Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 27 - 9. februar 2009 ] Huntelaar vil burtur Tað er bert ein mánaður síðani, at hollendski Klaas Jan Huntelaar gjørist nýggjur Real Madrid-spælari, men nú vil áleyparin longu burtur. Síðani hann kom til felagið, hevur hann bert fingið 151 minuttir á vøllinum, og hann sigur seg als ikki kenna seg hava nakað sum helst álit frá venjaranum. Boro skyldar tríkvart milliard Middlesbrough hevur tað alt annað enn lætt á vøllinum, har liðið stríðist fyri at koma sær úr niðurflytingarvandanum í Premier League. Nú skriva enskir miðlar, at støðan hjá felagnum eisini er trupul uttan fyri vøllin. Sambært Gareth Southgate, sum er manager hjá felagnum, er skuldin nú um tríkvarta milliard. Flytur felagið niður, merkir hetta helst ein inntøkumiss upp á milllum 300 og 500 milliónir krónur. Kassin er tómur KÍ-sølan av Rógva Jacobsen undirstrikar enn einaferð, at føroysku fótbóltskassarnir eru um at tømast Ítróttarklumma Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo »The fittest survives« Flestum kunnugt merkir hugtakið hjá Darwin ikki, at tann fittasti yvirlivir. Hinvegin merkir tað heldur ikki, at tann sterkasti yvirlivir. Ein fatan – ella misfatan – sum tó er rættiliga vanlig. Tað merkir nevnliga, at tað er tann, sum dugir best at tillaga seg til umstøðurnar er tann, sum førir ættina víðari, og júst tillagan er fram um nakað tað, sum føroysk fótbóltsfeløg skríggja eftir í hesum døgum. Ja, helst eisini ítróttur sum heild, men pengarnir í føroyskum fótbólti hava verið so hampuliga nógvir seinnu árini, og tí merkist fíggjarliga bakkastið so sera væl hjá hesum feløgum. Og so er spurningurin, hvør dugir best at tillaga seg. Í Klaksvík hava tey longu fyri rúmari tíð síðani boðað frá, at tey nú repa fíggjarligu seglini. Og megnar felagið at halda fast um spennandi ungdómsarbeiði, sum varð sett ígongd fyri nøkrum árum síðani, kann væl hugsast, at felagið megnar tillagingina. Kanska ikki í 2009, sum helst meira var ein ynskidreymur heldur enn nakað veruleikakent mál, men verður arbeitt miðvíst, kemur úrslitið eisini. Men tað boðar nú ikki frá nøkrum miðvísum arbeiði, at pengakassin, sum var so fullur fyri bara trimum árum síðani, nú er mest sum skrellaður. Og tann parturin verður at galda fyri samlaða føroyska fótbóltsheimin. Vit hava áður sagt, at ein niðurgongd í kappbjóðingini um spælarar og ein samsvarandi upptrappan í royndini at ala spælarar úr egnum felag, bert kunnu gagna føroyskum fótbólti í longdini. Sjálvandi kunnu feløg taka nøkur tøk enn, og tað er alla æru vert, at eitt nú ÍF tykist spenna bogan høgt. Men tað verður fyrst og fremst við einum góðum fótarbeiði, at lunnar verða lagdir undir eitt sterkt felag. KÍ repar seglini, og tá ÍF legði boð inn upp á Rógva Jacobsen, kundi felagið ikki siga nei Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Rógvi Jacobsen skal kom- andi tvey árini spæla við ÍF. Tað ljóðaði longu fríggja- dagin, og leygardagin varð spælaraskiftið staðfest, tá ÍF á ársveitsluni kundi boða frá, hvør av teirra spælarum hevur 9-talið á rygginum komandi kappingarár. Tað er longu nakað síð- ani, at KÍ staðfesti, at Rógvi hevði frítt at fara. Eins og fleiri onnur feløg í landin- um, so hevur KÍ trupult við at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman, og í semju við spælaran varð fyri jól gjørt av, at tað helst var best, um partarnir fóru hvør til sítt. Tað merkti tó ikki, at KÍ vildi lata Rógva Jacobsen fara fyri einki, men við heimasíðuni hjá KÍ stað- festir Tummas Lervig, at teir ikki kundu siga nei, tá ÍF kom við einum boði upp á spælaran. - Fíggjarliga fyritreytirnar í samfelagnum eru sera nógv broyttar bara síðstu mánaðirnar, og tað hava vit merkt í KÍ. Vit mugu heilt einfalt laga okkum eftir versnandi fíggjarligu um- støðunum. Samstundis vil eg takka Rógva fyri gott samstarv og ynskja honum góða eydnu í ÍF, sigur Tummas Lervig, formaður, við heimasíðuna hjá KÍ. Feløgini eru samd um ikki at upplýsa innihaldið í sáttmálanum. Enn er tað ikki almannakunngjørt, men alt bendir á, at Alex José dos Santos spælir við føroyameistarunum úr EB/Streymi hetta kappingarárið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Alex hevur verið heima í feriu, men nú kemur hann aftur til Føroya, og enn hava hann og B36 ikki skrivað undir nýggja avtalu. Hinvegin er líkt til, at spælarin nú aftur skal spæla undir Sigfríði Clementsen og Magna Mohr, sum vóru venjarar, tá Santos og hinir í B36 vunnu føroyameist- araheitið í 2005. Sum skilst eru tað nú bert formlig viðurskifti við ar- beiðs- og uppihaldsloyvin- um, sum skulu fáast í rætt- lag, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður. Alex José dos Santos hevur í fleiri ár verið roknaður fyri besti vinstri bakkurin í Føroyum. Nú er mest sum greitt, at tað verður EB/ Streymur, sum fær gleði av hansara fótbóltsevnum Santos til EB/Streym Ikki ráð at hava Rógva Tað verður í ÍF, at Rógvi Jacobsen skal gera um seg. Leygardagin kundi leiðslan í ÍF boða frá, at tvey ára sáttmáli er undirskrivaður við Rógva