týsdagur 10. februar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 28 - 10. februar 2009
Danskir hermenn fingið minnisvarða
Teir donsku hermenninir í Camp Bastion í Afghanistan
hava reist ein minnisvarða til minnis um teir donsku
hermenninar, sum eru falnir í Helmand-landslutinum,
sum er har suðuri í landinum. Mikkel Soelberg, major-
ur hjá Hærens Operative Kommando, sigur við Ritzau,
at tað var ein rørandi løta, tá minnisvarðin bleiv
avdúkaður í gjár, og nøvnini á timum falnu vórðu lisin
upp. Nú skulu gullplátur við nøvnunum setast á minnis-
varðan, og so skal økið rundan um hann fríðkast.
Færri flugu
Munandi færri fólk ferðaðust um altjóða flogvøllin í
Kelfavík í januar í ár enn í sama mánað í fjør.
Morgunblaðið skrivar, at í januar í 2008 ferðaðust
117.000 fólk um vøllin í Keflavík, men at í síðsta mánað
var talið bara góð 84.000. Tað er ein afturgongd upp á
heili 28 prosent. Av flogvøllinum verður sagt, at talið á
ferðafólki til og úr Íslandi var 32 prosent minni í síðsta
mánað enn í januar í fjør. Talið á teimum, sum
millumlendu á veg um Atlantshavið, minkaði eisini, men
ikki so nógv.
Ongan
løgmann
í búk-
inum
Bárður Nielsen, sum í
dag er stjóri á Maskin-
verkstaðnum á Hjalla,
var einaferð ein popul-
erur maður í Sambands-
flokkinum. Tá takkaði
hann nei at stilla upp
sum formaður, og eitt
sindur seinni fór hann
frá sum landsstýrismaður
og byrjaði sum stjóri fyri
Stórutjørn.
Maðurin var í veruleik-
anum ein góður kandi-
datur til formanssessin í
Sambandsflokkinum, og
um restin av korthúsinum
eisini hevði lagað seg,
sum tað hevur gjørt, so
er stórur møguleiki fyri,
at Bárður Nielsen var
løgmaður í dag. Men
avgerðina at fara úr pol-
itikki hevur hann ongan-
tíð angrað.
- Eg hevði altíð eina
ætlan at fara útaftur í
vinnulívið, og tað er lætt-
ari at gera tá mann er
ungur heldur enn, tá
mann er blivin eini 55 ár,
sigur Bárður Nielsen,
sum ongantíð hevur angr-
að, at hann fór úr polit-
ikki.
Hann sigur seg í veru-
leikanum hava torført
við at angra nakra av-
gerð.
- Mann skal sjálvandi
læra av fortíðini, men eg
royni altíð at liva í
nútíðini og framtíðini,
og tí angri eg generelt fá
ting, sigur Bárður Niel-
sen. Í samband við, at
hann gavst sum politikari
sigur hann eisini, at hann
tók eina avgerð, sum var
best útfrá fyritreytunum,
sum vóru tá hann tók
avgerðina.
Um løgmanssessin sig-
ur hann, at hann ongantíð
hevur havt stóran áhuga í
hesum starvinum.
eij.
Tað er ikki hugsingur
um at fáa fígging til
verkætlanin, sum
støðan er nú, og eg
tími ikki bara at sita
og trilla tumlar, sigur
hann
Stóratjørn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg tími ikki bara at sita og
trilla tumlar.
Tað
staðfestir
Bárður
Nielsen, sum nú hevur lagt
frá sær sum stjóri fyri risa-
stóru Stórutjørn-verkætlan-
ina í Havn.
Hann hevur nú ásannað,
at sum støðan er, hava teir
ongan sum helst møguleika
at seta Stórutjørn ætlanina í
verk.
Sostatt er heldur onki
innihald í stjórastarvinum
longur, og tí hevur Bárður
Nielsen nú tikið stigið fult
út og hevur lagt frá sær
Ikki eftir vild
Bárður Nielsen hevði bjart-
ar vónir, tá ið hann brádliga
legði frá sær sum landsstýr-
ismaður í fíggjarmálum,
fyri at blíva stjóri fyri Stóru-
tjørn
verkætlanini,
sum
skuldi gerast í Havn.
Hetta var ein stór avgerð
hjá honum at taka, tí mong
spáddu hann at hava eina
bjarta framtíð í politikki, og
flestu mettu hann sum besta
boðið upp á formanssessin
í Sambandsflokkinum. Og
hevði hann hildið seg til
politikkin, hevði hann verið
Føroya Løgmaður í dag....
Men møguleikin at standa
á odda fyri størstu byggiverk-
ætlan í Føroya søgu nakr-
antíð, var størri freisting enn
hann orkaði at standa ímóti,
og sostatt vinkaði hann polit-
ikkinum farvæl og settist í
stjórasessin í Stjórutjørn.
Síðani hevur milt sagt
ikki gingið eftir vild við
Stórutjørn, og fleiri ferðir
hava søgur gingið um, at
verkætlanin er útsett.
Men nú kom so endaliga
staðfestingin. Verkætlanin
er løgd á ís.
Tað hendi, tá Bárður Niel-
sen nú um dagarnar legði
frá sær sum stjóri fyri Stóru-
tjørn.
Hann hevur í staðin tikið
við sum stjóri á Maskinverk-
staðnum á Hjalla, MVH,
har hann longu er farin til
arbeiðis.
Tímir ikki at
trilla tumlar
Bárður Nielsen staðfestir,
at hetta merkir, at ætlanin at
byggja Stórutjørn er løgd á
hyllina.
Men hann leggur dent á,
at ætlanin er ikki slept, og
hóast hann er farin frá sum
stjóri, er hann framvegis í
nevndini.
Hinvegin er tað ómøguligt
at siga, nær hon verður tikin
uppaftur.
- Sum støðan er nú, er
heilt ómøguligt at fáa fígg-
ing til eina verkætlan sum
hesa, og tað eru ikki útlit til
at støðan batnar í nærmastu
framtíð.
- Vit hava havt følarar úti.
Men støðan er so vánalig á
fíggjarmarknaðinum, at tað
er ikki so frægt sum neyðugt
at hava følarar úti, tí á øllum
kassum er lokið smekkað
aftur, sigur hann.
- Og eg havi ikki hug til
bara at sita og trilla tumlar,
til støðan í samfelagnum
batnar aftur, leggur hann
afturat.
- Sum støðan er nú, er
onki innihald í starvinum
sum stjóri fyri Stórutjørn
longur, staðfestir hann.
Vónleyst at siga
Bárður Nielsen sigur, at tað
er eisini vónleyst at siga,
nær gongd kemur á aftur.
- Men fyri at fáa fígging
til eina so stóra ætlan sum
hesa, er ikki bara nóg mik-
ið, at gongd kemur á aftur
samfelagshjólini. Tað skal
hava verið gongd í teimum
í eina tíð, áðrenn nakar aft-
ur hættar sær upp í eina
verkætlan, sum hesa, sigur
hann.
Bárður Nielsen leggur
kortini dent á, at boðini frá
íleggjaranum, Jákupi á Dul,
eru greið, og tey eru, at
ætlanin er ikki slept.
- Hon er bara løgd á ís í
eina tíð, til samfelagsbú-
skapurin batnar aftur, og
tað fer at bera til at fáa fígg-
ing, so verður hon tikin
fram aftur.
Men um Bárður Nielsen
verður stjóri aftur, tá tað aft-
ur fer at lýsna í eystri, dugir
hann onki at siga um.
- Tað kann bara tíðin vísa,
sigur hann.
300 milliónir
Tilsamans var Stóratjørn-
verkætlanin upp á langt yvir
eina milliard. Men fyrsta
byggistig fevndi um ein
handilsmiðdepil fyri 300
milliónir við vegum og ann-
ars øllum, sum hoyrir til.
Bárður Nielsen sigur, at
øll loyvi vóru fyri so vítt
við at koma undir land, so
tað er um at vera klárt at
seta spakan í.
Annað byggistig skuldi
vera ein part av íbúðunum
og ein skrivstovubygningur.
Bárður Nielsen leggur frá
sær sum stjóri í Stórutjørn
Hóast hann kundi verið Føroya løgmaður í dag, angrar Bárður
Nielsen onki. Men hann tímdi ikki bara at sita og trilla tumlar, og
tí er hann nú farin frá sum stjóri fyri størstu byggiætlan í Føroya
søgu nakrantíð. Hann hevur nú tikið við sum stjóri á MVH, har
Álvur Haraldsen fekk hesa myndina av honum í morgun