Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 27 - 9. februar 2009 Svam um Atlantshavið Fyri fyrstu ferð hevur ein kvinna svomið tvørtur um Atlantshavið, og so er helst rætt at gera vart við, at talan er um eina tilkomna kvinnu. Tí tann amerikanska Jennifer Figge er 56 ára gomul, men tað forðaði henni ikki í at svimja frá Kap Verde úti fyri afrikonsku strondini vestur til Trinidad. Ferðin tók 25 dagar. Hon var tó ikki í sjónum alla tíðina. Ein bátur fylgdist við henni, so tá hon hevði svomið einar átta tímar út í eitt, kundi hon hvíla seg í bátinum, skrivar AP. Tannheilsan hjá føroyskum skúla­ børnum er sera nógv batnað síðan 1991, tá tannlæknar fóru undir at skráseta tenninar á børnum Heilsa Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Føroysk børn hava nógv betri tenn í dag í mun til fyri fáum árum síðani. Hetta vísir nýggjasta upp­ gerðin hjá Tannlæknafelag­ num og Heilsumálaráð­ num. Í uppgerðini verður sagt, at síðan tannlæknarnir í Før­ oyum fóru undir at skráseta øll skúlabørn fyri tannsjúk­ ur eftir altjóða reglum hjá WHO í 1991, er tannheilsan hjá børnum batnað mun­ andi. Í talvu 1 sæst, at prosentið av 5 ára gomlum børnum við frískum barnatonnum er hækkað úr 29 prosentum í 1991 upp í 59 prosent í 2007. Fyri tey 7 ára gomlu er prosentið av børnum við frískum barnatonnum hækk­ að úr einans 9 prosentum í 1991 upp í 33 prosent í 2007. Sama er galdandi fyri vaksnamannatenninar hjá 7, 12 og 15 ára gomlum børnum: tannheilsan er batnað nógv síðan skrá­ setingin byrjaði í 1991. Færri ógvuslig dømi Um hugt verður eftir hinari talvuni á síðuni, sæst, at tal­ ið av børnum við sera vána­ ligari tannheilsu er nógv minkað. Her verður tann­ heilsan bólkað upp í fýra, har støði 1 eru børn við heilt frískum tonnum. Her veksur talið fyri bæði 5 og 7 ára gomul børn árini 1991­2007, og 60 prosent av teimum 5 ára gomlu og 33 prosent av teimum 7 ára gomlu hava onga brenda barnatonn í 2007. Um hugt verður eftir støði 4, sum er børn við sera vánaligum barnatonn­ um, sæst, at her minkar talið, sum árini ganga. 11 prosent av teimum 5 ára gomlu og 20 prosent av teimum 7 ára gomlu hava havt álvarsliga brendar barnatenn í 2007. Reglulig tannrøkt í 90’unum Síðani 1991 eru øll skúla­ børn og flestu smábørnini millum 3 og 6 ár skrásett á hvørjum ári. Nógvastaðni í landinum varð farið undir regluliga tannrøkt fyri smábørn í fyrru helvt av 90’unum, hóast eingin lóg álegði kommununum hetta. Í 1986 samtykti Løgtingið lógina um tannrøkt fyri skúlabørn, og á vári í 1998 nýggja lóg um barna­ og ungdómstannrøkt, sum kom í gildi flaggdagin í 1998. Henda lóg fevnir um viðgerandi og fyribyrgjandi tannrøkt fyri øll børn frá 0 til 16 ár. Sambært kunngerðini um kommunala barna­ og ung­ dómstannrøkt skuldu øll børn, ið lógin umfatar, vera komin undir skipanina ár 2001. Kreppan gjørdi sítt Í 2001 hevði skipanin við tannheilsuskráseting av føroyskum børnum virkað í 10 ár. Tá eftirmettu tann­ læknarnir støðuna, og sagt varð, at størsta framgongdin var tey fyrstu 5 árini, frá 1991 til 1996. Greitt varð frá, at hesi árini var kreppa í føroyska samfelagnum og umstøðurnar hjá barna­ familjum gjørdust peninga­ liga trongar. ­ Hugsast kann, at vána­ liga keypiorkan gjørdi, at ovurnýtslan av góðgæti minkaði samsvarandi. Hetta saman við fyribyrgjandi til­ tøkunum innan tannheils­ una, man hava viðvirkað til betraðu tannheilsuna, varð niðurstøðan tá. Eisini varð sagt, at stígur kom í, tá tíðirnar batnaðu. – Men hóast ovurnýtslan av søtum drykkjum og góð­ gæti er stór millum børn og ung, eru tølini fyri tann­ heilsuna ikki versnaði, men batna framhaldandi – tó spakuliga. Orsøkin er helst, at børn og foreldur fáa frá­ læru í tannbusting (fyribyrg­ ing) og eru meira medvitið um týdningin av hesum. Tenninar á børnum nógv batnaðar Børn við frískum barnatonnum í % av einum árgangi BARNATENN: 1991 2007 5 ára gomul 29% 59% 7 ára gomul 9% 33% Børn við frískum vaksnamannatonnum í % av einum árgangi VAKSNAMANNATENN 1991 2007 7 ára gomul 62% 92% 12 ára gomul 12% 47% 15 ára gomul 4% 23% Myndin vísir tað, sum verður rópt torleikastøði á barnatonnum í Føroyum hjá 5 og 7 ára gomlum børnum frá 1991 til 2007. Støði 1 eru børn við heilt frískum tonnum. Kariesskráseting 1991-2007, børn 3-15 ár, Tannlæknafelagið og Heilsumálaráðið 2008 Tannlæknin er natúrligur liður í barndóminum hjá børnum millum 0 og 16 ár. Reglulig viðgerð og fyribyrging hevur havt við sær, at prosentið av 7 ára gomlum børnum við frískum barnatonnum er hækkað úr 9% í 1991 upp í 33% í 2007 ±Modellmynd Dávið vil ikki frá Dávið Oddsson boðaði í gjár íslendsku stjórnini frá, at hann leggur ikki frá sær sum stjóri í Seðlabanka Íslands. Tað var Jóhanna Sigurðar­ dóttir, forsætisráðharri, sum bað Dávið Oddsson siga stjórastarvið í Seðlabankanum frá sær, men í gjár svaraði hann, at hann fer ikki at gera eftir áheitanini. Í brævinum til forsætisráðharran skrivar Dávið Oddsson millum annað, at hann er ongantíð lopin frá nakrari uppgávu, sum hann hevur átikið sær, og tað fer hann heldur ikki at gera hesaferð.