mánadagur 9. februar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 27 - 9. februar 2009 ]
Adams fekk sekkin
Enska Premier League felagið, Portsmouth, boðaði í morgun frá,
at Tony Adams ikki longur er manager hjá felagnum. Tony Adams
varð settur í starvið hjá Portsmouth í oktober mánaði í ár, tá Harry
Redknapp valdi at taka av einum tilboð frá Tottenham, men tað
hevur ikki hepnast serliga væl hjá honum. Tað var annars líka við
og næstan leygardagin, tá Portsmouth fáar minuttir fyri leiklok
var á odda móti Liverpool, men málini frá Kuyt og Torres syrgdu
fyri, at Portsmouth fyri níggjundu ferð á rað mátti av vøllinum
uttan stig. Og tað var altso ov nógv fyri leiðsluna í felagnum.
Jankovic heldur fram
Hóast leysasøgur vilja vera við, at Dmitrije Jankovic
skuldi koma aftur til Føroya, er nú staðfest, at so verður
ikki. Serbiski miðverjuleikarin, sum seinnu árini millum
annað hevur spælt við VB/Sumba og B36, hevur longt
avtaluna við FK Sevojno úr Serbia, sum bindir hann at
felagnum fram til summarsteðgin. Dmitrije Jankovic
skifti til FK Sevonjo í november í fjør.
Stjørnan staðfesti
enn eina ferð sína
støðu sum fremsta
kvinnuliðið í landin
um. Tjaldur beit tó
væl frá sær í finaluni,
sum leingi var ein
undirhaldandi upp
gerð millum tvær
hondbóltsfatanir
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ferðin og kropsliga
styrkin hjá Stjørnuni móti
skotstyrkini hjá Tjaldri.
Spádómarnir
undan
kvinnufinaluni vórðu stað
festir, mest sum í somu løtu,
sum dómararnir bríkslaðu
hesa ígongd leygardagin.
Kristina var framúr
Hjá báðum pørtum stóð
greitt, at byrjanin av dystin
um væl kundi fáa heilt stór
an týdning, og tað tóktist
eisini vera nakað, sum
órógvaði spælararnar.
Ikki minst hjá Stjørnuni,
sum hevði ilt við veruliga at
fáa tempo á spælið. Í øllum
førum, tá liðið var komið í
álop. Hinvegin royndu klaks
víkarkvinnurnar frá fyrsta
bríksli at byrja øll álop við
fullari ferð, soleiðis at Tjald
urskvinnurnar hvørja ferð
vóru tvingaðar at spurta heim,
og tað skuldi nú eisini vísa
seg sum eitt gott hugskot.
Í verjupartinum høvdu fav
orittarnir úr Klaksvík tó sera
ilt við at gera nakað sum
helst við stórskjúttan hjá
Tjaldri, Adinu Petrea. Fram
um aðrar á vøllinum hevði
hon eisini royndirnar, sum
koma til góðar í slíkari
uppgerð, og ísakald skifti
hon ímillum at bumba bólt
arnar í meskarnar ella bara
at sleppa teimum inn á strik
una, har Sarah Ann B. Thom
sen í fleiri førum gjørdi lívið
súrt hjá Stjørnuni.
At Stjørnan kortini fekk
gott tak á dystinum longu
undan steðginum, kunnu tær
fyrst og fremst takka Kristinu
Griksaite fyri. Hóast hon í
fleiri ár hevur verið millum
fremstu málverjarnar í land
inum, so hevði Kristina ikki
vunnið gull í føroyskari kapp
ing undan leygardegnum, og
eina løtu í fyrra hálvleiki tókt
ist hon hava hug at vinna
hetta mest sum púrasta einsa
møll. Fleiri bjargingar á rað
syrgdu fyri, at Tjaldur ongan
veg slapp, hóast Stjørnan
hevði ilt við at fáa sítt spæl at
koyra. Og tá mongu bjarging
arnar eisini syrgdu fyri, at
Petrea yvirplaseraði fleiri
skot, kundi Stjørnan rykkja
avstað.
Dýrur smeitur
Hjá Stjørnuni hevði Guðrun
í Lágabø eisini fleiri góðar
bjargingar, og tí kundi
kanska roknast við, at venj
arin hesa ferð valdi at lata
Adelu Burcea vera tann
útlendingin, sum ikki slapp
á vøllin.
Adela varð tó send inn til
eitt brotskast eftir góðum
10 minuttum, men góðan
minutt seinni mundi venj
arin helst iðra seg um hesa
avgerð.
Annika Thomsen reyk í
gólvið, tá hon varð tacklað í
skotroynd, og fallið var
somikið óheppið, at tað ikki
var hugsingur hjá henni at
halda fram í dystinum. Við
at seta Adelu í málið stóð
eisini greitt, at Marinela
Patru ikki kundi fara á vøll
in. Og uttan Anniku Thom
sen legði hetta eyka trýst á
Adinu og Alinu. Og so
gjørdi tað ikki støðuna lætt
ari, at Alina stóran part av
dystinum varð hildin uttan
fyri ávirkan við mansverju.
Fysikkurin á muni
Tjaldur treiskaðist tó leingi
móti kalda veruleikanum.
Seinna hálvleik mest sum
kickstartaðu tær, og áðrenn
Stjørnan hevði fangað, at
dysturin var byrjaður aftur,
hótti Tjaldur við at stinga
avstað.
Henrik Gerster ilskaðist
inn á sínar spælarar, sum
ikki veruliga fingu verju
partin ígongd aftur, men
við eitt raknaðu tær aftur
við. Ikki minst kom Durita
Christophersen veruliga til
sín rætt á bakkinum. Við
nøkrum knallhørðum tackl
ingum gekk hon á odda í at
steðga annars hart skjótandi
bakspælarunum hjá Tjaldri,
og tá Stjørnan so aftur rykti,
tóktist Tjaldur ikki at hava
nakran møguleika.
Adina og Alina fingu
nakrar kassar afturat, men
leiðslan hjá Stjørnuni var
ongan tíð veruliga hótt sein
astu
løtuna.
Kropsliga
høvdu tær nógv størra yvir
skotið, og tað var fyrst og
fremst hetta, sum saman
við støðugum trýsti syrgdi
fyri, at finalusigurin kom
til høldar.
Tjaldur mátti hinvegin
ásanna, at trøini ikki rukku
til himmals hesaferð, men
liðið gjørdist so væl og virði
liga eina uppliving ríkari.
Hvussu leikur hevði farið,
um Annika ikki noyddist av
vøllinum, er ilt at siga, men
so ella so tóiktist Stjørnan
kortini betur fyri á degnum.
Og tað er fyrst og fremst
tað, sum tað snýr seg um í
eini finalu. Kynstrið at raka
dagin er kanska tað truplasta
í ítrótti, men tað er eitt
kynstur, sum tær í Stjørnuni
so ruddiliga hava lært seg.
Somikið væl, at tær nú eiga
stóra steypið.
Tjaldur-Stjørnan 23-25 (9-10):
Nú eiga tær steypið
Tjaldur-Stjørnan 23-25 (9-10)
10 min: 5-4
20 min: 7-9
40 min: 13-14
50 min: 18-19
Málskjúttar
Tjaldur: Adina Petrea 15(2), Alina Olaru 3, Sarah Ann
Thomsen 3, Jacoba Langgaard 1
Stjørnan: Simoma Petersen 9(2), Durita Christophersen 6,
Una Olsen 5, Bára S. Klakstein 2, Dianne Møller 2, Durita
Ljósstein 1
Brotskøst: Tjaldur 3, Stjørnan 2
Útvísingar: Tjaldur 2, Stjørnan 3
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen
FAKTA um dystin
Stjørnan kom
ikki reiðiliga úr
startblokkunum
eftir steðgin, men tá
Durita Christophersen
og hinar fingu ferð
á verjupartin, varð
mótstøðan frá Tjaldri
knekkað
Mynd: Álvur Haraldsen