Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 27 - 9. februar 2009 ] Kaka slapp við skrekkinum AC Milan hevði trupulleikar av botnliðnum Reggina um vikuskiftið. Brasilski Kaka bjargaði tó javnleiki í land við einum brotssparki. Kaka noyddist tó at gevast at spæla, og í AC Milan stúrdu tey fyri, at Kaka hevði brotið fótin. Men eftir at hann var kannaður og skannaður á sjúkrahúsi var greitt, at fóturin ikki var brotin. Kaka verður tí klárur til oddadystin ímóti Inter komandi vikuskiftið. Ramos ávaraði ímóti sølu Fyri nøkrum mánaðum síðani fekk Juande Ramos sekkin, tí úrslitini vóru so vánalig í Tottenham. Nú er heldur frægari statt, men Tottenham hevur keypt álopsspælararnar Jermaine Defoe og Robbie Keane aftur. - Eg ávaraði leiðsluna ímóti at selja bæði Berbatov og Keane, uttan at eins góðir spælarar komu ístaðin. Eg góðtók ongantíð hesar sølur, og eg haldi, at felagið ger rætt at keypa Deofe og Keane aftur, sigur Ramos við The People. Ingi Olsen staðfestir enn einaferð, at hansara menn hava lyndi ti lat loyva mótstøðuni ov lætt aftur í dystin, men tá útfallið kortini er sum leygardagin, fær hann illa verið ónøgdur Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Undan mansfinaluni varð frá fleiri síðum spátt, at tal- an fór at verða um ein ser- stakliga tættan dystin. Og við einum brendum brots- kasti í evstu løtu kundi mansfinalan illa blíva tætt- ari enn tað sama. Fleiri ferðir hótti Neistin annars við at drepa dystin, og venjarin, Ingi Olsen, var eftir dystin ikki heilt nøgdur um, at teir ikki bundu um sekkin, áðrenn spenningurin gjørdist somikið stórur. - Hatta er liðið hjá okkum í einum nøtuhylki. Í fleiri dystum hava vit meira ella minni etið mótstøðuliðið upp, men kortini lata vit alla tíðina eina hurð standa á gloppi, soleiðis at tey sleppa aftur í dystin. Men tað hevur nú sjáldan verið somikið tætt, at vit at enda skulu taka teir upp á eitt misnýtt brotskast í seinastu sekundunum. So tað var sjálvandi heilt fantastiskt, segði Ingi Olsen. Og hvussu kendist tað í løtunum undan og eftir hatta brotskastið? - Tá tað varð dømt, hugs- aði eg fyrst og fremst um umdystin. Har skuldu vit til at byrja í undirtali, tí vit høvdu eina útvísing. So tað var sjálvandi nakað, sum eg hugsaði um. - Og so var tað sjálvandi heilt fantastikt at síggja hasa bjargingina, og at bólturin fer út til málkast. Tað var so fantastiskt, sum tað er at vinna eina somikið javna finalu, sigur Ingi Olsen. Samanlagt. Hvat var tað, sum gjørdi útslagið, soleiðis at tit at enda standa sum vinnarar? - Eg haldi at vit í øllum førum ikki eru verri enn teir. Vit eru eina lítla tonn framman fyri teir, men vit sleppa ov nógv, tá vit sleppa. Og tí gongur tað ov skjótt hjá teimum at vinna seg aftur í dystin. Neistin hevur ongan tíð áður vunnið greipuna. Er tað eitt mál, sum tit nú hava sett tykkum? - Tað er tað sjálvandi. Nú skulu vit sjálvandi fyrst og fremst gleðast um hetta. Og tá tað er gjørt, mugu vit seta kósina móti næsta mál- inum, segði fegni venjarin eftir dystin. Hetta er Neistin Saman við Jakob Jónsson hevur Ingi Olsen nú vunnið bæði lands- og steypakapping. Enn er hetta tó ikki hent í einum og sama kappingarári, men tí verður nú farið eftir Mynd: Álvur Haraldsen Hóast Tjaldur fleiri ferðir hevði munin í kvinnufinaluni, so helt venjarin hjá Stjørnuni, at teirra taktikkur eydnaðist til fulnar Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað varð sagt undan dystin- um, at ein sera avgerandi faktorur fyri Stjørnuna var, at teir ikki máttu lata seg frustrera av spælinum hjá Tjaldri. Júst hetta tóktist venjarin eisini hava hugsað um undan dystin, men Henr- ik Gerster staðfesti eftir sig- urin, at dysturin gekk júst soleiðis, sum tey høvdu vónað. - Vit tosaðu undan dystin- um um, at vit skuldu koyra á alla tíðina. Við at leggja tær undir eitt støðugt trýst, vistu vit, at filmurin hjá teimum knekkaði seinastu min- uttirnar, og tað var eisini júst tað, sum hendi. Tú sást sjálvur, at tær nóg illa orkaðu at renna heim sein- asta partin av dystinum. Júst sum úrslit av tí arbeiði, sum vit gjørdu allar hinar min- uttirnar í dystinum, segði Henrik Gerster eftir sigurin. Men tær vinna fyrstu løtuna av seinna hálvleiki 4-1. Vart tú ikki bangin fyri, at tínar gentur mistu tolið og forceraðu spælið? - Jú, men er tað eisini í lagi, so leingi vit nú standa við sigrinum? Tað haldi eg sjálvur, at tað er. Og hetta var ein framúr dystur frá mínum spælarum. Kanska eru nøkur pláss á vøllinum, har vit ikki heilt hava tak á, men sum heild hava vit ein sera góðan dyst. - Og lat meg sláa púrasta fast, at tað er ótrúliga trupult at spæla móti einum liði sum Tjaldur. Tær koyra bóltin øgiliga seint runt, og so hava tær nakrar ótrúligar skjúttar. Tað er nakað av tí truplasta, sum er at spæla ímóti, men eg haldi, at genturnar loystu uppgávuna serstakliga væl í dag. Og so hevur tú eisini ein málverja, sum eitur Krist- ina. Vart tú fegin um henn- ara avrik í dag? - Ja, tað eri eg hvørja ferð. Eg havi sagt við Krist- inu, at í málinum hevur hon loyvi at brúka bæði armar og bein fyri at forða hinum í at skora. Og tað ger hon eisini framúrskarandi í dag, segði væl nøgdi Stjørnu- venjarin, áðrenn hann sam- an við spælarunum skuldi fram til pallin eftir steyp- inum, sum nú hevur fingið heimstað í Klaksvík. Ferðin var avgerandi Sær sjálvum líkt garteraði stóri venjari hjá Stjørnuni á beinkinum. Eftir dystin var smílið tó stórt, tá hann og Stjørnan enn einaferð kundu lyfta steypinum, sum tey nú eiga til ognar Mynd: Álvur Haraldsen