mánadagur 9. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 27 - 9. februar 2009 ]
Eingin sjampanja
til vinnararnar
Nýggja gólvið í høllini tolir ikki vætu, og tí
heitti HSF á finaluluttakararnar um ikki at
sproyta við sjampanju, tá steypasigurin
skuldi feirast. Hetta varð gjørt greitt, longu
undan kvinnufinaluni. Gólvið, sum varð lagt
á til endamálið, tolir ikki serliga væl vætu,
og tí mugu sjampanjusproytini bíða til eina
aðru ferð.
El Banna aftur í Frem
Wassim El Banna skal nú aftur spæla við 1.
Deildarfelagnum Frem, har eisini Atli Danielsen og
Jón Rói Jacobsen spæla. El Banna hevur áður spælt í
Frem, og hann hevur eisini verið liðformaður í
felagnum. Frem og El Banna hava gjørt eina avtalu
fyri eitt hálvt ár í fyrstu syftu, og El Banna fegnast
um at sleppa aftur at spæla fyri felagið, sum hann
kennir so væl, og har fólk kenna hann.
Máttu vera konsentreraðar
Kvinnufinalan
Stjørnan steypavinnari hjá kvinnum. Aftan frá vinstru: Henrik Gerster, venjari, Durita Ljósstein, Durita Christophersen, Simona Petersen, Durita Mikkelsen, Diane Møller, Anna Kristina Samson,
Bára S. Klakstein, Kristina Griksaite, Maria við Neyst, Joan Midjord Djordjevic, Sylvan Jakobsen, hjálparvenjari.
Framman frá vinstru: Edith Hansen, Maria Ziskason, Una Olsen, Judith Hansen og Ella Petersen
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað tykist ikki, sum tað er konsentratiónin, sum vantar á
myndini
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað ráddi um at halda fast í
uppskriftini, segði Simona
Petersen, tá hon saman við
liðfeløgunum kundi fegnast
um sigurin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað snýr seg alt um at vinna.
Fagnaðurin á Stjørnu-kvinnun-
um var eisini ovurstórur, tá tær
við sigri á Tjaldri høvdu ognað
sær stóra steypið, men eina løtu
sá tó ikki heilt so gott út.
Fyrstu løtuna av seinna hálv-
leiki var tað Tjaldur, sum hevði
hug at seta seg á dystin, men hetta
skapti ongan tíð nakran ótta á
liðnum
hjá
Stjørnuni,
segði
Simona Petersen eftir dystin.
- Eg haldi ikki, at vit vóru
bangnar. Men vit vistu, at tað
fyrst og fremst ráddi um hjá
okkum at halda fokus. Fyrstu
løtuna av dystinum framdu vit
eisini fleiri mistøk enn tær, og tá
løgdu tær seg eisini framum. Men
tað koppar til okkara fyrimun, tá
vit minka talið av mistøkum í
spælinum.
Eru tað kanska fleiri royndirnar
hjá tykkum, sum gera, at tit tá
minka um talið av mistøkum?
- Kanska eitt sindur. Tað eru
sjálvandi ikki bara royndirnar,
sum avgera alt, men tær hava
nokk sítt at siga, sigur Simona
Petersen.
Tá tit nú fara upp eftir steypinum,
eiga tit tað samstundis til ognar.
Er tað nakað, sum tit eisini hava
hugsað nógv um?
- Tað sigur heilt nógv. Tað eru
ikki nógv lið, sum vinna hetta til
ognar, men nú verður tað so
standandi í KÍ-høllini, og tað
fegnast vit sjálvandi um, sigur
Simona Petersen.