mánadagur 9. februar 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 27 - 9. februar 2009 ]
Í 13 dystir á rað hevur
Edwin van der Sar
syrgt fyri, at einki mál
er komið ígjøgnum
hjá Manchester
United. Tað er met í
bretskari fótbóltssøgu
PREMIER LEAGUE
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Manchester
United
er
oddalið í Premier League.
Sunnudagin vunnu teir fyri
17. ferð í hesum kappingar
árinum. Úrslitið gjørdist 1
0 – sama úrslit sum Man
chester United hevur fingið
tilsamans níggju ferðir í ár.
Sigurin merkti, at Man
chester United setti nýtt
met í bretskari fótbóltssøgu.
Ongantíð áður hevur nakað
lið megnað at forða mót
støðuliðum í at skora í 13
dystir á rað. Heilt neyvt er
talan um 1212 minuttir, ið
38 ára gamli Edwin van der
Sar hevur syrgt fyri, at einki
mál er komið ígjøgnum hjá
sær og liði sínum.
Harvið hevur hollending
urin bøtt um 22 ára gamla
metið hjá Chris Woods, ið
helt mótstøðuliðum frá at
skora í 1196 minuttir, tá
hann spældi við Glasgow
Rangers. Og av tí sama
hevur
Alex
Ferguson,
manager hjá Manchester
United, loksins viðgingið,
at holið eftir navnframa
danska málverjan, Peter
Schmeichel, er tipt.
Við bretskar miðlar sigur
Ferguson, at hann nú vildi
ynskt, at Edwin van der Sar
gjørdist beinleiðis avloys
arin hjá Peter Schmeichel,
tá danin fór í 1999. Tíverri
fyri Ferguson og Manchester
United kom van der Sar
ikki fyrr enn í 2005. Tíðar
skeiðið millum 1999 og
2005 brúkti Alex Ferguson
ikki færri enn tíggju ymisk
ar málverjar.
Men við van der Sar fekk
Ferguson loksins aftur ein
málverja, ið var garantur fyri
støðufesti og spæl í heims
flokki hvørt vikuskifti.
At van der Sar er ein mál
verji í heimsflokki, hevur
hann eisini prógvað á lands
liðnum, har hann hevur
hildið mótstøðuliðum frá at
skora í tíggju dystir á rað,
ella tilsamans 1013 minuttir,
sum er evropeiskt met. Sam
stundis er hann eisini tann
leikarin, ið hevur leikt flest
ar landsdystir fyri Holland
– 125 dystir er talan um.
Í gjár var van der Sar við
at syrgja fyri, at Manchester
United endurvann odda
sessin, sum Liverpool hevði
yvirtikið við sínum sigri
leygardagin. Ryan Giggs
skoraði einasta málið í
dystinum. Hetta fall, tá
stívliga ein tími var spældur
av dystinum ímóti West
Ham, og málið er eisini tað
fyrsta hjá 35 ára gamla
walisanum.
Liverpool oddalið
í eitt døgn
Hevði tað ikki verið fyri
málið frá Ryan Giggs, so
hevði oddaliðið í Premier
League verið Liverpool.
Teir vunnu við trimum mál
um móti tveimum á útivølli
ímóti Portsmouth. Dysturin
varð spældur leygarkvøldið,
og við sigrinum fór Liver
pool framum Manchester
United. Í roynd og veru var
Liverpool oddalið í eitt lítið
døgn.
Sigrinum mátti Liverpool
annars stríðast fyri. Ports
mouth førdi bæði 10 og 2
1, og tað var ikki fyrr enn í
yvirtíðini, at innskifti Fer
nando Torres gjørdi sigurs
málið. Undan honum høvdu
Dirk Kuyt og Fabio Aurelio
gjørt hvør sítt mál fyri
Liverpool, meðan David
Nugent og Herman Hreid
arsson gjørdu málini hjá
Portsmouth.
Tapið hjá Portsmouth er
tað triðja á rað, og liðið
hevur ikki vunnið ein dyst í
Premier League síðani 30.
november. Við øðrum orð
um er talan um níggju
dystir á rað, har Portsmouth
hevur tapt ella spælt javn
leik.
Tá sær betur út hjá
Liverpool, sum ikki hevur
tapt seinastu 14 dystirnar.
Hinvegin hevur liðið bara
vunnið sjey av hesum, sam
stundis meðan Manchester
United hevur vunnið 11 av
sínum 13 seinastu dystum.
Aston Villa yvirhálar
Av øðrum áhugaverdum
úrslitum er vert at hefta seg
við málleysu javnleikirnar
hjá Chelsea og Arsenal, og
so sjálvandi eisini sigurin
hjá Aston Villa. Tí við
málunum frá Milner og
Agbonlahor fór Aston Villa
framvið bæði Chelsea og
Arsenal, ið ikki fingu meiri
enn eittans stigi hvør.
Aston
Villa
staðfesti
harvið enn einaferð, at teir
eru besta útivallarliðið í
Premier League í ár. 10
sigrar og tilsamans 30 stig
hevur
felagið
heinta
uttanfyri Villa Park.
1212 málleysir minuttir hjá málverja
Adebayor úti í 3 vikur
Tað var bert ein góður hálvur tími spældur av dystinum
millum Arsenal og Tottenham, tá álopsspælarin
Emmanuel Adebayor mátti fara av vølli við skaða. Og nú
er líkt til, at Adebayor verður burtur í tríggjar viku orsaka
av skaðanum. Hinvegin hevur Arsenal nú russiska
Arshavin í hópinum, og kroatiski Eduardo da Silba er við
at verða klárur eftir drúgvan skaða.
Klose gjørdi bart
Miroslav Klose var stóra hetjan, tá ið Bayern um vikuskiftið
vann tættan dyst ímóti Dortmund. Teir úr Dortmund løgdu
seg á odda, men Bayern fekk javnað. Í seinna hálvleiki legði
Bayern trýst, men ikki fyrr enn móti endanum av dystinum
bragdaði. Tvær ferðir var Miroslav Klose á rætta staðnum,
og so vann Bayern 31. Harvið klatraði Bayern upp á annað
plássið í Bundesliguni.
West Ham - Manchester United
0-1
Tottenham - Arsenal
0-0
Portsmouth - Liverpool
2-3
Sunderland - Stoke
2-0
Everton - Bolton
3-0
Blackburn - Aston Villa
0-2
West Bromwich - Newcastle
2-3
Wigan - Fulham
0-0
Chelsea - Hull
0-0
Manchester City - Middlesbrough
1-0
Úrslitini hetta umfarið:
Edwin van der Sar hevur eisini spælt
ímóti føroyska landsliðnum, tá hann
vardi málið í venjingardystinum
millum Holland og Føroyar. Holland
vann 3-0 so heldur ikki føroyingar
megna at skjóta mál hjá van der Sar
Mynd: Polfoto/AP