mánadagur 9. februar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 27 - 9. februar 2009
MODUL I - 6., 7. og 8. mars 2009
ENNEAGRAM
- mennandi
spennandi
& stuttligt
FØLIR TÚ VIÐHVØRT, at tú
ikki rættiliga skilir tínir starvs-
felagar? Ella at teir ikki skilja
teg? Bresta tit ov ofta saman
ella tosa forbí hvønn-annan?
VIT HAVA KANSKA LYNDI
TIL at halda, at flestu fólk
eru sum vit sjálv. Av tí sama
verður samskifti við onnur
ikki altíð so gott, sum tað
kundi verið.
SKALT TÚ SAMSKIFTA VÆL
og
fáa
mest
møguligt
burturúr
bæði
vinnuligt
og privat, hevur tað stóran
týding at kenna fyrst og
fremst tína egnu, men eisini
aðrar vangamyndir.
ENNEAGRAMMIÐ
HJÁLPR
okkum
at
skilja
ymiskar
persónstypur
ella
vanga-
myndir. Hetta hava kendar
og vælriknar fyritøkur so sum
Microsoft, Novo Nordisk og
Pfizer í Danmark tikið til sín.
Hesar brúka Enneagrammið í
teirra innanhýsis samskifti.
VIÐMERKINGAR FRÁ LuT-
TAKARuM
”Tað var yvirraskandi bein-
rakið...Eg lærdi nógv um meg
sjálva, bleiv beríka og fekk
stórt innlit.” Johild Thomsen
”Ennegrammið kann brúkast
til næstan alt...” Regin Berg
”Góð innleiðing - Sera gott v/
livandi fyrimyndum!” Ingunn
Danielsen
”Eg haldi at hetta er so
beinleiðis brúkiligt og sera
viðkomandi grundarlag
undir sjálvsmenning og men-
ning av samvirkandi felags-
skapum...” Leiðari, Tórshavnar
Kommuna
KOSTNAÐuR
Einans 3475,00 fyri alt viku-
skiftið
TILMELDING
Tilmelding og les meira á
www.synergi.fo.
Synergi - Tórshavn - 22RING (227464) - synergi@synergi.fo
Workshop 19. mars 2009
Hvussu gera tit á tínum arbeiðsplássi við flextíð,
avspáking, arbeiðsbilum, royking, jarðarferðum,
alkohol, merkisdøgum, eitt nú starvsdøgum,
rundum føðingardøgum osfr.?
Er tað eitt sindur hips um haps? Uppfinnur tú
trúliga tann djúpa tallerkin umaftur og umaftur?
Og kundi tú hugsað tær tað meiri skipað? So fell
ikki í fátt. Her er hjálp og inspiratión at heinta á
hesari workshoppini, sum hevur fingið sera góðar
eftirmetingar - onkuntíð heili 10,2 í meðal eftir 13’
skalainum.
Workshoppin snýr seg um, hvussu man kann
skipa arbeiðsplássið í sambandi við ynskir hjá
starvsfólkum, samstundis sum man hevur fokus á
botnlinjuna. Hetta er ein workshop fyri fyritøkur,
sum antin hava ein starvsfólkapolitik, sum treingir
til dagføringar og fyri fyritøkur, sum ongan
niðurfeldan starvsfólkapolitik hava.
Nakrar greiðar reglur um tey mest grundleg-
gjandi tingini á arbeiðsplássinum, eru gull verdar.
Tú sleppur undan frustratiónum, øvundsjúku og
kegli, ferð aftaná ferð, um tey somu tingini.
Fløgu heim við!
Tað besta er, at tú fært eina skabelón av einari
starvsfólkahondbók við tær heim á fløgu (25
síður) og tí er tað lætt at seta í verk.
Lættari kann tað ikki gerast.
Tilmelding og les meira á www.synergi.fo, ella
ring 32BELL (322355).
Tilmeldingarfreist: 26. februar 2009, men fleiri
pláss eru longu farin, so tað er at skunda sær;-)
Vælkomin til tiltøk hjá Synergi.
www.synergi.fo
Starvsfólkahondbókin
- eitt MUST úr HR-amboðskassanum
- Tey fýra skipini, sum
vit nú hava keypt, eiga
stívliga 400 fiskidagar
tilsamans. Upp á sikt
er hetta ikki nóg stórt
grundarlag til rakstur
av øllum skipunum,
men vit arbeiða við
ymiskum ætlanum,
sigur Kristian Martin
Rasmussen, reiðari
Skipakeyp
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
P/F Christian í Grótinum í
Klaksvík hevur nú keypt
teir fýra ísfiskatrolararnar,
sum Føroya Banki í fjør
heyst keypti á tvingsilssølu.
Hetta eru skip, sum vóru
undir hattinum hjá Maru
Seafood, har Jóhan Páll
Joensen er stjóri. Tveir aðrir
ísfiskatrolarar, Navarin og
Borgarin, fóru undir hamar
an um somu tíð, sum hesir
fýra, og teir eru síðan seldir
til Suðuroyar.
Tá suðuroyingar keyptu
Navaran og Borgaran, skilt
ist, at Føroya Banki sam
stundis seldi felagnum TG
Fish fiskidagarnar hjá ein
um skipi aftrat.
Kristian Martin Rasmus
sen, reiðari, vil ikki upplýsa,
hvussu nógv teir hava keypt
teir fýra ísfiskatrolararnar
fyri. Hann ásannar kortini,
at skipini eru keypt nóg dýr,
sum hann tekur til.
Spurdur, hvussu nógvar
fiskidagar hesi fýra skipini
eiga tilsamans, sigur reið
arin:
Talan er um tvey vanlig
loyvi – og tvey smærri
loyvi. Samlaða talið av fiski
døgum hjá øllum fýra skip
inum er stívliga 400.
Kristian Martin sigur, at
upp á sikt eru hesir 400 dag
arnir ikki nóg mikið til løn
andi rakstur.
So, vit fara at arbeiða
við ymiskum møguleikum.
Ein er, at vit møguliga
kunnu útvega okkum eyka
fiskidagar, ein annar er sam
starv við aðrar, og ein triði
er, at onkur av skipunum
ikki fara á fiskiveiði. Allir
møguleikar eru opnir. Nú
hava vit keypt skipini, og
nú verður farið hyggja at,
hvørjir møguleikarnir eru.
Reiðarin í Klaksvík dylur
ikki fyri, at keypið av teim
um fýra ísfiskatrolarunum
er teirra íkast til at fáa Kósa
virkið, sum seinastu mán
aðirnar hevur verið stongt,
latið uppftur.
Jú, tað er eingin loyna,
at hetta er okkara íkast til,
at virkið verður latið upp
aftur, sigur Kristian Martin
Rasmussen.
Spurdur um manning, sig
ur reiðarin, at teir longu
hava verið í samband við
tveir av skiparunum, sum
vóru umborð á ísfiskatrolar
unum, ið Maru Seafood
áður átti.
Hesir báðir eru til reiðar
at koma umborð aftur, og
tað verða teir, sum koma at
seta restina av fólkinum.
Kristian Martin ásannar,
at manningin er altavgerandi
fyri, at samanhangur fæst í
skiparaksturin.
Nú vóna vit bara, at
fiskiskapurin heldur sær,
og at oljan ikki rýkur upp
aftur.
Reiðarin væntar, at tey
fyrstu tvey skipini, Fjals
hamar og Nónhamar, kunnu
loysa um ikki so langa tíð,
meðan Safir og Smaragd í
fyrsta lagi skulu hava klassa
pappírin upp á pláss.
Tað fer at kosta okkum
nakrar miljónir at gera skip
ini klár til fiskiskap, sigur
Kristian Martin Rasmussen,
reiðari.
Eitt íkast til at
lata Kósina upp
Nú hevur P/F Christian í Grótinum keypt ísfiskatrolararnar Nónhamar, Fjalshamar, Safir og
Smaragd
Mynd: Vilmund Jacobsen