkudýrini á götuni noyðast at taka ábyrgd, um tey nápa sær eina pylsu ella eina konjaksflösku, kann tað ikki vera meiri enn rímiligt, at teir, sum hava koyrt samfelagið um koll, gera grein fyri sínum máli og royna at bøta fyri misbrot síni, uttan mun til um brotini kanska vóru lóglig og myndugleikarnir vælsignaðu tey. ... Tann búskaparblöðran, sum myndugleikarnir einki gjørdu við at tálma, var skilliga burtur úr vón og viti og myndugleikunum varð javnan bent á hetta, nei ikki eina ferð, ikki tvær ferðir, men ferð eftir ferð. Men í staðin fyri at taka tilráðingarnar til eftirtekt- ar, fóru ráðharrarnir út í verðina sum kunningarfulltrúar hjá bank- unum. Hildu ráðharrarnir Geir Haarde og Ingibjörg Sólrún Gísladóttir virkiliga, at stöðan fór batna, bara tey hildu tíðinda- fundir? Eingin hissini stjórnar- speki. Men sjálvandi, tey bera onga ábyrgð. Íðan kundu tey vita framman undan, hvussu fór, spyrja tey. Nei, tey lurtaðu ikki eftir ávaringunum, har liggur ábyrgdin. Tað var hálvavegna vorðin ein trúarsetningur, at tað bar til sussað fíggjarstöðuna upp og niður. Tað gav at bíta, tá ið stjórnin setti eina stóra sussi- maskinu í starv sum ráðgeva og viðkomandi gavst, tá ið hann best sum var varnaðist, at ráðgeva- starvið kravdi arbeiði av honum. Vit kundu eisini hugsað okkum at vitað, hvørja ábyrgd, starvs- fólkini á greiningardeildunum hjá bankunum bera, tey sýnast at hava havt til arbeiðis at lúgva fyri okkum. Hyggið eitt nú í inntöku- yvirlitið hjá tíðarritinum Frjáls verslun (Fríur handil) og vitið, hvat alt hetta fólkið hevði í løn! Sjáldan undir fimm miljónir um mánaðin (500.000 dkk). Fyri hvat? Fyri at lúgva? Sama er galdandi fyri fólk við töttum tilknýti til stjórnina og nú skulu tey kanna seg sjálvi. Annars er tað áhugavert, at inntökuyvirlitið hjá Frjáls verslun knappliga er sum ein framúr spennandi heimildarskaldsöga at lesa. Fyri hvat fingu leiðarar á grein- ingardeildum, vinnuráðgeving- ardeildum og gud viti hvørjum deildum, sjey milliónir, átta milliónir, tíggju milliónir (ísl. kr) í mánaðarløn? Læt ein útgevari yrkjarum slíkar samsýningar, hevði forlagið farið á heysin við brestin. Kortini haldi eg yrkingarnar hjá fleiri skaldum hava størri virði enn pappírini, ið hesi fólkini fingust við. Eiga hesi fólkini ikki eisini at taka ábyrgd, ætla sær sjálvum rímiliga løn og síðani lata restina til at gjalda skuldirnar niður við. Öðrvísi verður hvørki sátt ella semja aftur í samfelagnum. Soleiðis er Ísland í dag. Ella eiga vit, nú skuldirnar hegla oman yvir okkum, at fara við rokningunum og tveita tær í ruskspannina og síðani halda tíðindafund? Hvat eigur fólk, sum nú missir húsini og arbeiðið at gera? Skal tað halda tíðinda- fund? Sum stjórnin. Ötast eingin við ódugnaskapin? Men hvat tá, stjórnin ber onga ábyrgd. Hon stýrdi bara landinum. Halló! Hetta er sum at siga. Eg sorlaði öll húsini, men eg beri onga ábyrgd, tí eg sansaði ikki um, at eg sorlaði nakað. Hevði rætt- siktað fólk tikið sovorðnar grundgevingar fyri fult? Nei, men hetta eru grundgevingarnar, sum okkum verða bodnar. Geir Haarde, fyrrverandi for- sætisráðharri, átti at havt vitað, at hann fleyt á eini lekabukku, men hann segði: Vit skulu bara halda á at rógva, so síggja vit, hvat hendir. Best er at gera sum minst. Tað vóru ráðini hjá Nýliberalis- muni, at gera einki. Spurd um vandan, sum bankarnir vóru komnir í, svaraði hin stjórnar- leiðarin, Ingibjörg Sólrún Gísla- dóttir: Hetta er ein hugsaður vandi, og hon legði afturat: Eg veit ikki betur enn, at bankarnir standa seg væl. Her lá ongum vátt undir fóti, tvørturímóti, helt hon, og í tí skili fór hon til Keypmanna- havnar saman við Sigurði Einars- syni, fíggjargreivanum og nevnd- arformanni í Kaupþing, sum í lötuni byggir sær eina níggju hundrað fermetra stóra borg uppi í Borgarfirði og í heyst eisini fekk bankan, sum fór á heysin, at keypa sær hús í London fyri tvær milliardir (ísl. kr.). Geir Haarde og Ingibjörg Sólrún Gísladóttir ætlaðu sær helst at sita saman við Sigurði Einarssyni og hyggja at sólsetrinum í Borgarfirði, meðan fólkið rýmdi av landinum, og siga: Hatta er ein hugsaður vandi. Og Sigurður Einarsson, valla ber hann ábyrgd av nökrum heldur, hetta flogvitið, sum beint fyri skrædlið fekk hundraðtals milliónir í lønarviðbót. Fyri hvat? Hetta var sami maður, sum á sinni hótti við at fara av landinum, fekk hann ikki ovurhondsløn. Og Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, hvar er nú tann umhygna hús- móðurin hjá Kvennalistanum? Tað er ikki bara ung, sum taka sær ólíkindi fyri. Myndugleik- arnir vóru leingi í lummanum á fíggjargreivum og nú er tíð upp á at taka ábyrgd av tí. Geir Haarde segði, at kreppan var bara eitt ólagaligt lágtrýst uttaneftir, eitt hissini illveður, og var tað ikki komið á okkum og hevði vind- megin verið minni, so hevði alt verið í fagrasta lagi. Við öðrum orðum var einki áfatt, bara svansið slapp at halda fram. Alt peningaoyðslið, ovurhonds- lønirnar, lønarískoytini, henda endaleysa sölan aftur og fram av virðisleysum pappírum og eyð- mýkingin av fólki, sum gjørdi nakað til nyttu. Tak Lárus Welding t.d., bankastjóra í Glitni, hann fekk eina samsýning, sum var fleirföld lívsinntöka hjá flestu vanligu arbeiðsfólkum, bara fyri at byrja í bankanum. Ein rithövundur hevði helst noyðst at skriva í minsta lagi tjúgu metsölubøkur til at fáa javngildi fyri eitt fótafet hjá Lárusi Welding. Er hetta rímilig virðismeting? Og veit nakar, hvat ICESAVE-pengarnir vórðu brúktir til? Er tað satt, at teir vórðu lántir til fyritøkur hjá Baugi, sum nú skylda hundrað- tals milliardir (ísl. kr), meðan eigararnir ganga og breggja sær av stuttleikabátum, privatflog- förum, luksusíbúðum, glæstri- borgum og hotellum. Fíggjar- greivarnar sýnast at hava gjørt avtalu um at lána hvørjum öðrum upp á veð, sum einki fíggjarligt hald var í. Og hetta hildu myndugleikarnir vera fínasta slag, hóvliga skuldi farast fram og eingin dømast. Vansin var bert, at hetta slapp ikki at halda fram. Tað helt Geir Haarde. Effinett sami hugburður kemur til sjóndar hjá pengamann- inum Jóni Ágeiri Jóhannesson. Maðurin heldur ósmæðin uppá, og sýnist at trúgva tí sjálvur eftir yvirbragdinum á honum at døma, at nú teir ikki fingu fleiri lán til at halda örvitisskapinum gang- andi, so steðgaði alt upp - og alla skyldina fær Davíð Oddsson, tjóðbankastjóri. Tað er ongum líkari enn, at Jón Ásgeir Jóhannesson er vandur upp við onkra serútgávu av Dávidssálm- unum, so nógv hann hugsar um Davíð Oddsson. Jón Ásgeir Jóhannesson brúkar somu grundgevingar sum fyllibyttan, ið heldur tað vera alt í lagi at koyra skít, bara hon ikki verður tikin, og koyrir hon á ein lyktarpela, hevur lyktarpelin skyldina. Seinasti bankin, sum ikki vildi geva lán, hann koyrdi meg á heysin! Eiga vit at lána sovorðnum tvætli oyra? Tað kann væl vera, at eitt og annað var óskilaliga gjørt, tá ið tað almenna tók bankarnar yvir í heyst, men hevði skil verið í at lána einum banka, sum var á fallandi føti, stórar upphæddir? Um eg skyldaði Jóni Ágeiri Jóhannessyni nógvar milliónir, mundi hann so lánt mær fleiri milliónir? Skuldirnar hjá fyritøk- um og bankum vóru rætt og slætt so stórar, at hetta gekk ikki longur. Undir slíkum umstøðum er álitið á hvørja stjórn sum helst í botni, tekur hon sær ikki annað og betri skinn um bak, skavar har, sum okkurt er at skava eftir. Tað er rætt, vit eiga ikki at gjalda skuldir fyri hvørt oyðiland og hvørja órøkjureyv, men vit hava longu hoyrt mjarrið í teimum leingi, öll frákanna sær alt. Polit- ikararnir royna at fylla okkum oyruni við munnskvaldri og undanførslum. Teir vóna at kunna sita stormin av sær, sum teir eru vanir. Eitt hava myndug- leikarnir tó fingið í lag, teir hava útvegað sær eina serdeild í lög- regluni, men tað at vit hava mist landið av hondum, at her endar sögan hjá íslendska lýðveldinum og alt eina og aleina av tí at nakr- ir fáir pengamenn sluppu at hó- reiggja sær sum teir vildu, tað er eyðvitað harmiligari enn orð fáa sagt, tí mær hevur álvaratos altíð dámt lýðveldið og farið helst at sakna tað í komandi tíðum. Carl Jóhan Jensen týddi 27