fríggjadagur 6. februar 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 6. februar 2009
27
Lestrarblaðið
Arbeiðið, við at fáa
Føroyar uppí stóra
útbúgvingarsamstarvið
”Lifelong Learning
Programme” hjá ES, er
mest sum steðgað, hóast
tað er av størsta týdningi,
at Føroyar gerast partur
av tí. Samstarvið snýr
seg um at savna allar
útbúgvingartræðrirnar
heilt frá barnaskúla til
vaksnamannaútbúgving í
øllum Evropa
Evropa skal vera ein vitanardepil,
og tað skal vera attraktivt at koma
higar at útbúgva seg og virka.
Tað er endamálið við stóru
útbúgvingarverkætlanini hjá ES,
nevnd Lifelong Learning
Programme, stytt LLP.
Útbúgvingarverkætlanin fevnir
um árini 2007 til 2013, og
endamálið er at fremja evropeiskt
samstarv um útbúgving. ES hevur
sett heilar 7 milliardir evrur av til
endamálið, sum einstaklingar og
bólkar í øllum aldri kunnu søkja
um stuðul frá.
Upprunaliga var ætlanin at
arbeiða fyri, at Føroyar eisini
kundu gerast ein partur av
skipanini, men tað arbeiðið tykist
verða mestsum steðgað, hóast tað
heði verið av stórum týdningi fyri
okkum at verið við, har tað
veruliga hendir.
Fýra málbólkar
Verkætlanin er býtt í fýra partar,
sum venda sær til ymsar
málbólkar.
• Comenius – barnaskúli og
miðnámsútbúgvingar.
Endamálið er at stuðla
samstarvi millum skúlar t.d. við
projektsamstarvi og umbýti av
flokkum. Eisini eftirútbúgving av
lærarum, leiðslu og øðrum
starvsfólkum í skúlaverkinum,
uppihald til útlendskar stuðuls
lærarar, menningarverkætlanir
fyri lærarar og luttøku í evrope
iskum netverkum.
• Leonardo – vinnuskúlar og
yrkisútbúgvingar.
Serskráin Leonardo vendir sær
til vinnuskúlar, felagsskapir og
til almennar og privatar
fyritøkur, sum arbeiða við
yrkisútbúgvingum á øllum
útbúgvingarstigum. Leonardo
stuðlar lesandi og lærlingum, ið
fara í starvsvenjing í øðrum
landi, og starvsfólki, ið
samstarva í netverkum og
verkætlanum á vinnuøkinum.
• Erasmus – hægri útbúgving
Serskráin Erasmus er flaggskip
ið hjá ES innan hægri útbúgv
ing. Skipanin eggjar lesandi og
starvsfólkum við hægri læru
stovnar at taka part av útbúgv
ingini – ella at arbeiða á
universiteti – í øðrum ES landi í
eitt tíðarskeið. Talan kann m.a.
vera um lesnað sum skiftisnæm
ingur, málskeið, intensiv skeið,
verkætlanarsamstarv og umbýti
av lærarum og øðrum starvs
fólki.
• Grundtvig – vaksnamanna
útbúgving og fólkaupplýsing.
Hesin bólkurin hevur til enda
máls at stuðla vaksnamanna
útbúgving, fólkaupplýsing og
lívslangari læring. Grundtvig
stuðlar m.a. eftirútbúgving av
lærarum, ið undirvísa vaksnum,
starvsvenjing fyri lærarar á
hesum øki og skeið í útlondum
fyri vaksnar skeiðsnæmingar.
Harumframt er ein tvørgangandi
skipan, ”Transversal Programme”,
ið virkar fyri samstarvi tvørturum
virksemið í einstøku LLPskipan
unum, og Jean Monnetskipanin,
sum vendir sær til serfrøðingar á
hægri lærustovnum, sum arbeiða
við evninum integrasjón í Evropa.
ngar sovið í tímanum!
føroyskir myndugleikar seta
pening av til endamálið, vísir
Elisabeth Holm á.
Og tað er kanska eitt eymt
evnið í hesum døgum.
– Fyri meg er hetta ikki ein
spurningur, um vit hava ráð at
vera við, men um vit hava ráð at
lata vera. Tí um koma við í sam
starvið fáa vit nøkur týdningar
mikil rættindi, vísir Elisabeth Holm
á.
Tað gevur millum annað rætt til
at søkja ESstuðul til útbúgvingar
virksemi á jøvnum føti við aðrar
borgarar í ES.
– Verða vit alment við í sam
starvinum, nýtast vit ikki at eyð
mýkja okkum við at ganga ígjøg
num ymsar bakdyr. Tá verður til
dømis eingin forðing hjá lærarum
og starvsfólki á skúlaøkinum at
biðja um samstarv við okkum,
sigur Elisabeth.
Í verandi støðu ber ikki til hjá
ESborgarum at nýta ESpening til
at vitja eitt 3. land sum okkum,
fyri at koma til Føroyar á fundir,
skeið, lestrarferðir og annað.
Fyrimunir við LLP
samstarvinum
Sambært Elisabeth Holm er tað
týdningarmikið at Føroyar fáa sær
atgongd til samstarvið.
– Um Føroyar koma við í LLP
fara vit at fáa eitt altjóða sam
starv, ið mennir skúlaverkið og
gevur interkultrellar førleikar.
Bæði næmingar, lesandi og lær
arar fara at fáa altjóða royndir,
og samstarvið fer at lata upp fyri
nýhugsan og innovatión, sigur
hon.
Harafturat fáa vit atgongd til
bæði fakliga og persónliga
førleikamenning, umframt eftir
útbúgvingarmøguleikar.
– Við at býta royndir millum
okkara, kunnu vit læra av øðrum
og fáa íblástur. Vit fáa innlit í
útbúgvingarskipanir í øðrum
londum, og fáa møguleika at
menna okkara málsligar førleikar
og skapa netverk. Og í mun til at
vera passivir eygleiðarar, verða
vit virknir luttakarar, vísir Elisabeh
á og heldur fram.
– Tað er harumframt í tráð við
bæði samgonguskjalið og visjón
2015, so tað skuldi ikki verið
politiskur illvilji ímóti at lata hesar
dyrnar upp.
Gevið fólki møguleikar!
Innan hægri útbúgvingar liggja
veldugir menningarmøguleikar,
um vit fáa skipað samstarv
umvegis Erasmusskipanina.
Orsøkirnar eru fleiri.
– Kanska verður tað meira
lokkandi at lesa í Føroyum, um
tað verður eitt natúrligt tilboð hjá
øllum lesandi at taka ein part av
lestrinum í øðrum landi, og um
útlendskir studentar uttan forð
ingar kunnu koma til Føroyar í eitt
tíðarskeið.
– Og hugsa vit um flytføri hjá
starvsfólkum, so fáa tey eisini
møguleika at fara aðrastaðni at
menna seg, uttan at skula siga
farvæl við Føroyar, staðfestir
Elisabeth.
Nógv verður tosað um at fáa
vælútbúgvið fólk at støðast í
Føroyum, og hetta hevði verið ein
upplagdur møguleiki til tað.
– Í dagsins samfelag er ongin,
ið ynskir isolation og stagnatión,
men Føroyar eru bæði isoleraðar,
og kanska eisini um at stagnera .
Hugsandi fólk mennast av og
trívast best við at samstarva við
onnur tvørturum landamørk. Við at
standa uttanfyri avskera vit okkum
frá eini ørgrynnu av menningar
og útbúgvingarmøguleikum, slær
Elisabeth fast.
Sum er fara nógv tey flestu
uttanlands at lesa, og kanningar
vísa, at vælútbúgvin vaksin koma
ikki heimaftur eftir loknan lesnað.
Tað merkir eisini, at tað eru nógv
føroysk børn, ið vaksa upp í
øðrum londum.
– Heilt stutt kunnu vit siga, at
við at luttaka í LLP flyta vit ikki
besta tilfeingi okkara børn, ung
og vælútbúgvin vaksin – av landin
um. Tvørturímóti fer altjóða
samstarvið á útbúgvingar
økinum at geva teimum
atgongd til spennandi
og mennandi møgu
leikar her á landi!
Les meiri um eftir
útbúgvingar til
lærarar: www.
ciriusonline.dk/
Default.
aspx?ID=415.
Lívslong læring – útbúgving innan ES
Ein umfevnadi kanning av Comeniusskipanini vísir staðfestir, at
motivatiónin hjá næmingum, sum eru við í tvørlandaligum
verkætlanum økist munandi. Tá eitt annað land í Evropa kemur
inn í flokshølið hjá børnum og ungum, skapar tað heilt nýggjar
lærumøguleikar.
Les meiri um kanningina á:
http://ec.europa.eu/education/programmes/llp/impact_en.html
Luttakaralond í Lifelong Learning Programme eru:
Tey 27 ES limalondini
Ísland
Noreg
Liechtenstein
Turkaland
EFTA lond við EBS avtalu
Higartil hava Føroyar onga avtalu um LLP luttøku, men
um neyðug fígging verður sett av til økið, ber til at
luttaka sum sonevndur ”silent partner”. Tað merkir, at
vit ikki kunnu søkja stuðul úr ES, men mugu bera allan
kostnaðin sjálvi. Men tað vildi givið atgongd til ávís
týdningarmikil økið av samstarvinum.
Skeiðsdatabasa:
http://ec.europa.eu/education/trainingdatabase/.