mánadagur 9. februar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 27 - 9. februar 2009
Í vikuskiftinum
royndu fuglfirðingar
saman við veitarum
eina nýggja olju
sperru, sum er long
og løtt at handfara,
um olja skuldi farið á
sjógv
Tilbúgving
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fuglafjarðar kommuna hev
ur tikið stig til at bøta um
tilbúgvingina. Kommunan
hevur keypt eina nýggja
oljusperru, sum er 350
metrar long. Tað eru feløg
ini Norlense í Noregi og
Lamor í Finlandi, sum eru
saman um at levera ein
samlaðan pakka, ið eisini
fevnir um frálæru. Pakkin
er sjálv oljusperran, sum er
á stórari trumlu, og síðan er
ein skiljari og kompressari,
sum skilir oljuna úr sjó
num.
Í
vikuskiftinum
varð
nýggja sperran roynd á
Fuglafirði, tá ein norðmaður
og ein finlendingur vóru
her heima og løgdu lag á.
Umframt fólk úr Fugla
firði, vóru eisini onnur til
steðar, eitt nú sløkkilið av
Skálafjørðinum, Klaksvík
og Tórshavn, umboð fyri
Vaktarog Bjargintartænast
una og umboð fyri olju
feløg.
Størri tryggleiki
Havnastjórin við Fugla
fjarðar havn, Rólant Høj
sted, sigur, at teoretiska frá
læran fór fram á Muntra, og
praktiska frálæran fór fram
niðri
á
bryggjuni,
har
nýggja oljusperran eisini
varð roynd.
Nýggja oljusperran er
øll uppi á eini stórari
trumlu, sum tilsamans vigar
eini 56 tons.
Rólant sigur, at sperran
er sera løtt at handfara.
Tveir mans kunnu einsa
mallir seta hana út, um olja
knappliga fer á sjógv. Annar
passar trumluna á bryggjuni,
og hin er í báti og sleipar
sperruna út á vánna. Sperr
an er soleiðis løtt at arbeiða
við. Hon er long, og tað tek
ur stutta tíð at leggja hana
út.
Havnastjórin vísir á, at
hetta er ein neyðugur og
týðandi partur av tilbúgv
ingini á Fuglafirði, tí nógv
skip koma og fara um havn
ina millum ár og dag.
– Aftrat hesum kemur, at
vit hava fingið goymslu til
tungolju, og henda dregur
fleiri og fleiri stór skip
higar til bunkringar, leggur
hann aftrat.
Rólant Højsted sigur, at
tað er ein størri tryggleiki
hjá kommunu og havnaum
sjón, tá tú hevur eina slíka
oljusperru at taka til, sum
kann leggjast út eftir lítlari
løtu.
Danmark vil ikki hava
fangar
Tað hevur ljóðað, at Danmark kanska skuldi taka ímóti
nøkrum av fangunum í Guantanamoleguni, men danski
verjumálaráðharrin, Søren Gade, sló fast í gjárkvøldið,
at so verður ikki. Hann segði, at Danmark ásannar
trupulleikan, men heldur tó ikki, at talan er um ein
trupulleika, sum danir eiga at loysa. Amerikanski
varaforsetin, Joe Biden, bað leygardagin onnur lond
taka ímóti fangum, sum nú eru í Guantanamoleguni.
Ætlandi skal legan niðurleggjast um eitt ár.
131 deyð í skógareldum
Avstralsku myndugleikarnir kunngjørdu í morgun, at tá
høvdu skógareldarnir har suðuri í landinum kravt 131
mannalív. Myndugleikarnir siga, at 31 skógareldar herja
framvegis statin Victoria, og at fleiri bygdir eru kolaðar upp.
Tíðindastovurnar skriva, at minst 750 hús eru farin upp í
royk. Avstralska løgreglan hevur illgruna um, at fleiri av
eldunum eru ásettir, og Kevin Rudd, forsætisráðharri, brúkti
í gjár orðið ”hópdráp”, tá hann tosaði um tað, sum er hent í
Victoria.
Vit hava nógvar
skipavitjanir um árið,
og tí er eisini neyðugt
við góðari tilbúgving,
sigur havnastjórin
FuglaFjørður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Rólant Højsted tók við
starvinum sum havnastjóri
í við Fuglafjarðar havn 1.
januar í ár. Hann er ættaður
úr Funningi, men býr á
Eiði. Rólant er útbúgvin
skipsførari.
Aftrat sær á havnaskriv
stovuni hevur hann tveir
havnaumsjónarmenn.
Stór skip
Talið av skipum, sum koma
og fara um Fuglafjarðar
havn millum ár og dag, er
ikki tað størsta í Føroyum,
men nógv av hesum skipum
eru stór.
Í fyrsta lagi er tað Havs
brún, sum dregur stóru
pelagisku skipini til sín, og
síðan er tað trolvirkið Vón
in.
Í Fuglafirði er eisini
goymsla bygd til tungolju,
sum hin einasta í Føroyum,
og hagar leita stór skip til
bunkringar.
700 um árið
Rólant Højsted sigur, at í
fjør komu og fóru sløk 700
skip um Fuglafjarðar havn.
Alt bendir á, at talið av
skipum heldur er veksandi
enn minkandi.
– Taka vit januar mánaða
í ár, høvdu vit fleiri enn 70
vitjanir ímóti 57 í januar
mánaði árið fyri. Nógvar
skipavitjanir krevja góða til
búgving, sigur nýggi havna
stjórin
við
Fuglafjarðar
havn, Rólant Højsted.
Slakar 700 skipavitjanir í 2008
Í januar í ár hevði Fugla
fjarðar havn stívliga 70
vitjanir av skipum ímóti 57 í
sama mánaði árið fyri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fuglafjørður styrkir tilbúgving
Tveir mans kunnu einsamallir leggja sperruna út, um olja fer á sjógv. Annar passar trumluna á bryggjuni, og hin er í báti og sleipar sperruna út á vánna, sigur
havnastjórin, Rólant Højsted
Mynd: Vilmund Jacobsen