Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 25. september 2001 27 27 26 Nr. 184 - 25. september 2001 Hjá FS Vágum kom tað stak illa við, at Tór–Ingar Akselsen miðskeiðis í 1. hálvleiki noyddist at taka seg aftur FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Vágamenn søgdu sunnu- dagin farvæl við heima- vøllin í Miðvági. Um talan verður um 1. deild- arfótbólt í Sandavági komandi ár, verður part- vís avgjørt leygardagin. FS Vágar spruttaði nógv fyrstu løtuna, tá klaksvíkingar tóktust hava trupulleikar at finna út av, hvussu teir skuldu skipa verjuspælið. Men FS Vágar spældi seg ikki til serligar møguleikar, og eftir at KÍ hevði funn- ið rætta stevið í verju- partinum, var tað ongantíð nakar spurning- ur, hvør átti betra liðið í góðveðrinum. Klaksvík- ingar gjørdu stóra nýtslu av rangstøðufelluni, sum heimamenninir ferð eftir ferð duttu í. Hjá heimaliðnum – teir høvdu hesa ferð Ruslan Screlea, sum annars hev- ur verið í miðverjuni, á miðvøllinum – gekst einki serligt við mann- ingini. Álopsspælarin Kim Poulsen varð skaddur undir venjing fríggjakvøldið, og serliga meint var tað, at Tór- Ingar Akselsen mið- skeiðis í 1. hálvleiki noyddist at fara av vøllinum, tí hann var skaddur í fótliðnum. Tað er sera ivasamt, um hann verður tøkur leygardagin. Gestirnir yvirvág Tað var týðuligt, at KÍ hevði eitt betri lið, enn vágamenninir høvdu. Kurt Mørkøre var ein støðug hóttan. Jákup Joensen, sum fyrr í summar megnaði at seta John Petersen út av spælinum, tá B36 var í Vágum, hevði setningin at mansverja leigusvein- in úr Sogndal, og tað var ein sera stórur biti. Einki mál kom í fyrra umfarinum, men Kurt var tætt við, tá hann tvær ferðir var einsamallur ígjøgnum. Men aftur hesa ferð vísti Arturas Ramoska, at hann er ein fínur málverji. Miðskeiðis í 2. hálv- leiki fekk KÍ hol á. Fríðin Ziskason spældi Kurt Mørkøre púra leysan, og Kurt setti trygt framvið málverjanum. Eftir leiðslumálið tókt- ist tað sum um teir í FS Vágum høvdu sera ilt við at rokna við møguleik- anum at fáa stig. KÍ skoraði eitt mál afturat. Miðverjin Atli Danielsen, sum er ment- ur sera nógv í ár og nú telist millum lyklaspæl- ararnar, skoraði, og tað var vorðið sum mál, tá Atli fyri fyrstu ferð skoraði í 1. deild. Vit frætta úr Klaksvík og úr Vágum, at royndin var átøk henni, sum javn- aldurin og vinmaðurin hjá Atla, Símun Joensen, skoraði uppá, tá FS Vágar var í Klaksvík. Úr meiri enn 30 metrum smekkaði Alti til, og málverjin stóð sum negldur og hugdi at, meðan bólturin smoygdi sær inn undir saman- komingina. Hjá KÍ var Tomislav Sivic sera eyðsýndur tekniskur snillingur á framrættaða miðvøll- inum. Jan Joensen noyddist fríggjakvøldið at geva avboð orsaka av brotnum rivjabeini, og Allan Joensen noyddist at taka seg úr dystinum, tí vøddaskaðin aftur gjørdi um seg. Bæði Alexander Djor- djevic og Kurt Mørkøre noyddust út orsaka av trupulleikum við fótlið- num. Tí spældi KÍ síðstu løtuna við U–15 lands- liðsvenjaranum, Bill Jacobsen, og verjuspæl- aranum, Andrassi Jacob- sen, í álopinum. FS Vágar-KÍ 0-2 (0-0) 0-1: Kurt Mørkøre 63 0-2: Atli Danielsen 75 Dómari: Jens Petur Brattalíð (VB) FS Vágar: Arturas Ra- moska – Jack Johansen, Vlad Osipov, Jákup Joensen – Tór–Ingar Akselsen, Jón Nielsen, Hannus Olsen, Ruslan Screlea, Elfinn Ørvarodd – Birgir Joensen, Sonni Johansen KÍ: Meinhardt Joensen – Atli Danielsen, Jan Andreassen, Ove Nysted – Harley Bertholdsen, Allan Joensen, Tomislav Sivic, Fríðin Ziskason, Hjalgrím Elttør – Kurt Mørkøre, Alexander Djordjevic Øll tey trý liðini við føroyskari umboðan í næstbestu donsku deildini fingu hesa ferð eitt stig DANMARK Jóannes Hansen Tey trý feløgini í næstbestu donsku deildini, sum hava føroyskt íslett, spældu í vikuskiftinum javnleik. Longu fríggjakvøldið høvdu Óli Johannesen og teir í Hvidovre vitjan av einum øðrum felag í høvuðsstaðnum. Brønshøj hevur ikki so stórar ambitiónir, sum teir í Hvidovre hava. Men kortini hava teir í Brønshøj staðið seg væl betur higartil í hesum kappingarárinum, enn teir í Hvidovre hava gjørt. Hjá Hvidovre gekk tað fríggjakvøldið, sum tað so ofta fyrr í hesum kapping- arárinum hevur gjørt. Teir komu á odda og øktu til 2–0, men kortini megnaðu teir ikki at fáa meiri enn eitt stig. Óli Johannesen tykist vera ein av lyklaspælar- unum hjá Hvidovre. Lið- formaðurin á føroyska landsliðnum setti hol á málskjótingina í 19. minutti, og Hvidovre økti í 36. minutti. Í 2. hálvleiki minkaði Brønshøj um munin í 55. minutti, og teir javnaði átta minuttir undan leikloki. Øssur Hansen var allar 90 minuttirnar á B93 lið- num, sum var sera heppið at fáa eitt stig burturúr, tá Farum vitjaði. B93 kom framum við hepnum langskoti longu í 8. minutti. Farum javnaði í 29. minutti eftir hornaspark, og teir kundu væl havt skorað bæði tvey og trý mál afturat. Randers Freja, sum hevur Atla Gregersen í hópinum, megnaði 2–2 í Horsens. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Synd er at siga, at áhugin millum áskoðararnar er serliga stórur fyri næst- bestu donsku deildini. 612 sóu Óla Johannesen og teir spæla, 714 vitjaðu á Eysturbrúgv, og í Horsens vóru 718 áskoðarar. Í Molde eru teir farnir at fyrireika seg til stórdystin komandi sunnudag á heimavølli ímóti Lillestrøm NOREG Jóannes Hansen Í vikuskiftinum var steypa- fótbóltur á skránni í Noregi. Molde var framm- anundan sent úr kappingini, so Jákup Mikkelsen og teir høvdu frí. Í gjár fóru teir undir fyrireikingarnar til enda- spurtin í landskappingini. Molde er á fjórða plássi. Teir droyma um at røkka heiðursmerkjaplássi, og tað er ikki eingin møguleiki fyri hesum. Men talan verður um rættuligar avbjóðingar fyri bæði Molde og Jákup Mikkelsen, sum heilt víst fer at fáa møguleikar at vísa bæði teimum í Molde og øðrum feløgum, at tað hevði verið klókt komandi ár, at sett føroyska lands- liðsmálverjan í starv. Molde skal spæla ímóti fýra av liðunum, sum eru millum tey fremstu. Fyrsta uppgávan verður á heima- vølli ímóti Lillestrøm, sum er næstfremst. Venjarin, Gunder Bengtsson, vónar, at 10 túsund fara at møta upp á Molde stadion, so Jákup og teir rættuliga fara at kenna, at teir eru á heimavølli. Føroyski miðvallarin var av álvara í miðdeplinum, tá Hull togaði seg upp á næstfremsta plássið ONGLAND Jóannes Hansen Tað gongur strúkandi. Bæði hjá Hull og hjá Juliani Johnsson. Leygardagin høvdu teir vitjan av Swansea, og øll trý stigini vóru eftir í Hull. Tað vil við øðrum orðum siga, at Julian Johnsson og teir framvegis eru ósigr- aðir, og teir halda kósina ímóti uppflyting. Sigurin á Swansea hevði við sær, at Hull nú er næstfremst. Brian Little hevði givið teimum somu ellivu møgu- leikan, sum í dystinum frammanundan høvdu staðið seg so væl. Við 15 talinum á rygg- inum var Julian Johnsson ein av berandi kreftunum á miðvøllinum. Hull hevði takið mest sum alla tíðina. Álopini skolaðu ímóti mótstøðumálinum, og teir 10.440 áskoðararnir fagn- aðu sínum liði óført, tá tað í 34. minutti eydnaðist fyrrv- erandi Leicester álops- manninum, Lawrie Dud- field, at stúta innlegg úr vinstru í málið. Í fyrsta minuttinum eftir steðgin økti Julian Johns- sson um leiðsluna. Fyrsta málið fyri Hull flutkaði hann úr níggju metra fjarstøðu. Bólturin varð stútaður út frá aftur eftir at innlegg var komið innfyri. Hull hevði møguleikar at skora uppaftur fleiri mál, og teir mettu seg vera snýttar fyri tvey brotsspørk. Tað kom eitt sindur dátt við, tá Swansea í 71. minutti minkaði um munin, men Hull var væl nærri við at økja, enn gestirnir vóru til at javna. Julian Johnsson var á vøllinum alla tíðina, og í 78. minutti fekk hann gula kortið. Landsliðið skal annan leygardagin spæla í Slo- venia. Tað er sera harmu- ligt, at Julian Johnsson ikki verður við, tí hann er leikbannaður. Gøtumaðurin var á framrættaða miðvøllinum, tá Zwolle var sannførandi í grannauppgerðini HOLLAND Jóannes Hansen Súni Olsen styrkti sunnu- dagin um sína støðu á landsliðnum. Annan leyg- ardag skal landsliðið spæla í Slovenia. Fleiri av føstu miðvallarunum eru leik- bannaðir. Súni Olsen man vera ein av møguleikunum fyri avloysara. Á heima- vøllinum í Zwolle styrkti ungi gøtumaðurin um sína støðu. Zwolle hevði vitjan av Go Ahead Eagels. Talan er um tað felagið, sum Jan Allan Müller eitt skifti umboðaði fyri tíggju árum síðani. Næstsíðsta vikuskifti varð Súni Olsen innskiftur. Hesa ferð fekk hann møguleikan á framrættaða miðvøllinum frá fyrsta bríksli, og tað spældi væl av. Súni var við allar 90 minuttirnar, Zwolle vann 4–1, og hollendskir fjøl- miðlar halda, at Súni Olsen stóð seg væl. Óli setti hol á Jákup hevði frívikuskifti Julian skoraði ímóti Swansea Súni alla tíðina uppií KÍ sannførandi sigur í Vágum C M Y K 26 TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Føroyingarnir Heini Ol- sen, Flóvin Tór Næs, Heini Danielsen og Miri- am Olsen stríðast víðari í Amagermeistaraheitinum. Nú bert trý umfør resta í, sær ljósari út enn tá trý umfør vóru leikt. Tá høvdu øll uttan Miriam undir væntaðu skoruna. Eftir seks umførum í meistarabólkinum hava serliga Flóvin og Heini Danielsen reist seg, með- an Heini Olsen ikki rætti- liga er komin í gongd. Heini hevur tó stríðst sum úlvur í skóg, men hepni hevur ikki verið við hon- um. Hann lovar tó ein góðan endaspurt. Hein- arnir báðir hava trý stig av teimum seks møguligu, har Heini Danielsen hevur fingið hesi tey seinastu fýra talvini, eftirsum hann tapti tvey tey fyrstu. Flóvin liggur í løtuni á deildum øðrum plássi við sínum fýra stigum, bert hálvt stig frá oddamannin- um Esben Hove. Flóvin byrjaði eins og lands- mennirnir varliga, men hevur tikið eitt rættiligt hál seinastu umførini við góðum avrikum. Hann hittir ratingfavorittin Henrik El-Kher í sjeynda umfari, sum verður leikt komandi fríggjadag. Miri- am Olsen er einsamøll á odda í sínum bólki, sum er tveir bólkar undir meist- arabólkinum. Hon hevur heili fimm stig av seks, og hevur longu nú tryggjað sær ratingframgongd um hon skuldi tapt seinastu talvini. Miriam hevur styrkistalið 1675. Komandi fríggjadag fara tveir aðrir talvútisetar at royna seg í vikuskiftis- kapping í Árhus. Teir eru Carl Eli N. Samuelsen og Jóan Hendrik Andreasen, sum fara at telva fimm talv yvir eitt vikuskifti. KTF vann í Vestmanna Vestmanna Talvfelag er - og hevur altíð verið - eitt virkisríkt felag. Í ár eru 50 ár liðin Síðani felagið bleiv stovnað, og vóru teir tey fyrstu nógvu árini besta talvfelag í landinum sam- an við Havnar Telvingar- felag. 70´ini vóru ikki teirra bestu ár, men teir áttu tó føroyameistaran frá 1978, John Jacobsen. Í 80´unum eins og í 90´unum vunnu teir lið- kappingini tí einu ferðina, nevnliga í 1985 og 1992. Í ár skipaðu teir fyri FM fyri einstaklingar og í løt- uni telva teir innafelags- kapping har Torbjørn Thomsen er á odda. Í føðingardagsliðkapp- ingini leygardagin mundu teir úr Vestmanna eisini vunnið, men máttu taka til takkar við silvurpláss- inum aftanfyri klaksvík- ingar. Í seinasta dystinum hittust hesi lið, og vunnu vestmenningar hendan dyst 4-2, men rakk tað bert til annað pláss, eitt stig aftanfyri klaksvíkslið- ið. Hvalvíkingar ognaðu sær triðjapláss í harðari kapping við havnarmenn. Tveir fingu fult stigatal (9 av 9!) og vóru teir Tor- bjørn Thomsen úr Vest- manna Talvfelag og Tummas M. Anthoniussen úr Klaksvíkar Talvfelag. 2. DEILD Stefan í Skorini LÍF setti eitt gott punktum við kappingarárið, sum ikki hevur hilnast sum ætlað. LÍF vann sannførandi 3-1 móti B36, eftir at heima- liðið hevði verið á odda 2-0 í steðginum. B36 hevði annars framm- anundan hesum umfarinum møguleika enntá at vinna deildina, um øll hini liðini mistu stig í sínum dystum. Tað skuldi tó ikki ganga havnarliðnum eftir vild leygardagin. B36 setti hol á At byrja við gekk javnt á. Hvørki av liðunum megn- aði tó at skapa nakran stór- an málmøguleika fyrstu løtuna av dystinum. Men so tóktist tað sum LÍF setti ferðina upp og setti nøkur vandamikil álop í gongd. Tvey av teimum góvu mál. Fyrst var tað ein verju- leikari, sum gjørdi heimaliðnum ein stóran beina við seta bóltin í egið mál. Bólturin verður send- ur innfyri málið, har Fróði Joensen setir høvdið á bólt- in. Málverjin bjargar í fyrstu syftu, men bólturin støkkur í ein verjuleikara og í netið. Næsta málið skeyt Árni Jacobsen. Hann hevði sníkt seg heilt fram í brotsteigin, har hann gjørdist leysur og trillaði framvið málverj- anum. 2-0 til LÍF, og tað var ein uppiborin leiðsla við steðgin. Vánaligur dystur Sum heild var dysturin sera illa spældur, og nógv mis- tøk vórðu gjørd av báðum pørtum. Kanska vóru fleiri av leikarunum longu farnir at gleða seg til vetrarsteðg- in. Í seinna hálvleiki hevði LÍF framvegis yvirvág, men B36 megnaði tó eisini at bíta frá sær. Brynleif Hansen minkaði um munin miðskeiðis í seinna hálv- leiki. Tað var eftir hornaspark, har Mortan Johannesen var hægstur, og hann høvdaði niður til Brynleif, sum úr stuttari fjarstøðu langaði bóltin inn. B36 hevði nú eina vón um at vinna í minsta lagi eitt stig burtur- úr hesum dystinum, men so skuldi ikki vera. B36 hevði onkrar møgu- leikar at javna, men mál- verjin vardi hvørja ferð. Teir grønu vóru tó ikki fyri ongum í hinum endanum, og fleiri vandamiklir bóltar vórðu sendir inn í brots- teigin. LÍF sló sigurin fastan stutt fyri leiklok. Fróði Joensen var hægstur eftir eitt hornaspark, og hann skallaði síðsta málið hjá LÍF í hesum kappingarár- inum. LÍF fekk ein góðan enda á kappingarárinum, har teir leingi vóru í vandastøðu, men eftir venjaraskiftið mitt í kappingini, hevur tað hilnast frægari á vøllinum. B36 endað á sama stað sum í fjør, á fjórða plássi. Men eitt fjórða pláss er ikki at forakta hjá havnarmonn- um, sum tó leingi høvdu heiðursmerki í eygsjón. LÍF — B36 3-1 (2-0) 1-0: Sjálvmál 2-0: Árni Jacobsen 2-1: Brynleif Hansen 3-1: Fróði Joensen 2. DEILD Jóannes Hansen Fuglfirðingar vunnu bronsumerkini í næstbestu deildini, tá teir leygardagin vóru í Runavík. Úrslitið var 2–0, og tað vóru brøðurnir Bárður og Høgni á Lakjuni, sum skoraðu málini. Bárður á Lakjuni skoraði tíðliga í 1. hálvleiki. Bárður hevur sera góð evni at spæla bólt. Hann hevur góðan bóltførleika og gott fótbóltsskil, men hann hev- ur í fleiri ár ikki verið førur fyri at gera fulla nyttu av góðu evnunum, tí hann hevur verið so nógv skaddur. Málið í 6. minutti kom eftir horna úr høgru: Bárður sendi innfyri, bólt- urin kom út aftur í høgru, og Bárður, sum var komin nakað inn í brotsteigin, smekkaði til. NSÍ var ikki so lítið við seinna partin av fyrra um- farinum. Fróði Jóanesar- son, sum saman við veteraninum Sverra Justin- ussen var í álopinum, hevði eina góða roynd, men fyrr- verandi NSÍ málverjin, Rúni Joensen, bjargaði. Í hinum endanum var nógv trýst, og Jákup Emil Han- sen í NSÍ málinum hevði onkrar góðar bjargingar. Men ofta restaði tað síðsta hjá fuglfirðingum. Veteran- urin í NSÍ verjuni, Odd- fríður Gaardbo, kom aftur og aftur ímillum, og so vóru nógvar skotroyndir hjá ÍF sera óneyvar. Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti ÍF og gjørdi harvið greitt, at teir høvdu gjørt sítt, um tað skuldi kiksað hjá TB ella Skála. Høgni á Lakjuni var púra blankur fyri málinum, eftir at inn- legg var komið úr høgru. Vónbrotnir Fuglfirðingar vóru ikki ser- liga spentir. Tá dysturin byrjaði vóru ógvuliga fáir ÍF áskoðarar kring vøllin. Teir fjølgaðust nakað, men tað var týðuligt, at vónin um uppflyting ikk var har. – Vit vóru fremstir inntil næstsíðsta umfarið, og tá stóð tað upp til okkum at avgera. Men so taptu vit á heimavølli ímóti Skála, og tað var avgerandi, staðfesti ÍF venjarin, Pauli Jarnskor, og tað var væl skiljandi, at hann var vónbrotin. Í 14. umfarinum hevði hann sæð sínar spælarar vinna 6–0 á TB, sum nú er í 1. deild. – Tað er einki annað at gera enn at herja á aftur eftir ársskiftið, sigur Pauli Jarnskor, sum hevur tvey ára sáttmála við ÍF. Tað hevur ljóðað, at onkrir av fuglfirðingunum, sum hava spælt við øðrum feløgum í 1. deild í ár, skuldu koma aftur til Fuglafirðar, men nú verður tað av ongum. Fótbólturin í fremstu røð í Fuglafirði verður ikki á skránni fyrrenn í 2002 – í fyrsta lagið! Eykamenninir hjá NSÍ hava væl og virðiliga tryggjað sær nýtt atgongumerki til næstbestu deildina. Hvat hesum viðvíkur kunnu teir ikki annað enn vera nøgdir í Runavík. Sisilianskt 1.e4 c5 2.Rif3 Ric6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3 e5 6.Ridb5 a6 [6...d6 7.Bg5 a6 8.Ria3 b5 9.Rid5 er annar møguleiki] 7.Rid6+ Bxd6 8.Fxd6 Fe7 9.Fxe7+ Rixe7 10.Bg5 (rætti leikur) 10...b5 11.0-0-0 Bb7 12.f3 0-0-0? (nakað djarvt, men ringt er tó at finna skilagóðan leik hjá svørtum. Møguliga Rc8 hevði verið betri) 13.Bxf6 gxf6 14.Rd6! (Heini finnur besta leik) 14...f5 15.exf5 Rixf5 16.Rf6 Rih4? [16...Rie3 hevði forlongt svørtu livitíðina] 17.Rie4! (eingin orsøk at skunda sær at taka f-finnuna) 17...Bxe4 18.fxe4 d6 19.g3 Rig6 20.Rxf7 Kb8 [20...Rd7?? 21.Bh3!] 21.a4 bxa4 22.Bxa6 d5 23.exd5 Rxd5 24.Rhf1 e4?? (sjálvt um svartur við vissu eigur at tapa, so var Rd6 rætti leikur. Nú er mát í kikaranum hjá Heina) 25.Rb7+ Ka8 26.Rff7 1-0 Føroyingar reist seg Eftir eina slaka byrjan í Amagermeistarheit- inum hava føroyingar vent gongdini og eru tað nú ikki bert danir í toppstríðnum. NSÍ-ÍF 0-2 (0-1): Fuglfirðingar iðraðu seg Brostna vónin um at vera við í fremstu røð kastaði skuggar yvir síðsta sigurin LÍF — B36 3-1 (2-0) LÍF basti B36 Leirvíkingar vóru frá byrjan av grammari og høvdu viljan at vinna. Teir fóru eisini sum sigurs- harrar avaftur vøllinum, eftir at havnarmenn høvdu hjálpt teimum á veg Talvið hesa vikuna Heini Danielsen (2080) — Niels S. Nilsson (2218) AM 2001 (5), 22.09.2001