Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 27 - 9. februar 2009 ] Inter gjørdi arbeiðið Inter spældi um vikuskiftið ímóti Lecce, sum liggur í niðara parti av stigatalvuni, og oddaliðið í Seriu A gjørdi sítt arbeiði til fulnar. Inter vann dystin 3-0. Svenskarin Zlatan Ibrahimovic legði Inter á odda. Veteranurin Luis Figo økti til 2-0, áðrenn Dejan Stankovic gjørdi tað til 3-0 10 minuttir fyri leiklok. Inter liggur á odda í Seriu A, og næsta vikuskiftið spæla teir oddadyst ímóti AC Milan. Luca Toni størsti sjónleikarin Um vikuskiftið spældu Dortmund og Bayern ímóti hvørjum øðrum í týsku landskappingini, og fyri dystin gjørdi verjuspælarin Neven Subotic hjá Dortund vart við seg. Hann kallaði nevniliga italska álopsspælaran Luca Toni, sum spælir Bayern, fyri heimsins størsta sjónleikara. - Luca Toni er vandamikil, men hann er eisini tann størsti sjónleikarin. Hann letur seg detta av næstan ongum og fær fleiri fríspørk, enn nakar annar fær, segði Subotic. Tú ert noyddur at taka kjansin í eini slíkari støðu, sigur Finnur Hansson, sum skeyt seinasta málið í steypasigrinum hjá Neistanum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað stóð 26-26 á talvuni, og Neistin hevði koyrt eitt langt álop. Somikið langt, at dóm- ararnir høvdu armin á lofti, tá Neistin fekk tríggjar metrar. Uppstilling varð gjørd framman fyri verjumúrin, og við einum kanónskoti eydn- aðist Finni Hansson at skjóta tað, sum vísti seg at verða avgerandi málið í dystinum. - Tað er einki annað at gera. Eg visti, at var tað ikki nú, so kundi tað gera tað sama, segði Finnur, tá vit fingu orðið á hann í løtunum eftir dystin. Men hugsar tú ikki um vandan við at brenna, tá tú stendur í eini slíkari støðu? - Tað kanst tú ikki. Tú noyð- ist at síggja bóltin í kassanum, longu áðrenn tú hugsar um sjálvt skotið, og tíbetur riggaði tað so eisini, segði Finnur, sum annars segði, at finalan gjørd- ist júst so torfør, sum hann hevði roknað við. - Kyndil gevur jú ongantíð upp. Teir eru av sonnum eitt finalulið, og tí kendu vit okkum ongan tíð tryggar. Fleiri okkara minnast eisini finaluna í 2000, tá vit mistu eina trygga leiðslu, og tað var ein vandi, sum vit vóru noydd- ir at skumpa úr høvdinum. So tykkara partur í so máta var kanska fyrst og fremst á mentala økinum? - Tað var tað. Ein finala verður altíð vunnin í høvdin- um. Somikið einfalt er tað, sigur Finnur Hansson. Sá hann í kassanum Mansfinalan Steypavinnarar hjá monnum 2009. Neistin. Aftastir standa Dejan Lacok, Áki Mørk, Jón Ludvík, Blagoje Buha, Magnus Matras, Birgir Poulsen, Jens Mohr, Bartal Hansen og Jugoslav Djumic. Í miðraðnum eru Karl Oddmar Rasmussen, Carl Herup Olsen, Finnur Hansson, David Edwardsen, Bogi Berg, Ári Dam og Eirikur Magnussen. Fremstir sita Ingi Olsen, Tróndur Kragesteen og Jakob Jónsson Mynd: Álvur Haraldsen Sum venjari mátti Ingi Olsen sjálvandi finna seg í at verða tveittur upp í loft nakrar ferðir, tá steypið var heima Mynd: Álvur Haraldsen