mánadagur 9. februar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 27 - 9. februar 2009 ]
Brúktu
øgiliga
orku
Hans Áki Dal-
Christiansen iðraði
seg sjálvandi um
tapið móti Neist-
anum, men hann
noktaði at geva
nøkrum skuldina
fyri hesum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tapið í steypafinaluni
leygardagin var fyrsta
finalutapið hjá Kyndli
síðani 1998, og tá
verða bæði steypa- og
FM-finalur taldar við.
Meira enn aðrir hava
teir grønu víst, at teir
eru eitt satt finalulið,
og tí var iðranin um
tapið kanska eisini
størri, enn hon vanliga
er hjá øðrum liðum.
- Tað er somikið
langt síðani, at vit hava
tapt eina finalu, at tað
passar næstan ikki,
segði Hans Áki Dal-
Christiansen eftir
dystin.
- Men vit brúka øgi-
liga nógvar kreftir í
dag. Vit eru aftan fyri
við fimm málum eitt
skifti, og vit brúka
øgiliga kreftir fyri at
vinna okkum aftur í
dystin. Og so er tað
serstakliga tungt at
halda fast.
Tit misnýta brotskast,
tá tað stendur 20-20 og
so sjálvandi aftur, tá tað
stendur 27-26?
- Ja, tað er sjálvandi
dýrt. Men tú kanst
ikki geva einum brend-
um brotskasti skyldina
fyri, at tú tapir. Tað er
ein ræðulig støða hjá
Bárði at standa í, tá tú
brennir brotskast í
seinastu sekundunum,
men hann skal so ikki
hoyra eitt ilt orð fyri
tað. Bárður spældi ein
fantastiskan dyst fyri
okkum í dag, segði
Hans Áki Dal-Christ-
iansen eftir dystin.
DBU stórt hall
Danska fótbóltssambandið hevði stórt hall í seinasta roknskaparári.
Heilar 14,1 millión krónur vóru í halli, og DBU sigur, at orsøkin
er, at fótbóltssambandið hevur lagt nógva orku í talentmenning, og
harafturat eru minni inntøkur frá landsliðnum, tí úrslitini hava ikki
verið nóg góð. - Bara dysturin ímóti Íslandi gav eina millión
krónur minni í inntøkum, tí vit ikki longur kundu spæla okkum
víðari til endaspælið, sigur DBU í frágreiðing til roknskapin.
Súrur Kezman fekk leikbann
Álopsspælarin Meteja Kezman var súrur, tá hann varð skiftur út í farnu
viku. Kezman spælir fyri Paris St. Germain, og tá liðið var aftanfyri 3-
0 ímóti Bordeaux , var Kezman skiftur út. Hann tveitti troyggjuna frá
sær í illsinni, og tað kostar honum nú leikbann frá felagnum. Kezman
sleppur ikki upp í part næstu tvær vikurnar, og tað kostar honum
millum annað ein UEFA Cup dyst.
í myndum
Fyri fyrstu ferð síðani 1998 stóð Kyndil við silvurmerkjum eftir eina
mansfinalu
Mynd: Álvur Haraldsen
Karl Oddmar Rasmussen
er mest royndi av
lokalu spælarunum hjá
Neistanum, so sjálvandi
varð hann maðurin, sum
skuldi upp eftir steypinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Nærdystirnir vóru
nógvir. Her hevur
Birgir Poulsen
gott tak á Bárði
Johannesen
Mynd: Álvur Haraldsen
Høllin var
stúgvandi full av
áskoðarunum, og
hesir gjørdu sítt
til at seta sannan
veitsluróm á dagin
Mynd: Álvur Haraldsen