mánadagur 9. februar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 27 - 9. februar 2009 ]
Zola vil ikki til Chelsea
Tað gongur einki serligt hjá Chelsea, og trýst er á venjaran
Luiz Felipe Scolari. Fleiri ensk bløð hava seinastu dagarnar
róð fram undir, at Scolari kann fáa sekkin, og Gianfranco
Zola skal taka við eftir hann. Zola var í fleiri ár ein av best
umtóktu spælarunum hjá Chelsea, og nú venur hann West
Ham. Zola sjálvur hevur boðað frá, at hann ætlar sær at
halda fram í West Ham.
Noreg er sum Liktinstein
Týskland skal í næstum spæla ímóti Liktinstein og Wales í HM-
undankappingini, og teir fyrireika seg til hesar dystir við at spæla
ímóti Noregi. Hetta er ikki heilt tilvildarligt, sigur venjarin. -
Dysturin ímóti Noregi er ein týðandi roynd fyri okkum. Noreg fer at
spæla líka verjukent, sum Liktinstein og Wales spæla, sigur Joachim
Løw sambært VG.
Poul Ennigarð og
Hans Pauli Petersen
skulu báðir spæla í
reyða ÍF-búnanum í
ár
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Lagið var av tí besta, tá ÍF
helt ársveitslu leygarkvøld-
ið.
Fleiri nýggjar troyggjur
vórðu sýndar fram, og á
nummar 6 og 13 eru tvey
nýggj nøvn.
Poul Ennigarð, sum ikki
gjørdi nakað serligt við fót-
bóltin í fjør, hevur skrivað
undir eitt-ára sáttmála við ÍF,
sum hann eisini spældi við
fyri nøkrum árum síðani.
Og eisini kemur Hans
Pauli Petersen við Poul úr
Gøtu. Hans Pauli gjørdi
heldur ikki tað heilt stóra
við fótbóltin í fjør, men nú
hevur hann so tikið gaggur-
nar framaftur, og hann skal
soleiðis eisini vera partur
av hópinum hjá ÍF.
Eisini er staðfest, at
Viggo Johannesen nú aftur
verður at síggja hjá liðnum
hjá ÍF, so alt í alt tykist talan
í ár vera um ein sterkan
hóp, sum eisini kann gera
um seg móti sterkastu liðun-
um í deildini.
Tveir gøtumenn til ÍF
Poul Ennigarð fer saman við
Hans Paula Petersen at spæla
við ÍF komandi kappingarár
Dejan Lacok nart bara
eina ferð við bóltin
í mansfinaluni. Men
brotskastsbjargingin
tryggjaði Neistanum
steypasigurin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fagnaðurin var ovurstórur
hjá Dejan Lacok leygardag-
in, tá mansfinalan var av.
Rumenski málverjin hjá
Neistanum hevur fyri tað
nógva agerað sum stuðul
hjá starvsfeløgum sínum,
heldur enn at standa sum
málverji. Hetta tí Neistin
mest sum hvørja ferð hevur
ein útlending ov nógv í hóp-
inum, og at ein av hesum tí
má sita yvir.
Blagoje Buha hevði tó ikki
verið inni, tá Kyndil fekk
brotskast í sínum seinasta
álopi, og so tók Dejan av.
- Eg segði við Jakob, at
eg kundi gott royna. Bæði
Ári og Magnus høvdu stað-
ið væl, men teir høvdu ikki
tikið nakað brotskast. Og
eg havi ofta tikið lutfalsliga
nógv brotskøst, so hví ikki.
Í VÍF var bjargingarpro-
sentið hjá tær upp á júst
brotskøst sera høgt. Hvat er
loyndarmálið, tá ein mál-
verji skal taka brotskast.
- Tað veit eg ikki. Tað
snýr seg um at vera konsen-
treraður, og so um at duga
at bíða so leingi sum tilber.
Eg haldi ikki, at tað er
annað enn tað, segði fegni
málverjin,
beint
áðrenn
hann saman við liðfeløgun-
um skuldi eftir steypinum.
Hetja í átta sekund
Onkra staðni í trunkanum er Dejan Lacok. Fagnaðurin var sjálvandi ovurstórur, tá hann við avgerandi bjargingini tryggjaði
Neistanum fyrsta steypasigurin í 15 ár
Mynd: Álvur Haraldsen