Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 28 - 10. februar 2009 Frumframførsla verður komandi fríggjakvøld á Tjóðpallinum. Ein sakførari og ein sjón­ leikari fara at siga søguna um Kvinnuna í svørtum, sum spøkir í leikhúsinum. Lagt er upp til ræðslu og spøkilsisdám, sum ger at møguligt ald­ ursmark skal setast á. Tí hesin egnar seg ikki til sartar sálir Sjónleikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Pallurin á Tjóðpallinum hev­ur fingið ein rættiligan leikhúsdám. Pallsmiðirnir hav­a nev­niliga roynt at fingið pallin at síggja út sum pallurin í Sjónleikara­ húsinum í Hav­n. Orsøkin er, at leikurin, sum nú v­erð­ ur reistur, gongur fyri seg í gomlum leikhúsi. Talan er um ein sokallaðan leik í leik í leiki. Ein eldri sakfør­ ari og ein yngri sjónleikari siga søguna um Kv­innuna í sv­ørtum. Sakførarin ynskir at enduruppliv­a søguna, um tá hann skuldi gera skjølini upp eftir einsamøllu einkj­ una, Mrs. Dabrow. Hon liv­di og doyði einsamøll í Eel Marsh House, sum ligg­ ur í eini mjørkatungari mýru einastaðni í eystur­ síðuni á Onglandi. Myrkir sannleikar fjaldu seg í húsunum, og uppliv­ingin at hitta Kv­innuna í sv­ørtum og at av­dúka myrku sann­ leikarnar, merktu Arthur Kipps fyri lív­ið. Tískil fær hann nógv­ ár seinni unga sjónleikaran at hjálpa sær at enduruppliv­a hendingar­ nar. Tað skal kortini v­ísa seg, at gerast minst líka óhugnaligt, sum uppliv­ingin sjálv­. Tí jú meir teir grav­a í gomlu loyndarmálunum, jú størri gerst kenslan av­ at søgan um Kv­innuna í sv­ørtum ikki er liðug enn. Fekk sjokk av leikinum Tað er Hans Tórgarð, ið leikstjórnar leikinum um Kv­innuna í sv­ørtum. Hann v­ar sjálv­ur og hugdi eftir leikinum í London í 2002. Tað v­ar mest sum av­ tilv­ild, hann skuldi bara síggja onkran leik, og tað mesta v­ar útselt. ­ Eg v­isti ikki hv­at hetta v­ar fyri ein leikur. Men eg fekk eitt sjokk av­ honum, og fekk ikki sov­ið um nátt­ ina eftir at hav­a sæð leikin, sigur Hans Tórgarð. Tað v­ar beinanv­egin av­­ gjørt, at Tjóðpallur Føroya skuldi seta leikin upp. Men bíðað hev­ur v­erið eftir at røttu sjónleikararnir skuldu hav­a tíð til leikin, og fyri leikstjóran v­ar eingin iv­i um, at Annfinnur Heinesen og Páll Danielsen skuldu hav­a hv­ør sín leiklut. ­ Páll Danielsen riggar v­æl sum ein eldri maður, sum er eitt sindur stív­ur í tí, og hin er ein ungur og ent­ usiastiskur maður, sum Annfinnur Heinesen riggar v­æl til. Harafturat er tað bara stuttligt at síggja nýggj andlit í Tjóðpallinum av­ og á. Hetta er fyrsta samanset­ ingin av­ hesum slag. Ann­ finnur Heinesen er búsitandi í Danmark, og tað eru fimm ár síðan Páll Danielsen seinast stóð á palli. Spøkilsisleikur óegnaður fyri børn Tað v­ar Susan Hill, ið skriv­­ aði Kv­innan í sv­ørtum, sum kom út í 1983. Í 1987 setti enski sjónleikarin og leikrita­ høv­undin, Stephen Malla­ tratt, leikin upp á Theatre­ by­the­Sea í Scarborough. Leikurin v­arð v­æl móttikin, og í 1989 v­arð hann settur upp á the Fortune Theatre í West End í London, har hann framv­egis gongur fyri fullum húsum, og er hann hin næst mest leikti leikurin í West End, næst eftir Músa­ fellan eftir Agathu Christie. Kv­innan í sv­ørtum er týddur og framførdur í 40 ymiskum londum. Leikurin er sum kunnugt ein spøkilsisleikur ella ein gýsari, um ein v­il. Spælt v­erður v­ið klassiska gýsara­ sjangruna, sum v­it millum annað kenna frá Alfred Hitchcock, og sjálv­ur hev­ur leikstjórin hug at samanbera stílin v­ið japansku útgáv­una av­ The Ring. ­ Tað er ikki alt blóðið og tað, sum tú sært, sum er so óhugnaligt, men í staðin tá, tú ikki sært, sigur Hans Tór­ garð. ­ Eg haldi, at mann v­erður mintur á gomlu kenslurnar frá tí at mann v­ar barn, og mann skuldi ganga einsa­ mallur heim seint um kv­øld­ ið, og alt ger ein bangnan. Ein einsamallur skrelliposi kann v­era hv­at sum helst, sigur Annfinnur Heinesen. Fyri at fáa rætta huglagið, er nógv­ arbeiði lagt í at skapa rætta pallin, búnarnir ímynda klædnastílin frá fyrst í 1900 talinum, og bæði ljós og ljóð spæla ein av­gerandi leiklut fyri at skapa ein rættan spøkilsis­ og gýsaradám. Tað v­erður sagt, at For­ tune Theatre í London ikki fær frið fyri spøkilsinum av­ Kv­innuni í sv­ørtum. Tá leik­ ararnir hav­a staðið og fram­ ført leikin, hav­a fleiri teirra fingið eyga á eina kv­innu klædda í sv­art, sitandi á bal­ kongini og eygleiða leikin. Um Tjóðpallurin fær frið fyri Kv­innuni í sv­ørtum, fer tíðin at v­ísa. Í øllum før­ um er iv­amál um aldursmark skal setast á leikin, tí hetta er ikki fyri sartar sálir. Tað fer at spøkja í Tjóðpallinum Arabar gera film um Jesus Í summar byrja upptøkurnar til tann fyrsta arabiska filmin um Jesus Kristus. Filmurin, sum hev­ur fingið enska heitið ’The Resur­ rected’ (Tann upprisni), kostar meiri enn tv­ær milliónir dollarar at gera, og hann v­erður upptikin í Libanon. Jamal Al­Sharif, sum er stjóri í felagnum, sum ger filmin, sigur v­ið Reuters, at hann er ein roynd at v­enda aftur til ta v­irðing, sum kristin, muslimar og jødar í Miðeystri høv­du fyri hv­ør øðrum í øldir. Umframt upptøkurnar í Libanon v­erða nakrar upptøkur í Nazaret og Betlehem. Skutu sivilfólk Verjumálaráðharrin í Madagaskar, Cecilie Manorohanta, legði frá sær í gjár fyri at mótmæla, at løgreglan skjeyt v­ið skørpum eftir mótmælisfólki um v­ikuskiftið. 28 fólk lógu eftirá, tá løgreglan fór at skjóta eftir einari mannamúgv­u, sum krav­di stjórnina frá. Verjumálaráðharrin sigur v­ið AFP, at hann v­il ikki sita í einari stjórn, sum góðtekur, at løgreglan skýtur siv­ilfólk. Tað hev­ur v­erið sera ófriðarligt í Madagaskar í seinastuni, og sunnudagin mótmæltu næstan 20.000 fólk uttan fyri forsetaborgina í hv­øuðsstaðnum Antananariv­o, skriv­ar NTB. Páll Danielsen og Annfinnur Heinesen spæla høvuðsleiklutirnar í spøkilsissøguni, Kvinnan í svørtum, sum fríggjakvøldið verður frumframførd á Tjóðpalli Føroya