Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 27 - 9. februar 2009 ] Fabregas klárur til Roma Siðani desember mánað hevur spanski stjørnuspælarin Cesc Fabregas ikki spælt vegna knæskaða, men nú er ljós fyri framman. Læknar siga nú, at Fabragas møguliga kann verða klárur at spæla aftur, tá ið Arsenal skal hitta AS Roma í Champions League síðst í hesum mánaðinum. Sambært læknunum hevur tað gingið skjótari enn vænta at fáa bilbukt við knæskaðan hjá Fabregas. Keane gevur heiðursmerki burtur Robbie Keane hevði eitt misneydnað ævintýr í Liverpool, og nú er hann aftur í Tottenham, haðani hann kom. Men Keane kann fáa eitt heiðursmerki burtur úr hesum kapp­ ingarárinum, um Liverpool endar millum trý tey fremstu. Men tað heiðursmerki vil Keane ikki síggja. ­ Beiggi mín er fjeppari hjá Liverpool, so eg kann forera honum heið­ ursmerkið. Eg vil ikki hava hana, tí eg eri ikki longur part­ ur av Liverpool­liðnum, sigur Keane við Sportinglife. – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727 SÍ tveitti sín møgu­ leika burtur leygar­ dagin, og sunnudagin kundu fuglfirðingar sláa fast, at teir eiga føroyameistaraheitið í mansflogbólti Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sæð burtur frá fyrsta dyst­ inum ár, tá ÍF tapti 3­1 móti SÍ, hava fuglfirðingar ikki verið til at steðga í ár. Tí var eisini nógv, sum bendi á, at meistaraheitið skuldi koma hús longu á trið seinasta leikdegi, tá ÍF skuldi til Havnar at spæla móti Fleyr, sum als ikki hev­ ur fingið glið á sítt spæl sein­ asta partin av kappingini. ÍF hevði ársveitslu um vikuskiftið, og longu á veitsluni stóð greitt, at meistaraheitið var í hús. SÍ var nevnliga við undirlutan, tá teir vitjaðu hjá Mjølnir, og so var matematiska viss­ an longu í rættlag undan dystinum hjá ÍF sunnudag­ in. Men tað forðaði nú ikki fuglfirðingum í at gera bart í Havn. Við 3­1 sigri stað­ festu fuglfirðingarnir, at teir verða ikki tiknir í ár, og so er spurningurin bara, um tað eisini verður til greipu­ sigur til fuglfirðingar, sum komandi leygardag spæla steypafinalu. ÍF eru meistarar Úrslitini Eik-liga, kvinnur Mjølnir-SÍ 2-3 (20-25, 25-21, 25-27, 25-23, 11-15) KÍF-Fleyr 1-3 (19-25, 25-20, 17-25, 22-25) Eik-liga, menn Mjølnir-SÍ 3-1 (24-26, 25-23, 25-18, 25-22) Fleyr-ÍF 1-3 (23-25, 16-25, 25-23, 14-25) Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 16 14 - 2 45 21 24 17 2 Fleyr 15 10 - 5 34 22 12 13 3 Mjølnir 15 9 - 6 28 25 3 10 4 Dráttur 15 8 - 7 33 28 5 9 5 ÍF 14 7 - 7 27 25 2 8 6 KÍF 16 5 - 11 27 38 -11 7 7 TB 15 0 - 15 4 45 -41 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 ÍF 10 9 - 1 29 11 18 13 2 SÍ 10 5 - 5 21 19 2 6 3 Mjølnir 10 3 - 7 15 26 -11 6 4 Mjølnir 10 3 - 7 14 23 -9 3 Longu leygardagin gjørdust fuglfirðingar meistarar uttan at spæla, men við sigri á Fleyr sunnudagin staðfestu teir støðuna sum besta flogbóltsliðið hetta kappingarárið Mynd: Álvur Haraldsen