Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 27 - 9. februar 2009 Í almenna orðaskiftinum hevur Yvirfriðingarnevndin ofta verið nevnd, eitt nú í sambandi við SEV og Eiði 2-verkætlanina. Tað síðsta, sum eg las í hesum sam- bandi, var, at Hákun Djur- huus stjóri í SEV skrivaði m.a. um Yvirfriðingar- nevndina, at: “Persónliga haldi eg, at henda skipanin sum heild virkar væl.” Hákun er als ikki einsa- mallur í at halda, at skipan- in virkar væl. Trupulleikin er, at hvørki almenningur- in, fjølmiðlar ella politik- arar hava serliga gott innlit í, hvussu henda nevnd virkar ella hvussu hon eigur at virka. Støðan er staðfest Tað er ikki neyðugt at leita leingi eftir grundgevingum fyri, hví Yvirfriðingar- nevndin ikki er nøktandi. Longu í 2001 kom ein serfrøðingabólkur, ið varð settur av Føroya landsstýri, við hesi niðurstøðu um Náttúrufriðingarlógina og Yvirfriðingarnevndina: “Náttúrufriðingarlógin nøktar als ikki tann tørv, sum er á náttúrufyrisiting í dag. [...] Nevndirnar fáa einki gjørt við ikki- dálkandi langtíðarvirkandi broytingar, sum t.d. lands- lagbroytingar, vatnorku- byrgingar og ikki sjónligar broytingar, sum t.d. oyðing av vøtnum.” Tað er altso væl og virði- liga staðfest, at hvørki lóg- in ella nevndin nøkta tørv- in á náttúrufyrisiting. Men síðan hesa staðfesting er einki broytt. – At lata Yvir- friðingarnevndina og Nátt- úrufriðingarlógina virka, eftir at hava staðfest, at tær ikki kunnu nøkta tørvin, svarar til at fara í ánna eftir vatni, eftir at hava staðfest, at hol er á spannini. Einki hendir Yvirfriðingarnevndin er til við støði í Náttúrufriðingar- lógini, og tískil er tað henda lóg, sum skal broyt- ast, um Yvirfriðingar- nevndin skal broytast. Varð rætt borið at, varð Yvir- friðingarnevndin avtikin longu í 2001, tí so hevði hon ikki kunnað hildið fram at tikið avgerðir. Serfrøðingabólkurin staðfesti, at hesar avgerðir kortini ikki eru nøktandi. Í staðin fyri at gera nak- að við støðuna, so hevur landsstýrið valt hina loysn- ina – at lata sum um okk- urt verður gjørt: • Í 2003 segði landsstýrið, at arbeitt varð við lógini, og at hon fór til hoyringar í 2004. • Í 2005 segði landsstýrið, at lógin kemur í gildi í januar 2006. • Í 2006 segði landsstýrið seg framvegis arbeiða við lógini. • Í 2007 fór lógin til hoyringar. • Í 2008 hendi ikki stórvegis. Loysnin hjá landsstýrinum tykist at rigga heilt væl. Tí løgtingið – arbeiðsgevarin hjá landsstýrinum – heldur, at alt gongur upp á stás. Eldur er í Fyri hvørt ætlað inntriv í náttúruna er tað, sum tá eldur kemur í. Eldurin nærkast einum náttúru- gripi, og Yvirfriðingar- nevndin kemur rennandi við spannini fyri at sløkkja eldin. Tey, sum hyggja at, síggja nevndina renna aftur og fram ímillum ánna og eldin. Tey halda, at alt verður gjørt fyri at basa eldinum. Men úrslitið er givið. Eldurin fær sítt. Tað, ið tey, ið hugdu at, ikki sóu, var, at spannin var somikið holut, at hon einki munaði. Landsstýrið vil ikki skifta hesa holutu forn- leivdina út. Og um nakar spyr, hvussu tað gongur við henni – lógini – so verður svarið tað sama: Hon kemur skjótt. lívfrøðingur Janus Hansen Yvirfriðingarnevndin kann ikki brúkast Óheppið at SEV leiðslan og Hákun Djurhuus, stjóri, taka ývirlýsingina frá FNU so illa upp, at vit eru komn- ir í skrúunar hjá SEV. Tað hevði verið betur um tað var vindur, kann so sigast. FNU roynir at brúka sakliga grundgeving fyri hví vit halda náttúran eigur at sparast har annar møgu- leiki er til staðar, sum hev- ur lítið og einki árin á nát- túru, er tøkniliga tryggur, máttmikil og hevur lágan kostnað. Øll hesi krøv kunnu lúkast í samsvar við úrslitið av kanningina frá Risø, sum SEV og Jarð- feingi hava luttikið í, um hvussu stórur partur av ravmagninum kundi fram- leiðast við vindorku uttan at hetta órógvaði brúkaran. Niðurstøðan er at netið tolir 3-4 ferðir núverandi vindorku, ella frá verandi 4MW til 12MW. Við broyt- ingum á Sundsverkinum kunnu vit seta 16MW vindorku á netið. Eið 2 kostar 200-300mill kr. og framleiðir um 17mill. kWtímar. Hetta er sama ravmagnsnøgd sum 6 myll- ur í 660kW, somu stødd sum tær í Neshaga, kunnu framleiða. Kostnaðurin er um 40 mill.kr. ella 20% av Eiði 2 kostnaðinum. Her er eingin ivi at vind- orka er langt tann betra loysnin í orkuhøpi, tøkni- liga og búskaparliga og í umhvørvis- og náttúru- verndarhøpi. FNU hevur ígjøgnum fleiri ár roynt at tosað SEV frá at fremja Eiðsverkætl- aninar, ið felags hava tað brek at leiða vatn í ein ov lágt liggjandi brunn – Eiðis- vatn. Berdal og Orkuráðið komu til somu niðurstøðu sum FNU: at brunnurin lá ov lágt í lendinum. Rætta hæddin var um 300 metrar og lá væl fyri at byggja ein brunn á Vombini. Um kostnaðurin hevði verið nakað hægri vildi tað ikki staðið mát við eina meir- framleiðslu á uml. 60mill. kWtímar um árið. Við inn- savning í 300metra hædd vildu áirnar eisini fingi nóg mikið at vatni og Eiðis- vatn hevði enn veri á lívi. Roynt er at skjóta FNU í skógvarnar at vera ímóti vatnorku. Vit hava eisini víst á annað alternativ enn vindorkuna, og tað er at byggja Eiði 2 í 300 metra hædd við einum brunni eystaru megin og orkustøð við Skálafjørðin. Vatnorkubyggingar, so- leiðis sum t.d. Eiðsverkætl- anin, er framd, er dømi um náttúruvirði sum er og verð- ur oytt burtur. Umhvørvis- árinskanningin staðfesti at vatnorkubyrgingar og tøka av áum hava stóra ávirkan á nærumhvørvið somu- leiðis sum lendis- og land- lagsvirðini í heilt stóran mun verða nervað. FNU leggur ikki nakað fram sum ikki kann doku- menterast. Vit royna, sum stundir eru til tað, at halda okkum uppdaterað, um hvat fyriferst innan orku- og umhvørvisvernd. At vatnorkubyggingar hava útlát av veðurlagsgassum er einki nýtt, tað hava órørdu vøtnini eisini, men í minni mun. Kanning er gjørd av hesum av Heims- bankanum í samstarvi við umhvørsstovnin innan ST, IUCN. Orsøkin eru at hópur av vatnbyrgingar kring allan heim hava havt sera óheppnar avleiðingar við sær. Hetta óansæð um tað er byrgingar er til vatnorku, drekkivatn ella landbúna. 27. November 2000 legði WCD arbeiðs- bólkurin fram frágreiðing um útlát av methangassi (GHG) frá vatnorkubyrg- ingum. Niðurstøðan er greið at út frá teim økjum kannað eru, er stórur mun- ur frá byrging til byrging. Okkurt av ringastu dømun- um er Balbina byrgingin í Brasilia sum letur út veður- lagssassir svarandi til 7.000 gram CO2 fyri hvønn kWtíma. Fleiri byrg- ingar lata líka nógv út sum stórir millióna býir. Alt eftir hvar á klótuni, hvussu stórt vatni er og hvat slag av lendi talan er um í og kring byrgingina og áirnar, er serstakliga mógvur og feit jørð, og nógv móra á botninum í vatninum, nakað sum gev- ur stórar nøgdir av gassi. Órørd fjallavøtn geva nak- að av gassum nátúrligt frá sær, men er tá talan um órørda vistskipan í livir sína vanligu gongd. Tað er tí sera ivasamt um Eiðisverkætlanin og aðrar orkuverkætlanir eru so óføra grønar. Kanningar eru ikki av hesum viður- skiftum og kann tí ikki sigast neyvt hvussu stórt útlátið er. Verandi byrgingar í Vest- manna kunnu nýtast til at goyma orku við at nýta ravmagn frá 100% reinari vindorku. Hetta kann gerast um náttina tá revmagns- brúkið er lítið. Um frysti- goymslur, mjølframleiðsla, smolt- og alistøðir og aðrir stórbrúkarar fingu ein ser- prís fyri náttarframleitt ravmagn – tað er har til onga versins nyttu annars - kundi støðan verið ein onn- ur við nógv meira vindorku enn tað vit hava sum er. Viðvíkjandi alternativum orkukeldum er SEV sera seint í upptrekkinum. Tað er líka sum tað skal trýstast og pressast fyri at fáa nakað á glið. FNU skipaði stóra Orku- og umhvørvis- ráðstevnu í 2 dagar á vári 2002. Úrslitið er at vit síðan hava fingið 6 stórar myllur upp at standa og enntá eru komin á Europeiska vindatlassi sum vind- orkuframleiðandi land. Um vit halda á at seta myllur upp við sama títtleika, so kunnu vit um 6 ár framleiða somu nøgd av ravmagni sum Eiði 2 er ætlað at geva – bara við vindorku til 20 – 25 oyru pr. kilowatt. Seawave tøknin hevur ikki vunnið altjóða viður- kenning sum nakað stórt innan alduorkutøkni. Nýtslu- stigið er sera lágt, kostnað- urin ødeligur í mun til fram- leiðslu og tøknin er sárbar. At einki verður gjørt við hesa tøkni, skal ikki sigast so avgørt. Ein roynd verður aftur gjørd í Skotlandi at byggja slíkt verk, men á altjóða pallinum er lítil og eingin áhugi. Um sjóðarfallsorkuna, kunnu vit í FNU frøðast at SEV fann út av at taka sam- band við Granskingarráðið. Vit høvdu annars skipa sam- starv við SEV um at fremja eina FP7- umsókn, uttan at krevja at hvørki landstýrið ella SEV skuldu játta nakra millióna upphædd í einum fyrireikandi parti at seta verkætlanina upp. Hinvegin bleiv SEV spurt um sym- bolskan stuðul á nakrar fáar túsund krónur til eitt arbeiðsverk í um 2 mánaðir, sum tað bleiv mett arbeiðið tók at seta umsókn og verkætlan upp. Granskingarráðið og Fiski- málaráðið, sum tá hevði orkumál undir hond, fingu eisini fyrispurning, men høvdu, sum SEV, ikki møgu- leika at stuðla. Tí steðgaði hetta av sær sjálvum. Lógin um náttúrufriðing er gomul og ótíðarhósk- andi. Hesum hevur lands- stýriskvinnan í umhvørvis- málum eisini tikið undir við. Eitt av minstu krøvum, sum m.a. Heimsbankin nú setur í sína málsviðger av vatnorkuprojektum, er at almenningurin og tey fólk í búgva í økinum ella í landi- num eru gjølliga kunna og hoyrd og at tey hava møgu- leika at kæra eitt mál. Ein kæra av niðurstøðu hjá friðingarnevnd er ikki ein kæra av niðurstøðuni hjá yvirfriðingarnevnd. Avgerð hjá t.d. Landbúnaðarstov- uni kann kærast til Búnað- arnevndina, til Yvirland- búnaðarnevndina – og til landsstýrið. Tørvur er stór- ur á nýggjari náttúrifriðing- arlóg, ið vil geva nógv størri trygd at náttúran verður gangnnýtt og umsit- in á burðardyggan hátt. Nýtiligar adressur, og dokumentatión til SEV, er at finna á hesum adressum. Dams Incorporated, febr.2000, Tyhe Record of Twelve European Dam Building Companies. Útgevari er Swedish Society for Nature Conservation. Webadressa: www. naturskyddsforeningen.se/ upload/Foreningsdoku- ment/Rapporter/rapport_ internationellt_damsin- corporated.pdf En ulv i fåreklæder? - Vattenkraft och væxt- husgasser, 2008 Útgevari er Svenska Naturskyddsforeningen Webadressa: www. naturskyddsforeningen.se/ upload/Foreningsdoku- ment/Rapporter/rapport_ internationellla_en_ulv_i faraklader.pdf Miljøkonsekvenser av dammbyggen Internet grein frá svenska Náttúruverndar- felagnum: Webadressa: www. naturskyddsforeningen.se/ natur-och-miljo/trafik-och- energi/internationell- vattenkraft/ekologiska- konsekvenser/"www. naturskyddsforeningen.se/ natur-och-miljo/trafik-och- energi/internationell- vattenkraft/ekologiska- konsekvenser/ Does Hydropower Reduce Greenhouse Gas Emissions? WCD-report, The Hauge,27.11.2007 Webadressa: www.dams. org/news_events/press357. htm"www.dams.org/news_ events/press357.htm Frá WCD heimasíðuni kann alt finnast innan byrgingar og árin frá vatnorku. Vind - heldur enn SEV um skrúvuna form FNU Kári THomsen viðmerkingar