Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 184 - 25. september 2001 Nr. 184 - 25. september 2001 29 Uttan mun til um olja er funnin í føroysku undirgrundini ella ikki, so verður skipað fyri stórari og áhug- averdari oljuráð- stevnu í Norður- landahúsinum í november í ár OLJURÁÐSTEVNA Týsdagin 27. november og mikudagin 28. november verður stór oljuráðstevna í Norðurlandahúsinum. Tað er Oljuvinnufelagið, sum er partur av Vinnuhúsinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri ráðstevn- uni, ið er fyri bæði føroy- ingar og útlendingar. Olju- málastýrið og FOIB, sum eru oljufeløgini, ið hava fingið leitiloyvi undir Før- oyum, eru við til at stuðla tiltakinum við síni vitan og royndum. Evnið á ráðstevnuni er eftirmeting av fyrstu bor- ingunum á føroyska land- grunninum og so hvussu framtíðin sær út fyri økið. Oljumálastýrið fer at greiða frá sínum royndum, og har verður so eisini sett fokus á føroysku luttøkuna í frálandavinnuni. Eisini fara fyristøðufeløgini (operatør- feløgini) at greiða frá sínum arbeiði og royndum á føroyska landgrunninum. Føroykar fyritøkur fara so eisini at greiða frá síni luttøku og samstarvi við altjóða fyritøkur. Endamálið við ráðstevn- uni er so eisini at geva ein greiða mynd av hesum nýggja oljulandslutinum eftir at tríggir teir fyrstu brunnarnir eru boraðir. Og síðani verður eisini hugt longur fram í tíðina – eftir tí komandi virkseminum. Hetta er aðru ferð at skip- að verður fyri eini olju- ráðstevnu av hesum slag í Føroyum. Í fjør var tað eisini Vinnuhúsið, sum stóð aftanfyri. Ráðstevnan tá snúði seg serstakliga um føroysku luttøkuna í eini komandi frálandavinnu. Tað er greitt, at undir- tøkan fyri slíkari ráðstevna er eisini tengd at spurn- inginum, um olja verður funnin longu í heyst. Statoil fann onga olju. BP borar enn. Og Amerada Hess er júst farið undir sína boring. Roknast kann ikki við einum úrsliti frá Hess boringini fyrr enn um 1-2 mánaðir. Sosialurin skilur, at stigtakararnir til ráð- stevnuna í Norðurlanda- húsinum vóna, at undir- tøkan verður góð, eisini um tær fyrstu boringarnar ikki enda við veruligum olju- fundi. Víst verður á, at ikki færri enn 8 brunnar skulu borast í hesum umfarinum, og síðani kemur túrurin eisini til 2. útbjóðingar- umfar. Eisini skal havast í huga, at fleiri áhugaverdar boringar verða í bretskum øki skamt frá markinum í ár og næsta ár. So verður eingin olja funnin á land- grunninum í ár, merkir tað á ongan hátt, at land- grunnurin ikki goymir olju. Spurningurin er bara um at hava tol, tí eingi ella fá nýggj oljuøki geva úrslit beinanvegin. Í sambandi við ráðstevn- una í Norðurlandahúsinum gevur Sosialurin út eitt serblað. Sí lýsing aðra- staðni í blaðnum. Oljuvinnufelagið skipar í hesum døgum fyri kunn- ingartúri til Het- lands. Endamálið við ferðini er at vita, hvørjir møgu- leikar eru fyri samstarvi við hetlendingar, nú líkindi eru fyri menning av einum nýggjum olju- landsluti á Atlants- mótinum millum Føroyar og Hetland OLJUVINNU- SAMSTARV Nýggi ”oljuprovinsurin” í Norðuratlantshavi er umgyrdur av Hetlandi og Føroyum og tað er eyðsæð, at vinnan báðu- megin sær møguleikar í framtíðar menning av oljuvinnuni á hesi leið. Oljan úr økinum kemur á land í Hetlandi og Orknoyggjum, meðan flestu veitingarnar til oljuvinnuna annars koma úr Skotlandi. Hinvegin vilja føroy- ingar, at veitingar til oju- vinnuna koma úr Før- oyum, men hava enn ikki avgjørt, hvar oljan skal flytast í land, um vit finna olju. Um úrtøkan verður størri í einum samstarvi ber ikki til at siga, men hvørgin parturin missir nakað við at kunna seg um viðurskiftini hjá hvørjum øðrum heldur í hvussu er Oljuvinnu- felagið, sum hevur tikið stig til eina ferð fyri føroyingar til Hetlands. Hetlendingar eru sera áhugaðir fyri føroysku kunningarferðini, og er tað Shetland Island Council, sum tekur ímóti teimum umleið 40 føroysku umboðunum, sum fóru til Hetlands í gjár. Skipað verður fyri seminari, ið lýsir aktuell vinnulig viðurskifti í Hetlandi og møguleikar í oljuvinnuni. Umframt hetlendsku framløguna verða hetlendingar eisini kunnaðir um oljuleiting og oljuvinnu á føroysku leiðini. Farið varð úr Føroyum mánamorgunin 24. sep- tember við flogfari til Hetlands. Fyrrapartin vóru framløgur um Het- lendsk viðurskifti. Seinnapartin varð skip- að fyri eini vitjan til Sullom Voe terminalin eins og fyritøkur fáa høvi at hittast. Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyingar og hetlendingar stinga høvdini saman um samvinnu á oljuøkinum. M.a. hava nógvar het- lendskar sendinevndir verið í Føroyum og her víst á stóra áhugan í Hetlandi fyri samvinnu í sambandi við oljuleit- ingina og framleiðslu á Atlantsmótinum. Til Hetlands at kunna seg um oljuvinnu Stór oljuráðstevna í Norðurlandahúsinum Stórur áhugi var fyri oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í fjør. Føroyingar fara til Hetlands at kanna, hvørjir møgu- leikar eru fyri samstarvi við hetlendingar Savnsmynd Handverkarar Søkt verður eftir handverkarum til timburarbeiði í Ammasalik í Eysturgrønlandi. Tlf. 315060 & 217532 Tofta Kvøldskúli veturin 2001/2002 Almenn frítíðarundirvísing Enskt á byrjanarstigi Mikudag kl. 19.00–20.40 Sue Philbrow Tlf. 448261 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Handarbeiði Jap. kunstbroderí/broderí til fø. búna/hedebo/hvítseyming/svartseyming/nálabinding Mánadag kl. 16.00–19.20 Jessie Høgagarð Tlf. 447290 Týsdag kl. 16.00–19.20 Jessie Høgagarð Tlf. 447290 Hósdag kl. 18.45–22.00 Jessie Høgagarð Tlf. 447290 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Seyming 4 vikuskifti fyri jól og 5 eftir jól Fríggjadag kl. 19.00–22.00 Maria Rasmussen Tlf. 447833 Leygardag kl. 13.00–18.30 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Datalæra, tekstviðgerð á byrjanarstigi Hósdag kl. 19.00–21.35 Kristian Gaardbo Tlf. 448083 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Klaver og orgul Eftir avtalu John Mortensen Tlf. 448272 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Postalínsmáling Hósdag kl. 19.00–22.00 Maria Rasmussen Tlf. 447833 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Fyrstahjálp, grundskeið William S. Askham Tlf. 444855 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Fimleikur fyri kvinnur, motións-aerobic við konditión,styrki- og strekkivenjingum Mánadag kl. 18.00–19.40 Jóhanna Petersen Tlf. 447742 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Motiónsfimleikur fyri menn Hósdag kl. 19.00–20.40 Olaf Magnussen Tlf. 448753 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Fimleikur fyri rørslu- og menningartarnað Mikudag kl. 18.00–19.40 Annika Joensen Tlf. 441289/216760 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Svimjing fyri rørslu- og menningartarnað Týsdag kl. 18.00–18.55 Tlf. 447332 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Ættargransking Mikudag kl. 18.45–22.00 Maria Jacobsen Tlf. 447391 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Undirvísingin er treytað av nóg góðari undirtøku og av góðkenning frá myndugleikunum. Undirvísingin byrjar í viku 41. Luttøkugjaldið er 300 kr. fyri 1. lærugrein 200 kr. fyri 2. lærugrein 100 kr. fyri 3. lærugrein Í lærugreinum, har nógv verður kopierað – 50 kr. kopigjald. Datalæra kostar 50,- kr. eyka fyri prenting og pappír. Goldið verður tað fyrsta kvøldið. Upplýsingar fáast frá kvøldskúlaleiðaranum tlf. 447332. Tofta Kvøldskúli Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmála- stýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inn- tøkuskattalógina v.m. og alla skuldar- innkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík, røkja raksturin. Núverandi setanar- øki er Klaksvík, men fevnir annars um aðalstýrini, løgmansskrivstovun a og deildir teirra, og tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi og upp- lýsingum um við- komandi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrinum, í hendi í seinasta lagi 15. oktober 2001. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postboks 2151 FO 165 Argir Leiðari til Kolvetnisskattadeild Starv sum leiðari av nýggju kolvetnisskattadeildini í Klaks- vík er leyst at søkja, og skal setast skjótast gjørligt. Deildin verður skipað sum ein deild av Stýrinum hjá Toll- og Skattstovu Føroya á Argjum. Toll- og Skattaráð Føroya er sambært lóg um kolvetnisskattafyrisiting og lóg um toll- og skattafyrisiting ovasti álíkningarmyndugleikin. Deildin skal taka sær av øllum viðurskiftum í samband við 1) Loyvishavarar,t.e.skattaborgarar,ið hava inntøku av sølu av framleiddum kolvetni v.m. 2) Feløg v.m., ið reka vinnu, ið er knýtt at virkseminum í 1) 3) Løntakarar,ið arbeiða hjá teimum,ið eru nevnd í 1) og 2) Partar av kolvetnisskattafyrisitingini, sum farið er í gongd við at leggja á Tvøroyri, skulu so við og við økjast, tá/um gongd kemur á kolvetnisvinnuna. Tað kemur at áliggja leiðaranum saman við deildini annars at skipa fyri, hvørjir aðrir partar av fyrisitingini skulu liggja á Tvøroyri, sum fyrisitingarliga kemur at vísa til deildina í Klaksvík. Høvuðsuppgávurnar hjá deildarleiðaranum verða eitt nú • at hava yvirskipaðu leiðsluna av deildini • at fáa til vega og innrætta neyðugu hølini til deildina • at fyrireika álíkningina av komandi inntøkum frá kolvetnisvinnuni • at leggja til rættis saman við serkønum fólki kunngerðir og rundskriv o.a.m. kolvetnisskattingini viðvíkjandi • at skipa fyri kunning um kolvetnisskattingina fyri loyvishavarum v.m. • at skipa fyri útbúgving av starvsfólki Førleikakrøv til starvið Roknað verður við,at leiðarin hevur leiðsluroyndir og hevur royndir av at arbeiða í leiðslubólkum, sum taka avgerðir, tí deildin kemur at taka avgerðir í tøttum samstarvi við deildirnar og leiðsluna í Stýrinum.Neyðug útbúgving krevst helst frá hægri lærustovni, sum gevur innlit í flestu fakligu spurningar, sum fylgja við starvinum, eisini krevst kunnleiki til enskt mál. Umsøkjari við neyðugari útbúgving annars, sum hevur leiðsluroyndir frá almennari umsiting, hevur fyrimun. Í skattligum høpi snýr tað seg um, at menna eitt heilt nýtt øki, byggja eina nýggja deild upp og at velja neyðug starvsfólk til deildina, sum hava góðan fakligan førleika. Umsøkjarin skal tí bæði hava virkisfýsni og slagkraft, vera smidligur, liðiligur og hava góð samstarvsevni. Vit bjóða • eitt spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga • innanfyri ávísar karmar at skipa arbeiðsumstøðurnar sjálvur • flextíð • eftirútbúgvingarmøguleikar bæði í Føroyum og uttan- lands Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag. Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Stýrinum, Marjun Reinert Simonsen ella Óla Heinesen tlf. 352600. Toll- og Skattstova Føroya Uppsetan og skipan av barrum Brúdleyp Rundar føðingardagar Starvsfólkaveitslur Ársveitslur Reseptiónir og tílíkt Til: Hans á Lag Sp/f Tlf. 21 93 83 hanslag@post.olivant.fo Sosialurin 311820 -tað loysir seg C M Y K 29 28