týsdagur 10. februar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 28 - 10. februar 2009
Klokkan fýra í
morgun vaknaði
Marjuna S. Kjelnæs
við boðunum um,
at hon hevur fingið
3 ára starvsløn frá
Mentanargrunninum
Mentan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fartelefonin á náttborðinum
avbrýtir
náttina
hjá
familjuni Kjelnæs.
Við svøvntungari rødd
svarar Dan Kjelnæs.
Tá hann skilir, at tað er
Sosialurin, sum vil tosa við
Marjuna, konu hansara,
sum liggur og svevur so
søtan undir liðini á honum,
biðir hann okkum vinarliga
um at ringja aftur seinni í
dag.
- Klokkan er bara fýra,
sigur hann.
Men hjá okkum nærkast
hon middegi og deadline,
og vit ætla at fáa eina við-
merking frá rithøvundanum
Marjuni S. Kjelnæs, tí hon
hevur fingið starvsløn í trý
ár
frá
Mentanargrunni
Landsins.
Men tað vita tey eftir øllum
at døma onki um, tí tey eru
stødd á einum neyðarsligum
motelli uttan fyri Huston í
statinum Texas í USA – Dan
og Marjun og børnini Jórun
og
Christian,
sum
eru
ávikavist 8 og 5 ára gomul.
Visti av ongum
So hóast tíðindini hava ligið
úti á Portalinum her heima
allan fyrrapartin, eru vit tey
fyrstu, sum bera teimum
gleðiboðini um, at konan í
húsinum nú endilga kann
halga seg skrivilistina burt-
urav komandi trý árini.
Tí hetta er tað, hon allar-
helst vil. Og orsøkin til, at
hon hevur søkt Mentanar-
grunnin um at sleppa at
skriva í friði og náðum.
- Jamen, so rokni eg
bestemt við, at hon vil
snakka. Bíða líka, sigur
Dan, og í bakgrundini hoyra
vit hann vekja konuna
- Marjun vakna... Marjun,
tú hevur fingið starvsløn í
trý ár.
Og nú kemur hon sjálv-
andi í hornið.
Glað, hálvvakin og for-
virrað.
- Meinar tú tað. Bíða líka,
eg má líka klípa meg í
armin, tí eg haldi at eg
droymi. Nei, tað geri eg
ikki. Hvat sigur tú? Tað
hevði eg virkuliga ikki
roknað
við..
hetta
er
fantastiskt, sigur hon.
Næstu minuttirnir eru ein
hurlivasi við ringum sam-
bandi, skurri og fagnaði.
Hon kemur fram á gólv.
Letur seg skeivt í upp á bein
og hon og maðurin flenna í
kíki.
Skulkar frá
gerandisdegnum
Beint fyri jól flutti familjan
Kjelnæs heim til Føroyar at
búgva aftan á trý ár í Dan-
mark.
Men áðrenn tey komu
upp á pláss í nýggja heimi-
num, gjørdu tey av at fara
ein tríggjar mánaðar langan
lívstúr til USA við børn-
unum.
- Vit hava tað gott og her
er ómetaliga spennandi og
inspirerandi.
Kenni
tað
sum, at eg stjali mær tíð
saman við børnunum -
skulki frá gerandidegnum,
sigur hon myndaliga.
Marjun S. Kjelnæs hevði
søkt Mentanargrunnin um
stuðul til fleiri verkætlanir,
millum annað eitt stutt-
søgusavn og eina skaldsøgu,
sum hon longu eru farin
undir, og fleiri barnabøkur.
Fyri nøkrum árum síðani
fekk Marjun starvsløn í 2
mánaðir og eina aðru ferð í
4 mánaðir.
Í borgarliga starvinum
avloysir hon sum sjúkra-
systir.
- Men tað verður nú av
ongum. Tí nú fari eg sjálv-
andi heim at skriva, sigur
hon so fyndarglað hesa nátt-
ina av einum motelli í Texas.
Telefonin skurrar, ljóðið
hvørvur í heilum og síðstu
orðini, áðrenn hon avbrýtur,
er vælkendi setningurin frá
manninigini
umborð
á
Apollo 13, sum ongantíð
lendi á mánanum:
- Huston we have a
problem!
Mentanargrunnur Landsins
Hesi fingu starvsløn í 2009:
1. Marjun Syderbø Kjelnæs
3 ár
2. Jens L. Thomsen
6 mánaðir
3. Jóhannus á Rógvu Joensen
6 mánaðir
4. Marianna Hoydal
4 mánaðir
5. Marianne Clausen
4 mánaðir
6. Hans Egholm
3 mánaðir
7. Helle T. Johansen
3 mánaðir
8. Inger Smærup Sørensen
3 mánaðir
9. Jústinus Leivsson Eidesgaard
3 mánaðir
10. Súsanna Tórgarð
3 mánaðir
11. Anna Kristin Bæk
2 mánaðir
12. Astrid MacDonald
2 mánaðir
13. Hugin Eide
2 mánaðir
14. Kirsten Brix
2 mánaðir
15. Ole Wich
2 mánaðir
16. Tóroddur Poulsen
2 mánaðir
17. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
1 mánaður
18. Elin Henriksen
1 mánaður
19. Guðrið Hansdóttir
1 mánaður
20. Jóhan Martin Christiansen
1 mánaður
21. Jóhan Mortensen
1 mánaður
22. Lena Anderssen
1 mánaður
23. Magnus Johannessen
1 mánaður
24. Niclas Johannesen
1 mánaður
25. Oddfríður Marni Rasmussen
1 mánaður
26. Sólrun Mohr
1 mánaður
27. Terji Rasmussen
1 mánaður
Biden lovar broytingar
Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, segði um vikuskiftið,
at við teirri nýggju stjórnini í Washington á odda fer USA at
leggja eina aðra uttanríkispolitiska kós enn undanfarna
stjórnin gjørdi. Sum dømi nevndi hann, at stjórnin fer at
knýta sambandið við Russland aftur, og at hon er til reiðar
at tosa við iranska stýrið. Joe Bioden segði tað vera
alneyðugt hjá USA at bøta um sambandið við Russland,
sum versnaði nógv orsakað av kreppuni í Georgia og
ætlanunum hjá Bush-stjórnini um rakettverju í
Eysturevropa.
Ráðharri sleppur ikki frá
Í Týsklandi hevur Michael Glos biðið um at verða loystur úr
embætinum sum handilsmálaráðharri, men flokkur hansara,
CDU, vil ikki ganga umbøn hansara á møti, skrivar DPA.
Val verður í Týsklandi um sjey mánaðir, og tað er ikki
serliga hugaligt hjá handilsmálaráðharranum at fara til val,
soleiðis sum støðan í búskapinum er. Sjálvur hevur hann
mælt til størri skattalætta, men tað vil Angela Merkel,
kanslari, ikki. Michael Glos, sum er 64 ára gamal, sigur, at
yngri kreftir eiga at sleppa framat, og tí vil hann sleppa frá.
Mest til
tónleikarar
og høvundar
24 listafólk og
rithøvundar fáa
í alt 70 mánaðir
at arbeiða í frá
Mentanargrunni
Landsins
Mentan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.f o
Tey trý, sum fingu mest
vóru Marjun Syderbø
Kjelnæs, rithøvundur, 3
ár, Jóhannus á Rógvu
Joensen, tónleikari, 6
mánaðir og Jens L.
Thomsen, tónleikari, 6
mánaðir.
Tilsamans vórðu
latnar 94 mánaðarlønir
fyri slakar 2,2 milliónir
til týðingar og listaligt
og mentanarligt arbeiði.
Í tíðindaskrivi sigur
Mentanargrunnurin, at
72 umsøkjarar søktu um
starvsløn fyri umleið 28
milliónir krónur, og av
teimum vóru 27 umsókn-
ir játtaðar.
Ongin íverksetanar-
studningur varð latin í
ár.
Endamálið við Menta-
nargrunni Landsins er,
at styðja starv fyri før-
oyskum máli, bók-
mentum, list, vísindum
og øðrum mentanar-
málum bæði hjá leikum
og lærdum.
Grunnurin skal serliga
stuðla tiltøkum og verk-
ætlanum, sum kveikja
og menna føroyska
myndlist, tónlist,
bókmentir, sjónleik og
aðra list, sum kann
javnmetast við hesar
listagreinir.
Í nevndini fyri mentan-
argrunnur sita Jóanna
Djurhuus, forkvinna;
Ivan Niclasen, næstfor-
maður; Steintór Rasmus-
sen, Malan Marners-
dóttir og Judith
Johannessen
Marjun S. Kjelnæs er fødd í 1974 og uppvaksin í Havn.
Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.
Hon hevur vunnið stuttsøgukapping í Dimmalætting,
fekk aðru virðisløn í stuttsøgukapping á Listustevnu
Føroya í 2001 og fyrstu virðisløn fyri útvarpsleik á
Listastevnu Føroya í 2002.
Hon hevur eisini skrivað stuttsøgur í Birting og Atlantic
Revue.
Útgávur:
2001 Kópakona í Mjørki í heilum
2004 Ein farri av kolvetni
2006 Tað svarta portrið í Míni jólabók
2007 Og tú fert rennandi í Vencili 2
2007 Hvør fjalir seg í postkassanum?
2008 Hvør fjalir seg í ferðataskuni?
Heiður:
2001 Listastevna Føroya, 2. virðisløn
2002 Listastevna Føroya, 1. virðisløn
2004 Gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum
2008 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs
2008 Virðisløn í stuttsøgukapping fyri ungdóm
2009 Trý ára starvsløn frá Mentanargrunninum
Kelda: Bókadeild Føroya Lærarafelags
FAKTA
Starvsløn í
morgungávu
Myndin varð tikin, tá ið Marjun Syderbø Kjelnæs fekk
Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs 2008 fyri bøkurnar
”Hvør fjalir seg í postkassanum?” og ”Hvør fjalir seg í
ferðataskuni?” Triðja bókin í røðini kemur út til várs, sigur hon
við Sosialin