mánadagur 9. februar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 27 - 9. februar 2009
Granskingarráðið
bjóðar mikukvøldið
til tiltak um varandi
orku, har ymiskir
granskarar fara at
greiða frá um evnið,
gransking
Eilen Antoniussen
eilen@sosialurin.fo
Mikukvøldið 11. februar
skipar
Granskingarráðið
fyri tiltaki í Miðlahúsinum
í Havn.
Tiltakið verður hildið í
samband við, at evropeisk
vika fyri varandi orku
verður hildin í Evropa í
døgunum 9. til 13. februar.
Á tiltakinum í Miðla
húsinum verður høvi at
hoyra Knud Simonsen, hav
frøðing á Fróðskaparsetri
Føroya, halda framløgu við
heitinum Sjóvarfallið ein
varandi ótroytt orkukelda?
Hákun Djurhuus, stjóri á
SEV, fer at hava framløgu
um, hvørjar ætlanir SEV
hevur
við
varandi
orkukeldum, og Jóhanna
Olsen,
deildarleiðari
á
Umhvørvisstovuni, og Kári
Mortensen, orkuráðgevi á
Jarðfeingi, fara at greiða
frá um evnið varandi orka
og minni Co2 útlát.
Endamálið við evropeisku
vikuni fyri varandi orku,
ella EU Sustainable Week,
er at eggja til samstarv um
at menna møguleikar fyri
varandi orku.
Tiltakið um varandi orku
í
Miðlahúsinum
verður
mikukvøldið 11. februar
klokkan 19.30.
Listasavnið spílar seg
nú út í arbeiðnum
at miðla list. Ein
av týdningarmiklu
málbólkunum, eru
børnini, og fyri
at náa teimum, at
skapa áhuga fyri
list millum børn,
er listfrøðingurin,
Ingeborg Bugge,
farin í holt við eina
listbarnabók, sum
í næstum verður á
gøtuni
Bøkur
Eilen Antoniussen
eilen@sosialurin.fo
Fyri at áhugin hjá børnum
og ungum fyri list skal
nørast, er týdningarmikið
at møta teimum har tey eru.
Innan list er smáligt við til
fari til børn og ung, og hetta
hevur Listasavn Føroya sett
sær fyri at bøta um. Tískil
er setti listfrøðingurin á
Listasavni Føroya, Ingeborg
Bugge á veg við spildur
nýggjari bók til børn um
list.
Ætlanin er, at gera børn
ini forvitin, at læra tey at
hyggja eftir list og geva
teimum eina positiva upp
living av at hyggja eftir list.
Tilfarið er á einum støði,
sum skal gera tað fangandi
fyri tey. Myndirnar eru ein
faldar,
við
løttum
spurningum
afturvið,
greiðir
Ingeborg
Bugge
frá.
Saman við Lydiu Didrik
sen hevur hon lagt bókina
til rættis, og er tað Listasavn
Føroya, ið stendur fyri
útgávuni. Hon eigur sjálv
børn, og kennir alt til nega
tivu fatanina hjá børnum av
at koma til eina fram
sýning.
Mann kann ikki renna,
ikki rópa, ikki peika, ikki
eta og ikki nerta við nakað.
Fyri eitt barn er tað ein
hátíðarligheit yvir tí at
koma til eina listafram
sýning. Við hesi bókini
kann barnið sita í sofuni
saman við einum vaksnum
fólki
og
gjøgnumganga
myndirnar.
Talan er ikki um eina
lærubók, men meir at kalla
ein upplivingarbók. Ein
bók, sum skal geva børnum
hug at tosa um list. Bókin
er bæði estetiskt og listar
liga
uppbygd,
hon
er
prentað á gott pappír, og fer
hon
vónandi
at
vekja
áhugan hjá børnum fyri list.
At gera tey spent uppá at
koma í Listasavnið at síggja
veruliga verkið.
Listasavnið
fremmant
Bókin, sum vendir sær til
børn í aldrinum 711 ár, er
bert ein av fleiri útgávum.
Eftir ætlan koma fleiri
útgávur
seinni,
ið
eru
ætlaðar
størri
børnum.
Hetta verður gjørt, tí tørv
urin er so stórur á tilfari til
børn og ung um list. At
koma
í
Listasavnið
er
fremmant fyri ein stóran
part av børnum og ungum.
Tað er í veruleikanum
løgið, tá vit liva einum
tílíkum visuellum samfe
lagið. Við hesi bókini vóna
vit at børn og ung verða
kunnað um og læra at kenna
listina,
og
at
hand
faringarangistið hvørvur.
Í bókini eru 18 myndir til
níggju evni, og eru tær
blandaðar í stíli. Fleiri av
myndunum eru naturalis
tiskar og einfaldar hjá børn
unum at eygleiða og at
svara
spurningum
til,
meðan
aðrar
eru
meir
abstraktar í stíli, og harvið
meir
avbjóðandi
fyri
lesaran. Tilfarið er valt út
frá um nakað er at tosa við
børnini um. Aftast í bókini
eru síður settar av til at
klistra postkort í, sum tey
kunnu savna.
Bókin hevur fingið heitið
»Myndir í myndum«, og
kemur út á føroyskum og
donskum um somu tíð. Og
hóast bókin ikki beinleiðis
vendir sær til skúlabrúk,
egnar hon seg væl til frálæru
í list, sigur Ingeborg Bugge.
Arbeiðið við bókini hevur
verið drúgt, og tað hevur
verið neyðugt at skrivað og
umskrivað tilfarið til tað er á
endaliga støðinum. Nú eru
bert nakrir snøklar eftir, og
væntandi verður bókin á
gøtuni í komandi mánaði.
Læra
børn at
síggja
list
Varandi orka á breddan
Bardot ger vart við seg
Tann einaferð so nógv avhildna franska filmsstjørnan
Brigitte Bardot er aftur farin í hernað ímóti kópaveiði.
Bardot hevur í mong ár stríðst fyri at fáa bann ímóti allari
kópaveiði. Tað hevur ikki borið til, og nú krevur hon, at
Frakland skal banna øllum innflutningi av úrdráttum úr
kópi. Í einum opnum brævi til Nicolas Sarkozy, forseta
krevur hon, at innflutningsbann verður sett í gildi
beinanvegin. Brigitte Bardot hevur fyrr vent sær til
donsku Margrethu drotning fyri at fáa hana at steðga
kópaveiðini hjá grønlendingum.
Toppar til Tromsø
Tann 28. apríl verður ein stór veðurlagsráðstevna í norska
býnum Trimsø, og longu nú er greitt, at fleiri kend nøvn
verða millum luttakararnar. Eitt nú hevur fyrrverandi
amerikanski varaforsetin Al Gore tikið av innbjóðing frá
fyrireikarunum, og tað er ikki óhugsandi, at Hillary
Clinton, uttanríkisráðharri, kemur eisini, skrivar Nordlys.
Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hevur sagt, at
hann kemur til Tromsø. Herumframt hevur Italkia boðað
frá, at tað fer at senda sín uttanríkisráðharra á
ráðstevnuna.
Skal vi se på billeder?
Ingeborg Bugge og Lydia Didriksen
»Skal vi se på billeder« kemur
út á føroyskum og donskum
samstundis. Føroyska heitið
er »Myndir í myndum«.
Ingeborg Bugge, listfrøðingur,
og lærarin Lydia Didriksen
hava í felag ritstjórnað
bókina, sum Listasavn Føroya
gevur út. Kápumyndin er
málningur eftir Edward Fuglø