týsdagur 10. februar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
vinnan
Nr. 28 - 10. februar 2009
VinnukVinnur
Leif Láadal
Tað mundi vera nógv sum
fóru heim við høvdinum
fullum av nýggjum ella end
urnýggjaðum tonkum, eftir
at hava hoyrt Benju Stig
Fagerland á Hotel Føroyum
8.mars í fjør. Hesi og onnur
fáa nú aftur møguleikan, tí
um ein lítlan mánað, vitjar
norska “orkuverkið” aftur
oyggjar okkara. Tað kann
kanska tykjast eitt sindur
løgið, at tiltakið hjá blað
num “Kvinna” ár um ár
hevur sama høvuðsrøðara,
men tað hevur fleiri for
kláringar. Fyri tað fyrsta, so
inniheldur Benja Stig Fager
land so nógva vitan og
royndir, at har er nóg mikið
til átjan Føroyaferðir. Har
afturat hendi nakað í Før
oyum í fjør, sum ger at
norski íverksetarin er noydd
at koma aftur hendaveg. Og
so er hon heldur ikki einsa
møll á høvuðspallinum:
Penille Aalund vitjar eisini!
Heimskenda Benja
Benja Stig Fagerland bleiv
kend alment í stórum pørt
um av heiminum við verk
ætlanini “Female Future”.
Fyri at sleppa undan einum
politiskum kravi um, at so
og nógvar kvinnur skuldu
sita í partafelagsnevndum
og leiðslum í Norra, valdi
felagið
hjá
arbeiðsgev
arunum í matvøruídnaðin
um í Norra at heita á Benju
Stig Fagerland um royna at
skipa soleiðis fyri, at tær
fingu tað, uttan politiska
uppíblanding.
Og tað eydnaðist. Upp á
trý ár øktist talið á kvinnum
í nevndum og leiðslum í
Norra frá 6,3 prosent upp í
21,3. Uppskriftin var fyri
so vítt líkatil, sigur Benja:
Viljin til at vilja, skapar
evnini til at kunna, og síðani
leggur hon afturat:
Tá tað snýr seg um
makt, mugu eisini kvinnur
nar vita, at maktina fær
mann ikki – hana tekur
mann.
Í dag er Benja stjóri í fyri
tøkuni Talent Tuning, sum
m.a. ráðgevur leiðarum í
vinnulívi og innan tað al
menna um kvinnuligar leik
lutir í lokala, lands og
heimssamfelagnum. Haraft
urat skrivar hon bøkur –
tann nýggjasta, sum verður
grundarlag fyri fyrilestri
num
í
Føroyum,
eitur
“Succespunktet”, ið hon
hevur skrivað saman við
Peter Horn.
Kynsspurningurin
darvar
Stríðið fyri javnrættindum
er ikki ein bardagi, men
Makt
skal
takast
– Tá tað snýr seg um makt, mugu eisini
kvinnurnar vita, at maktina fær mann ikki
– hana tekur mann. Tað sigur annar av høvuðs
røðarunum á “Kvinnuvikuskiftinum”, sum
verður í Norðurlandahúsinum 7. og 8. mars.
Benja Stig Fagerland, leiðari, íverksetari,
stjóri, ráðgevi o.m.a vitjar aftur í Føroyum,
og hesaferð er tað sum “hálvur føroyingur”.
Boðskapurin hjá henni til føroyskar kvinnur
er tann sami: Viljin til at vilja, skapar evnini
til at kunna!
– Tá tað snýr seg um makt,
mugu eisini kvinnurnar vita,
at maktina fær mann ikki
– hana tekur mann, sigur
Benja Stig Fagerdal, sum er
annar av høvuðsrøðarunum
á Kvinnuvikuskiftinum, sum
verður í Norðurlandahúsinum
7. og 8. mars.
Mynd: Leif Láadal
Fakta
Kvinnudagurin 8.mars í ár verður m.a. hildin sum ein
stórt Kvinnuvikuskifti í Norðurlandahúsinum. Tann
7.mars skipar blaðið Kvinna fyri fyrilestrum við
Pernile Aalund og Benju Stig Fagerdal og kjósan av
ársins “8.mars kvinnu”. Eisini er tónleikur við Jensinu
og Eivør á skránni. Dagin eftir skipar Kvinnufelagið
fyri, og er høvuðsevnið “Kvinnur í fíggjarkreppuni”.
Eisini er sjónleikurin “Eitt Dukkuheim” á skránni.
Umhugsa at binda
Í fiskamarknaðunum í Íslandi er prísurin á toski
og hýsu fallin so nógv í seinastuni, at fleiri reiðarí
umhugsa at gevast við fiskiskapinum. Morgun
blaðið skrivar, at meðalprísurin á kruvdum toski
hevur ligið um 10 krónur fyri kilo, og at prísurin á
hýsu hevur ligið millum seks og níggju krónur.
Orsøkin er, at tað er óvanliga trupult at sleppa av
við fiskin á marknaðunum uttanlands, og tað
hevur fingið fleiri av teimum stóru reiðaríunum at
umhugsa at gevast við fiskiskapinum, skrivar
Morgunblaðið.
Heldur lakari hjá Havila
Árið í fjør royndist ikki so væl hjá norska frálandsfelagnum
Havila. Roknskapurin, sum júst er kunngjørdur, vísti 250
milliónir norskar krónur í avlopi fyri skatt, og tað var 90
milliónir minni enn í 2007. Eins og hjá so mongum øðrum
var rað serliga tann seinasti ársfjórðingurin í fjør, sum
ávirkaði úrslitið tann skeiva vegin. Havila sigur, at teir
tríggir mánaðirnir góvu 86 milliónir norskar krónur í halli.
Á inntøkusíðuni var 2008 eitt gott ár, tí rakstrarinntøkurnar
vóru 1,1 mia. norskar krónur ella næstan tvær ferðir so nógv
sum árið fyri.