mánadagur 9. februar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 27 - 9. februar 2009 ]
Beckham aftur á landsliðnum
Avrikini hjá David Beckham í AC Milan hava verið so góð seinastu
vikurnar, at enski landsliðsvenjarin Fabio Capello hevur sent boð eftir
Beckham til landsdystin ímóti Spania mikudagin. - Beckham sær út til
verða í góðum formi, og hann spælir betur nú, enn hann gjørdi fyri einum
hálvum ári síðani, sigur Fabio Capello við Skysports.
LA Galaxay krevur
nógvar pengar
David Beckham hevur eftir øllum at døma hug at skifta til AC
Milan at spæla. Í løtuni leigar AC Milan Beckham frá
amerikanska felagnum LA Galaxy. Í USA ætla tey ikki at lata
Beckham fara uttan víðari, og har hava tey longu víst einum
tilboði frá sær. Líkt er til, at AC Milan er sinnað at gjalda einar
100 milliónir krónur fyri at fáa Beckham at halda fram í
felagnum.
Ov fáar
royndir
Vónbrotið var stórt
hjá Tjaldri eftir
taptu finaluna, men
nú verður fokus sett
á landskappingina
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Guðrun í Lágabø er
ein av fáu spælarunum
hjá Tjaldri, sum hevði
spælt finaludyst undan
leygardegnum.
Hetta var triðja ferð
in, at hon stóð sum tap
ari av dystinum, og
vónbrotið var sera
stórt, tá heiðursmerk
ini vórðu handað.
Hetta var sjálvandi
ikki meiningin. Vit ætl
aðu sjálvandi at vinna,
men tað skuldi bara
ikki ganga í dag.
Hvør var orsøkin?
Tær hava kanska
breiðari og royndari
hóp, enn vit hava. Og
tá tær mansverja
megna aðrar á okkara
liði ikki í nóg stóran
mun at taka yvir. Og
so er tað sjálvandi
eisini ein smeitur fyri
okkum, at Annika
noyðist av vøllinum.
Hon hevur sera nógv
at siga fyri okkum, og
kanska var júst tað
avgerandi løtan í
dystinum, sigur
Guðrun í Lágabø.
Men steypakappingin
er ikki einasta kapp
ingin á skránni. Er tað
landskappingin, sum
fær tykkara fokus nú?
Tað verður tað sjálv
andi. Okkara partur
skal so ikki liggja eftir,
og klára vit at koma í
eina finalu afturat,
ætla vit sjálvandi at
vinna hana, sigur
Guðrun í Lágabø.
í myndum
Fagnaðurin var sjálvandi
ovurstórur á spælarunum
eftir dystin, og so mátti
tað vera harvið, at eingin
sjampanju-fløska slapp í nær
námind hallargólvinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Kristina Griksaite
stóð ein branddyst
í málinum. Serliga
var tað henni at
takka, at Stjørnan
ikki misti takið á
dystinum fyrstu
løtuna
Mynd: Álvur Haraldsen
Una Olsen hevur roynt
leiklutin fyrr, men fyri tað er
stuttleikin við at taka móti
steypinum ikki minni
Mynd: Álvur Haraldsen