Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 27 - 9. februar 2009 ] Neistin hevði fleiri møguleikar at steingja mansfinaluna. Men Kyndil noktaði at geva upp, og so helt spenningurin sær fram til seinasta og avgerandi skotið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 25 sekund vóru eftir á klokkuni. Neistin hevði koyrt eitt langt álop, men tætta Kyndils-verjan helt teimum støðugt frá skoti. At enda lyfta dómarararnir armin upp. Nú skal skjótast! Tað endar við, at Neistin fær tríggjarmetra-kast, og so verður stillað upp. Finnur Hansson er júst spælarin til slíkar løtur. Sum skilst av- gjørdi pápi hansara á sinni íslendska meistaraheitið við drønskoti í seinastu løtu av seinasta dystinum, og nú skal sonurin royna at gera honum kynstrið eftir. Bólturin verður bankaður inn, og fagnaðurin á bláa síðuni er ovurstórur. Kyndil hevur tó stundir til eitt seinasta álop, og skjótt koma bláu armarnir niður. Áki Mørk skræðir Janus Einar Sørensen niður, tá sterki strikuspælarin fær bóltin inn um verjuna, og dómararnir ivast ikki. Brotskast til Kyndil og tveir minuttir til Áka. Tíggju minuttir undan hesum hevði Kyndil møgu- leikan at leggjas seg á odda fyri einastu ferð í seinna hálvleiki. Ta ferðina brendi Josef Abrahamsen, og nú fer Bárður Johannesen fram. Andlit til andlit móti Dejan Lacok, sum bert kemur á vøllin hesa lítlu løtuna. Skorar Bárður, verður umdystur. Brennur hann, er Neistin steypavinnari. Høll- in heldur ondini, áðrenn alt endar í einum klimaks hjá teimum bláu. Dejan letur seg næstan finta, men hann verður standandi, og so fær hann beint brotskastið út til málkast. Neistin vinnur sítt fyrsta steypaheitið í 15 ár. Kyndil gavst ikki Endin av mansfinaluni í hondbólti kundi neyvan verða meira dramatiskur. Og upp og gott og ilt var talan veruliga um eina finalu av besta slag. Neistin var kanska betra liðið í dystinum. Mann fyri mann eru teir bláu sterkasta pappírið í landinum, og eftir eina heldur nervakenda byrjan, har bara Ingi Olsen – á veinginum – ikki ristist á hondunum í skotroynd- unum, tók Neistin yvir í dystinum. Teir løgdu seg á odda, tá gott korter var farið, og eftir hetta var Kyndil ongan tíð frammanfyri. Fleiri ferðir var vandi eisini fyri, at spenningurin skuldi hvørva úr dystinum, men við einum imponerandi treiskni og stríðsvilja bardi Kyndil seg aftur í dystin. Sjey útispælarar Ein av taktisku fintunum hjá Kyndli varð tikin í nýtslu, tá á leið 20 minuttir vóru eftir av dystinum. Neistin evði júst skotið seg upp á 19-15, og bláa halvtin av høllini sprutt- kókaði í vissuni um, at nú var steypið heima. Tað var nú als ikki so vist kortini, og Kyndil valdi veruliga at satsa. Hvørja ferð teir vóru í álopi, kom Tummas Pauli Hanusarson inn sum eyka útispælari, og so var at skifta skjótt, tá Lars Black aftur skuldi inn at verja málið. Vandin var sjálvandi, at málið stóð spill-nakið, um Kyndil misnýtti álops- royndirnar, men hetta hendi tó ongantíð. Ta einu ferðina valdi Tummas Pauli tó at finta alla Neista-verjuna, áðrenn hann skoraði, men tá gjørdist teinurin til skiftibeinkin tó ov langur, og Neistin skoraði ístaðin í tómt mál. Men í aðrar mátar eydn- aðist taktikkurin til fulnar. Teir bláu tóktust støðugt ørkymlaðir av støðuni, og hóast hetta merkti, at Kyndil støðugt noyddist at pressa upp í vinstru og retur, soleiðis at Tummas Pauli hevði stytst møguligan veg heim, so tóktust teir bláu ikki veruliga at ansa eins- táttanini í hesum. Hetjan og syndarin Og so mundi tað av álvara kosta hjá Neistanum. Eitt skifti hevði Kyndil annars mist luftina, tá teir fyrst misnýttu brotskast við 20- 20, áðrenn Neistin skoraði tríggjar ferðir á rað, men heldur ikki hetta fekk rist teir grønu av teimum bláu. Og so kom tað alt til endan, har nervarnir vórðu settir heilt upp á spíssin. Har marginalarnir vóru teir minst møguligu, og har tað var stutt millum hetjur og syndarar. Ein hetja og ein syndari skuldu tó finnast. Og líkamikið, hvønn lit hondbóltsbúnin hevði, so mundu tey flestu føla við Bárði Johannesen, tá brotskastið varð misnýtt. Bárður hevði støðugt verið ein tann sjónligasti spælarin í støðuga stríðnum hjá Kyndli, men hesa ferð gjørd- ist talan tó ikki um meira enn nær við og næstan hjá honum og Kyndli. Neistin-Kyndil 27-26 (14-12): Dramatikkur til seinasta sekund Bárður Johannesen og Ingi Olsen í tvídysti. Teir báðir taldust støðugt millum mest avgerandi spælararnar í dystinum Mynd: Álvur Haraldsen Neistin-Kyndil 27-26 (14-12) 10 min: 4-4 20 min: 9-8 40 min: 19-15 50 min: 21-20 Málskjúttar Neistin: Ingi Olsen 8(3), Finnur Hansson 5, Tróndur Krages- teen 4, Áki Mørk 3(2), Karl Herup Olsen 2, David Edwardsen 2, Jugoslav Djumic 2, Jón Ludvík 1 Kyndil: Bárður Johannesen 5, Tummas Pauli Hanusarson 5, Josef Abrahamsen 4(2), Hans Áki Dal-Christiansen 4(2), Jón- leif Sólsker 3, Janus Einar Sørensen 3, Hjalti M. Jacobsen 2 Brotskøst: Neistin 6, Kyndil 7 Útvísingar: Neistin 5, Kyndil 2 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen FAKTA um dystin Sylla er glóðheitur FC Amager spældi leygardagin venjingardyst móti Brønshøj, og aftur hesa ferð gjørdi Amed Davy Sylla um seg. Ivorianski áleyparin, sum gjørdi nógv um seg í Før- oyum, skoraði fyrra málið hjá Amager í dystinum, sum endaði 2-0. Sum skilst, so var FC Amager alla tíðina betra liðið, og Brønshøj megnaði ongan tíð av álvara at hótta í so máta. Í seinna hálvleiki komu bæði Páll Klett- skarð og Erling Jacobsen á vøllin. Spenningur í billardkappingini Eftir tvey umfør í føroyameistarakappingini í billard er stórur spenning- ur, nú tvey av liðunum eru jøvn í stigum. Mimir vann herfyri 6-2 á Havnar Klubba og 8-0 á Klaksvíkar Billardfelag 2 og hevur 14 stig. Klaksvíkar Billardfelag 1 vann eisini sínar fyrstu dystir móti Klaksvíkar Billardfelag 2 við 8-0 og móti Havnar Klubba 6-2 og hevur sostatt eisini 14 stig. Men hyggja vit eftir eygunum, so liggja klaksvíkingar væl framman fyri Mim. Umframt hesi feløg er eisini Tvøroyrar Billardfelag við í kappingini við einum liði. Meira um dystirnar í bløðunum í vikuni.