mánadagur 9. februar 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 9. februar 2009
29
Sjálvt fremstu forsprákar
arnir fyri neoliberalu
oyðingarhugsjónini, hava
nú alment viðgingið
ábyrgdina ella hava fjalt
seg fyri almenninginum.
George Bush, Sarkozy,
Alan Greenspan og
Thatcherviðhaldsfólk
noyðast at viðganga, at
skattalættarpolitikkurin,
útsølan av almennum
virðum, framíhjárættindini
til tey allarríkastu og
eggjan til spekulasjón,
hevur gjørt øll fátækari og
hevur blakað heimin út í
ringastu kreppu síðani
1930árini.
Eitt statsautoriserað pok
erspæl hevur verið spælt
kring allan heim. Nú skulu
tapini gerast upp og leggjast
til onnur at gjalda. Vinning
urin skuldi partú einskiljast
meðan dansurin gekk.
Tapini skulu partú tjóðar
takast, nú ballið er búið.
Stjórnir kring allan heim
sita dagliga og royna at
greina støðuna og finna
bót fyri ringastu avleið
ingunum. Og fólk krevja
ábyrgd og avleiðingar.
Eitt landsstýri við ongum
Allastaðni – uttan í Før
oyum. Her situr eitt lands
stýri, ið als ikki tykist hava
ansað, at ábyrgd má aksl
ast. At tørvur er á tilbúgv
ing, umhugsni, ábyrgd,
hugsjónarligum víðskygni
og politiskum ætlanum, ið
kunnu brynja okkum til ein
nýggjan og nógv broyttan
heim, har vinna og nýggir
framleiðsluhættir fara at
byggja á nýggja orku og
umhvørviskrøv. Og har
trúgvin uppá ævigan
vøkstur við spekulasjón
eftir skjótum profitti, má
gerast ein farin tíð.
Einastu boð landsstýris
ins eru at kasta enn meiri
ábyrgd frá sær – til Dan
markar. Roynt verður at
billa fólki í Føroyum inn, at
tey verða bjargað av donsk
um bankapakkum, hóast
vanligi borgarin og banka
kundin sjálvur rindar fyri
loysnir, ið vit nú als onki
ræði hava á ella innlit í.
Og í øllum málum av
týdningi, vísir landsstýrið
bert undirbrotligheit og
røkir ongin áhugamál
vegna Føroyar. Um tað er á
fíggjarmarknaðinum, í
fiskiveiðisamráðingum,
útbjóðing av almennum
arbeiði – ella tað tá skorið
veður niður á Fróðskap
arsetrinum og á Vinnu
háskúlanum.
Her eru bert lítlir áhuga
bólkar í samgonguni, sum
skava til sín, meðan málini
fyri tjóðina verða slept eitt
fyri og annað eftir.
Spurningurin er, hví vit
yvirhøvur hava eitt lands
stýri í løtuni. Tá tað antin
er formaðurin í einari
fíggjarnevnd ella danska
stjórnin, ið kortini gera av,
hvat gerast skal, tykist
landsstýrið bert at verða
eitt dýrkandi millumlið fyri
avgerðirnar hjá øðrum.
Pauli Ellefsen uppaftur
risin
Sambands og afturhalds
politikkurin er so gjøgnum
førdur í løtuni, at sjálvt
Pauli Ellefsen hevur kent
seg kallaðan at traðka fram
aftur og yvirbjóða, nú fólka
flokkurin er vorðin meira
sambandskur enn sam
bandsflokkurin í amtstíðini.
Pauli Ellefsen greiðir
Føroya fólki frá, at onki,
sum er skapt í Føroyum, er
skapt av føroyingum. Nei,
allir føroyingar skulu
ganga vinarliga og lúta við
høvdunum, tí vit duga onki
og hava ongantíð dugað
tað. Danmark bjargar okk
um nú eins og teir sambært
Paula eisini gjørdu, tá vit
keyptu ein skuldarfongdan
banka frá Den Danske
Bank og skattgjaldarin
arvaði eina risarokning.
Pauli heldur, at tíðin er
so langt fráliðin, at hann
lættliga kann søgufalsa. Fá
minnast, at hann sum løg
maður tvífaldaði uttan
landsskuldina og studning
in til fiskivinnuna og setti
gongd á verkætlanir, sum
kostaðu landskassanum og
vanligum smáíleggjarum
hundraðtals milliónir í tapi.
Pauli man eisini halda, at
tíðin er so langt fráliðin, at
hann kann geva sjónvarp
inum skyldina fyri at hava
lýst bankamálið frá hálv
femsunum skeivt. Hann
hevur helst gloymt, at ein
frágreiðing varð gjørd av
óheftu “Grønborgnevnd
ini”, sum váttaði hvørt
einasta orð í sendingum
sjónvarpsins um bankamál
ið. Um Pauli kann ávísa og
prógva ein einasta skeivan
upplýsing í bankasending
unum, skal hann fáa eina
virðisløn.
Uttanríkisráðharrin
koblaður úr heiminum
Ímeðan tosar uttanríkisráð
harrin og formaðurin í
Fólkaflokkinum framvegis
um skattalættar og búskap
arvøkstur. Hann roynir
framvegis at billa fólki inn,
at politikkurin hjá honum
og George Bush hevur
skapt vøkstur og sterkan
búskap. Og hann fírir fram
vegis ikki fyri at bera skeiv
tøl fram fyri almenningin
um ábyrgdarleysa skatta
politikkin undanfarnu
árini.
Men tølini í tjóðarbú
skapunum í USA og Før
oyum tala sítt týðiliga mál.
Risaundirskot hjá tí al
menna og eitt vinnulív,
sum er fíggjarliga kollrent
í spekulasjón við óverulig
um virðum.
Tað tykir mær løgið, at
ein uttanríkisráðharri ikki
hevur fingið við, hvat
hendir í heiminum, og at
Bush er farin frá.
Komið er at mørkum
Okkum tørvar at fremja
veruligar politiskar ætlanir
og átøk í Føroyum.
Tjóðveldi hevur lagt síni
greiðu boð fram og fer
framhaldandi at gera tað.
Men landsstýrisflokk
arnir mugu vakna nú.
Stundir eru ikki til tað
atgerðarloysi og tann
sambandspolitikk, ið nú
ræður. Tað tekur bert
sjálvsvirðingina og áræðið
frá okkum.
Okkum tørvar eina
nýggja ábyrgdarrørslu í
Føroyum, um vit ikki skulu
gerast sum tað blinda liðið.
Høgni Hoydal
Blinda liðið
»Tað pínur meg so nógv, at
eg berjist fyri at halda
tárini aftur, tá eg hoyri at
samgongan nú eisini
skerjir Vinnuháskúlan.«
Hetta vóru kenslubornu
orðini ein eldri maður
segði við meg í svimji
høllini nú ein dagin.
Sjómans og Maskin
meistaraskúlin, sum í
mong ár hava givið føroysk
um sjómonnum vón og
møguleika, um eina betri
arbeiðsframtíð, verður nú
skerdur.
Í Føroyum hevur sjó
vinnan verið álitið í mong
ár. Túsundtals føroyingar
og mangar eru familjurnar,
sum gjøgnum tiðna hava
sett sítt álit á sjógvin. Nú
tíðirnar versna hevði tað
einasta rættað verið, at
ment útbúgvingarnar á
Vinnuháskúlanum, ikki
skert tær. Við at menna
útbúgvingarnar, høvdu vit
eggja fleiri at nomi sær
útbúgving í Føroyum
heldur enn uttanlands.
Alt bendir tó á, at tað sum
eitur útbúgving, er fíggindin
hjá samgonguni. Ein skuldi
ikki trúð at málsøkið yvir
høvur, hevði nakað Lands
stýrisfólk. Har er einki gott
komið frá enn, at klippa
snórar og handa blómutyssi,
tað dugir hon tó.
Formaðurin í fíggjar
nevndini kallar niðrandi
tey við útbúgving fyri
akademikarnar í Havn, eg
spyrji bara, skulu lærarar
og næmingar á Vinnuhá
skúlanum nú eisini í henda
sama pottin hjá formann
inum í Fíggjarnevndini?
Lærarar sigast upp, út
búgvingar niðurleggjast,
færri næmingatal, er hetta
visiónin sum skal gera
okkum til heimsins besta
land í 2015?
Nei, eg kundi ikki annað
enn vera samdur við mann
inum í svimjihøllini.
Hann næstan græt
Heðin d.
Poulsen
Eg læs fyri stuttum á
www.123.fo um eina
gransking sum vísir, at tað
eru góðar orsøkir til, at
unglingar ikki altíð skilja
sjónarmiðini hjá teimum
vaksnu: Heilin hjá teimum
er nevnliga ikki liðugt
útviklaður.
Tað stendur onki um
aldursmark, so helst koma
omanfyri nevndu í handan
bólkin, teir misskilja púr
asta, hvat eg skrivi um, og
tí mugu vit helst bíða nak
að enn, til heilin hjá teim
um er útviklaður.
Til øll hini liðugt útvikl
aðu sum møguliga hava
áhuga í Koda mótvegis før
oyskari tónleikamentan,
skal eg kortini koma við
nøkrum viðmerkingum.
Dømi 1. Ein føroysk rás
Skulu vit hava eina
føroyska sjónvarpsrás, sum
sendir til 100 húsarhald og
ein tíma tónleik um dagin
t.v.s. 7 tímar av føroyskum
tónleiki um vikuna, krevur
Koda at vit gjalda teimum
kr.18,43 um minuttin, tað
vil siga kr.1.105,80 (Eitt
túsund eitt hundrað og
fimm krónur og áttati
oyru) um tíman, tað er kr.
7.740,60 (sjey túsund sjey
hundrað og fjøruti krónur
og seksti oyru) um vikuna
og um árið verður tað kr.
402.511,20 (fýra hundrað
og tvey túsund fimm
hundrað og ellivu krónur
og tjúgu oyru)
Dømi 2. Ein útlendsk rás
Senda vit eina útlendska
rás til 100 húsarhald, sum
sendir tónleik fleiri tímar
um døgnið, skulu vit gjalda
2 krónur pr. húsarhald um
árið, tað vil siga kr. 200,
um árið.
Samandráttur
Fyri at senda 1 tíma før
oyskan tónleik um dagin til
100 húsarhald: kr.
402.511,20 um árið
Fyri at senda fleiri tímar
útlendskan tónleik um
dagin til 100 húsarhald: kr.
200,00 um árið
Ein munur upp á kr.
402.311,20 sjálvt ikki
SVF hevur ráð til slíkar
prísir.
Skuldi tað hent, at vit
høvdu ráð til hetta, so kom
í mesta lagi 20% kr.
80.000, aftur til Føroyar.
Restin kr. 320.000, hevði
verið verandi í umfar í
Danmark, sjálvt um vit
bert sendu føroyskan
tónleik.
Tá Felagið Føroysk
Tónaskøld er umboð hjá
Koda í Føroyum, so mugu
vit sleppa at samráðast við
tykkum um gjald fyri brúk
av tónleiki, ella hava tit
slettis onki at skula hava
sagt? Tað fyrikemur mær,
sum tit eru í ”Quisling”
støðu, tæna útlendskum
harraboðum og gloyma tað
tit eru settir til, at tæna
føroysku tóna/tekst smið
unum. Ein mill. krónur um
árið, sum við tykkara væl
signilsi verður forerað
vekk av pengunum hjá før
oysku tónaskøldunum, er
nógv at svara fyri tá, ella
um, føroysku tónasmiðirnir
fara at vakna.
Til seinast vil eg heita á
tykkum, um at lesa tað,
sum vit hava ført fram, og
svara upp á tað, ikki bert
koma við forsvartalum fyri
Koda, Koda er ikki gott
fyri nakran í Føroyum
ella heilt fá teir hava ong
ar reglur, sum eru fyri Før
oyar burturav, stutt sagt,
har er onki skil í, tað kann
eg prógva.
Hvat við at Felagið
Føroysk Tónaskøld skipaði
fyri einum pallborðs fundi
í t. d. Miðlahúsinum um
hetta evni í breiðari merk
ing, tað hevði gagnað fjøld
ini! Eg kundi eisini skipað
so fyri, at fundurin ókeyp
is varð sjónvarpaður um
alt landið, um ynski er um
tað, bert ein treyt, tað má
ikki syngjast fyri mína
rokning, heldur ikki fyrsta
ørindi av tjóðsanginum.
P.S. Tit mugu ikki halda,
at loftmiðlarnir í Føroyum
eru tykkara fíggindar, vit
gjalda meginpartin av
tykkara gildið, eisini tað
sum tit forera vekk.
Eisini vildi eg gjarna
fingið avrit av granskoð
aðum roknskapi við not
um og undirskjølum fyri
Felagið Føroysk Tónaskøld
og Tutl seinastu fimm árini.
Eg kann eisini almenna
kunngera, hvat hendi, tá eg
seinast spurdi um innlit í
roknskapin hjá Felagnum
Føroysk Tónaskøld um
ynskist.
Tí misskilja Kári Bæk og Atli K. Petersen meg
Vinaliga f. R2 Net Spf.
Petur
Jacobsen
viðmerkingar