mánadagur 9. februar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 27 - 9. februar 2009
Sambært Jacob
Vestergaard,
landsstýrismanni í
fiskivinnumálum, so
er tað ein gongd leið
at hava eitt alment
reiðarí, har dentur
verður lagdur á at
spara eitt sindur av
peningi í kreppu
tíðum. Hugskotið er
at leggja vaktarskipini
og Magnus Heinason
saman við Strand
ferðsluni. – Frat
etandi ørt, sigur
Elmar Højgaard,
stjóri á Vaktar og
Bjargingartænastuni
SkiparakStur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í hesum tíðum, tá nógvir
pílar peika niðureftir, eru
nógv hugskot frammi um
rationaliseringar hjá tí al
menna. Eitt av hugskotunum
er at skipa øll skipini hjá tí
almenna í eitt stórt reiðarí.
Hetta nevndi Dánjal Andrea
sen, fráfarandi Strand
ferðslustjóri, til móttøku á
Tvøroyri fríggjadagin. Fiski
vinnumálaráðið
arbeiðir
longu við hugskotinum.
Hugskotið ber í sær, at
Brimil, Tjaldrið og Magnus
Heinason fara undir takið
hjá Strandferðsluni í Suður
oy. Hetta skal geva sparingar
í umsiting og avsláttur í
innkeypi.
Hetta er eitt fínt hugskot,
og eg dugi ikki at síggja
nakran vansa við tí, sigur
Jacob Vestergaard. Hann
vísir á, at hetta gevur nógvar
fyrimunir, tá talan er um
innkeyp av provianti og
eisini verður lættari at flyta
manning millum skipini.
Hann leggur somuleiðis
dent á, at hetta skal gerast í
samráð við allar avvarðandi
partar.
Ein partur, sum ikki vil
spæla við hetta hugskot er
Vaktar
og
Bjargingar
tænastan.
Hatta er frat etandi ørt,
sigur Elmar Højgaard, stjóri
á Vaktar og Bjargingar
tænastuni. Hann heldur tað
vera burtur úr vón og viti at
gera tílíkar ætlanir, tí tær
kunnu
sambært
honum
geva álvarsamar fylgjur og
ongar fyrimunir.
Vit hava altíð lagt stóran
dent á at viðlíkahalda skip
ini hjá okkum væl, so tey
eru før fyri at røkja sína
uppgávu til lítar. Hetta kann
mann ikki rokna við, um
tað verður ein annar stovnur,
ið skal taka sær av viðlíka
haldinum.
Alt annað líka, fara teir
at prioritera síni egnu skip,
sigur Elmar Højgaard, sum
er sera ivasamur at avreiða
skipini til Strandferðsluna.
Hetta vil Jacob Vester
gaard ikki viðmerkja, tí
hann ikki vil diskutera við
stovnsleiðslur í miðlunum,
men hann metir, at greiðar
avtalur eru eitt krav, um
slíkt skal fremjast í verki,
ein tílík ætlan skal ikki gera
tænastuna verri.
Lætt at gera
Jacob Vestergaard, sum í
síni tíð flutti Strandferðsluna
til Suðuroyar, heldur ikki,
at nakar vansi er við at flyta
raksturin av skipunum hjá
Vaktar og Bjargingartæn
astuni og Fiskirannsókn
arstovuni til Tvøroyrar, tí
um hetta sparir pening, so
er tað eitt gott hugskot.
Tað er ikki nakar
veruligur trupulleiki at gera
hetta, men vit mugu sjálv
andi gera forarbeiðið ordi
ligt. Bæði millum stovnar
nar og ráðini, sigur lands
stýrismaðurin. Hann metir
hetta vera týdningarmikið,
um mann ikki skal minka
um tænastustøðið.
Aftur her, er Vaktar og
Bjargingartænastan iving
arsom.
Tað verða ongar spar
ingar. Vit hava tey fólkini vit
hava, Fiskirannsóknarstovan
hevur síni og Strandferðslan
hevur síni. Eg dugi ikki at
síggja, hvar mann skal spara
fólk í umsitingini.
Eg dugi heldur ikki at
síggja, at keyp av útgerð
skal gera nakran mun, tí alt
mekaniskt er øðrvísi, og
útgerðin hjá okkum og
hinum er als ikki tann sama,
sigur Elmar Højgaard.
Lítið reiðarí
Elmar Højgaard dugir held
ur ikki at síggja nakran
fyrimun við vanligum inn
keypi.
Tað hevði verið eitt lítið
reiðarí óansæð, hvat teir
funnu uppá. Men tað kundi
borið til at samstarva um
olju og proviant, á sama
hátt, sum vit longu gera við
Fiskirannsóknarstovuna
í
dag, sigur Elmar Højgaard.
Til hetta sigur Jacob
Vestergaard, at alt hugskotið
er nakað, sum skal viðgerast
væl og virðiliga, áðrenn
nakað verður gjørt.
Gamalt hugskot
Stjórin á Vaktar og Bjarg
ingartænastuni vísir á, at
hetta er eitt hugskot, sum
hevur verið frammi fleiri
ferðir fyrr, men at teir altíð
hava funnið útav, at tað ikki
fór at loysa seg.
Hetta er ein lítil fuglur
sum er komin, sum nokk
eisini skal fara avstað aftur.
Tað hevur verið tosað í krók
unum um hetta ofta, men
tað er tíbetur dottið á gólvi,
tá tað er komið til stykkis,
sigur Elmar Højgaard.
Landsstýrismaðurin
er
ikki heilt samdur.
Hetta er ikki nakað, vit
hava hugsað so nógv um
fyrr, men tað er avgjørt eitt
gott hugskot, sum vit fara
at arbeiða víðari við. Vit
hava tosað leysliga um hetta
í eina tíð, men hetta er ikki
nakað sum verður gjørt
uttan eitt gott fyrireiking
ararbeiði,
sigur
Jacob
Vestergaard.
Verður
hetta
hugskot
framt í verki, so hugsar
Jacob
Vestergaard,
at
gongda leiðin er at koyra
alt til Suðuroyar, fyri at
leggja alt undir hattin hjá
Strandferðsluni. Hetta hev
ur við sær, at Vinnumála
ráðið, sum varðar av Strand
ferðsluni, fær ábyrgdina av
hinum skipunum, ið øll
hoyra undir Fiskivinnu
málaráðið.
Flyta øll almenn skip
til Tvøroyrar
Fleiri danir til Grønlands
Danska ferðaskrivstovan Profil Rejser ætlar at fáa fleiri
danir til Grønlands at ferðast í ár, og sambært zoomma
gazine.dk. hevur ferðaskrivstovan fingið fleiri fyrispurn
ingar um Grønland nú enn fyrr. Stjórin, Jack Shapiro,
sigur, at tey hava gjørt nýtt sølutilfar um Grønland sum
ferðamannaland við denti á nakrar ávísar ferðir, og tað
hevur givið úrslit. Harafturat eru bæði dýrir og bíligir
ferðaseðlar, og ein kann t. d. vitja náttúruna ella sigla
fram við landi við strandfaraskipinum.
Sjey stilla ikki uppaftur
Nú er greitt, at í hvussu er sjey tinglimir stilla ikki uppaftur
til íslendska altingsvalið í vár, men tað er væl hugsandi, at
onkur afturat fer at taka somu avgerð, skrivar Morgunblaðið,
sum hevur spurt teir 60 tingmenninar. Millum teirra, sum ikki
stilla uppaftur, er júst fráfarni forsætisráðharrin Geir H.
Haarde, sum herfyri boðaði frá, at hann tekur seg burtur úr
politikki. Millum teirra, sum ætla at halda fram í Altinginum,
eru fyrrverandi ráðharrarnir Kristján L. Möller, Steingrímur
J. Sigfússon, Árni M. Mathiesen, og Einar K. Guðfinnsson.
Verður hugskotið, sum Fiskivinnumálaráðið arbeiðir við, ført út í lívið, so verða umsitingarnar hjá Tjaldrinum og Magnusi
Heinasyni fluttar til Suðuroyar og lagdar saman við Strandferðsluni