Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 9. februar 2009 11 tíðindi Undir orðaskiftinum av munnligum fyri­ spurningum á tingi í síðstu viku tóktust tingfólk samd um at veita ungum gentum koppseting móti lív­ móðurhálskrabba, hóast játtanin er ov lítil. Nú tekur Mið­ flokkurin tingfólk upp á orðið – og leggur fram uppskot um eykajáttanarlóg KRABBAMEIN Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Endamálið við hesi eyka- játtan, er at kunna seta pengar av til at fara undir koppsetan av øllum 12, 13 og 14 ára gomlum gentum. Í verandi játtan er bert peningur tøkur at koppseta tær 12 ára gomlu, sigur Mið- flokkurin í fráboðan. Flokkurin vísir á, at undir orðaskiftinum um munn- ligan spurning um evnið, tóktist sum breið undirtøka var fyri at bjóða øllum trimum árgangunum at kunna koppseta seg, tó at játtan bert er tøk til ein árgang. Og tískil valdi Mið- flokkurin at geva ting- monnunum møguleika at seta handling aftan fyri orðini og játta neyðuga peningin. Teir tríggir tingmenninir hjá Miðflokkinum siga í viðmerking til uppskotið, at teir fegnast um, at kopp- seting fyri lívmóðurháls- krabba byrjar, men harmast um at tilmælini frá sakkunn- leikanum ikki verða fylgd. Hesi tilmælini mæla til koppseting av teimum, ið fødd eru í 1994, 1995 og 1996. - Tíverri hevur Løgtingið bara játtað pening til 1996- árgangin. Uppskot Mið- floksins um eykajáttan fevnir um allar tríggjar árgangirnar og tryggjar her- við bæði tær 12, 13, og 14 ára gomlu verju móti sjúku- elvandi virusinum, siga Jenis av Rana, Bill Justinus- sen og Karsten Hansen. Eykajáttan til lív­móður­ háls­krabba á tingborð Herfyri mótmæltu studentaskúla og HF næmingar ætlaðum broytingum av skrivligu próv­ tøkunum. Mótmælini eru nú tikin til eftir­ tektar PRÓVTØKA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Landsstýriskvinnan í menta- málum, Helena Dam á Neystabø, hevur tikið avgerð um, at próvtøkan hjá studentaskúla- og HF- næmingum komandi summar verður eftir sama leisti sum árini framman- undan. Tann 23. januar 2009 fekk Mentamálaráðið eitt skriv frá næmingum í 3. s og 2. HF kring landið, har tey vístu á trupulleikar í sambandi við, at skrivligu próvtøkurnar í donskum og enskum vóru broyttar í mun til áður. Uppgávurnar, sum higar- til hava verið nýttar til próv- tøkurnar, eru tær somu, sum næmingar á donsku studentaskúlunum hava havt. Danska studentaskúla- skipanin er broytt, og tað eru uppgávurnar eisini, men okkara studentaskúla- skipan er ikki broytt. Nú “gamla” slagið av próvtøkuuppgávum ikki verður nýtt longur, hevur Mentamálaráðið arbeitt við at menna skrivligar próv- tøkuuppgávur í eitt nú enskum eftir einum nýggj- um leisti. Bæði næmingar og lærarar á studenta- skúlunum og HF-skeiðnum taka undir við teimum ætlaðu broytingunum, men teir hava víst á, at skotbráðið at fara frá gamla uppgávu- slagnum til nýggja uppgávu- slagið longu á sumri 2009 er ov stutt. Hetta kann verða óheppið fyri næmingarnar, og hava ávirkan á teirra próvtøkuúrslit. Mentamálaráðið skilir hesi sjónarmiðini, sum bæði lærarar og næmingar hava ført fram um ætlaðu broytingarnar. Eftir at hava viðgjørt spurningin saman við leiðslunum á skúlunum, hevur Mentamálaráðið tikið hesa avgerð, sum merkir, at skrivligu próvtøkurnar hjá studentum og HF’arum í enskum og donskum kom- andi summar verða eftir tí leisti, sum higartil hevur verið arbeitt við í undir- vísingini. Henda avgerð ávirkar ikki virðismetingina av einum føroyskum students- ella HF prógvi. Broyta ikki s­kriv­ligu próv­tøkurnar í ár Tað var tann 23. januar, at 300 miðnámsskúlanæmingar mótmæltu ætlaðu broytingunum við skriftligu próvtøkunum Synergi - 32BELL (322355) www.synergi.fo - synergi@synergi.fo SKEIÐ 25. MARS 2009 Senda tit hópin av rykkjarum? Er hetta ein tyngjandi ábyrgd, sum í ringasta føri kann føra við sær, at tit aldrin fáa peningin inn? So er hetta skeiðið helst nakað fyri tykkum. Á skeiðnum fært tú íblástur til, hvussu tú á bestan hátt handfarir skuldarum líka frá fyrsta faktura verður send, til fyribyrgjan av tapi, til áminngarskriv, ómaksgjøld, ren- tur og innheintan. Ofta er tað trupult at vera tann, sum við fremstafingri á lofti skal ringja til kundan fyri at minna hann á at gjalda. Tú fært eisini íblástur til, hvussu tú tryggjar eitt gott og javnbjóðis samskifti við kunda og varðveitir góða sambandi, soleiðis at kundin framvegis ynskir at verða kundi í fyritøkuni. Super góðar eftirmetingar Luttakarar hava givið hesum skeiðið og skeiðsleiðarunum, heili 10,3 í karakter eftir 13’skalanum. Málbólkur Størri og smærri fyritøkur, ið ynskja at fáa størri succes við at fáa úti- standandi pening í hús. Brot úr skránni Tryggja gott samskifti, soleiðis • at kundin framvegis ynskir at verða kundi í fyritøkuni Loysir tað seg at biðja um • ákonto gjald? Hvussu menna vit og seta í verk • góðar, handilstreytir og kreditt- politik? Hvat er at gera, um skuldarin er • ógjaldførur? Onnur tiltøk um kundin ikki • rindar Betri stýring og rykkjan av skuldarum (debitorum) - fáið útistandandi pening í hús Hava tit dagført tykkara Officepakka til tí nýggjastu versiónina, við øllum teimum nýggju og smørtu funkunum? Upplivir tú oftani frustratiónir, tí alt er ikki sum tað plagar? Spar tíð Tú hevur júst fingið Office 2007. Áðrenn tú fekst hetta innstallerað, hevði tú rímuliga væl kekk uppá tey gomlu forritini, eitt nú Word, Excel, PowerPoint og Outlook. Nú hetta nýggja og smarta Office 2007 loggar á skermin hjá tær, følist tað stundum, sum um tú skalt byrja av nýggjum. Funkur- nar eru ikki har tær vóru, og tað er lættari sagt enn gjørt, at finna útav øllum teimum nýggju og smørtu funkunum, sum Office 2007 í veruleikanum hevur at bjóða uppá. Nú sleppur tú undan at brúka nógva tíð uppá at prøva teg fram. Kom á skeið 27. apríl og lær grundprinsippini. Tilmelding Tilmelding fer fram á heimasíðu okkara www.synergi.fo - ella ring. Max. 14 luttakarar. Synergi - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - Tel. 32BELL (322355) Lær MS Office 2007 - lættari, skjótari og betri Lær skjótt at gangnýta nýggju brúkaraflatuna hjá Word, Excel, PowerPoint & Outlook - umframt tað nýggja!