týsdagur 10. februar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
vinnan
Nr. 28 - 10. februar 2009
meira at kalla ein intelektuel
missión, sum við at víðka
heilan hjá báðum kynum,
fær fólk at hugsa um til
feingi, heldur enn slag av
fólki, sigur Benja Stig
Fagerland.
Tað snýr seg um at víðka
sjónarringin, og spyrja við
seg sjálvan, hvat havi eg
brúk fyri av arbeiðsmegi,
hvat skal viðkomandi duga.
Verða
hesir
spurningar
settir uttanum kynsspurn
ingin, fáa vit fleiri konufólk
í millumleiðslur, leiðslur og
nevndir, tí vit eru sjálvsagt
líka væl kvalifiseraðar og
ofta betri enn teir, sum sita
har frammanundan, sigur
hon.
Og kynsspurningurin kann
darva framgongdini hjá ein
um virki, sigur Benja.
Vit mugu burtur frá at
hugsa kyn, etniskan upp
runa ella fyri so vítt aldur.
Alt hetta má setast til viks,
fyri at vit kunnu koma fram
til tað, sum vit veruliga
vilja í vinnulívinum: Nevni
liga framburð, sigur hon.
Og tað krevur at serliga
teir gomlu gubbarnir við
tíggju til tólv nevndarsessum
ella fleiri, byrja at hugsa
øðrvísi, og lova øðrum fram
at, leggur hon afturat.
Skal loysa seg
Til tiltakið í Føroyum í fjør,
tosaði Benja Stig Fagerdal
til pengapungin hjá makt
havarunum og leiðarunum.
Hon vísti á, at ein stjóri ella
eigari av einari fyritøku
ikki skal seta eina kvinnu í
starv, uttan at tað loysir eg.
Men so legði hon afturat, at
tað var ein rættiliga stórur
kjansur fyri, at tað fór at
loysa seg at velja eina
kvinnu.
Skjótasti mátin at fáa
fleiri kvinnur upp í leiðslur
og nevndir í vinnulívinum
er um fyritøkan fær jalig
úrslit av hesum. Female
Future verkætlanin í Norra
vísti nærum beinanvegin, at
fyritøkurnar fingu fíggjar
ligan fyrimun av at leita
eftir kvinnuligum leiðarum,
og tað var tað sum skuldi
til, fyri at verkætlanin
skuldi hava ein kjans, sigur
Benja Stig Fagerland
Forelskað í Føroyum
Tá Benja Stig Fagerland
vitjaði í Føroyum í fjør,
hevði hon arbeitt hart í
nógv ár. Hon koyrdi eitt
sindur upp á rutinuna, og
sjálvt um boðskapurin var
greiður, var hann eitt sindur
merktur av, at orðini blivu
søgd fyri 117.ferð.
Men í Føroyum hendi
nakað, sum hon síðani
hevur brúkt nógva tíð upp á
at fortelja Gud og hvørjari
kvinnu. Hon fekk fulla
hugin til arbeiði sítt aftur.
Sjálv sigur hon soleiðis um
tað sum hendi í einum
brævi til blaðið “Kvinna”:
At hitta sterku, erligu og
fantastisku føroysku kvinn
urnar, fekk meg á eitt vega
mót. Eftir tiltakið fann eg
útav, at “hetta” er mín
lívsleið: At arbeiða við at
fáa kvinnur fram – at hjálpa
teimum at røkka sínum
dreymum. Hetta er mín
dreymur og mítt val.
Seinasta árið er tað so at
siga ikki komið fyri, at
Benja Stig Fagerland hevur
gjørt samrøður við fjøl
miðlar – bæði norskar og
útlendskar at hon ikki
hevur nevnt Føroyar, og
hon hevur enntá fingið sær
ein nýggjan “vinnarasang”.
Tað er “Oh my lady” hjá
Lenu Andersen, sum hon
hoyrdi á Hotel Føroyum 8.
mars í fjør.
»At hitta sterku, erligu og
fantastisku føroysku kvinnurnar,
fekk meg á eitt vegamót.«
Benja Stig Fagerdal
Føroysk luttøka
á messum er ikki
nakað nýtt, men tað
at mann kann læra at
vera meira virkin og
fáa meira burturúr
á slíkari, er kanska
ikki nakað, sum øll
vita. Tann 25.februar
skipar Samvit tí
fyri skeiði fyri fólki,
sum vilja hava tað
besta burturúr at
luttaka á messum.
Fyrilestrarhaldari er
sviin Mikael Jansson,
sum verður mettur
at vera ein “guru” á
sínum øki
útflutningur
Leif Láadal
Tað verður javnan sagt, at
føroyingar eru smædnari
enn eitt nú danir. Hetta gev
ur at bíta, tá føroyingar lut
taka á ráðstevnum ella mess
um uttanlands. Har danin
kanska er um at detta um
sínar egnu føtur fyri at
sleppa framat einum møgu
ligum kunda, standa summ
ir føroyingar um ikki hend
ur í lumma, so í hvussu so
er eitt sindur meira friðar
liga og bíða til kundin ger
vart við seg.
Men hvussu eigur ein
stevnuluttakari at gera fyri
at fáa mest burturúr. Tað er
ein spurningur, sum ber til
at svara, og ein av teimum,
sum hevur nøkur góð boð
upp á optimala stevnulut
tøku, er sviin Mikael Jans
son, sum er á veg til Før
oya.
Áðrenn, meðan
og eftir
Mikael Jannson hevur verið
ein av virknastu fyrilestrar
haldarum um stevnuluttøku
seinastu 20 árini. Hann
arbeiðir m.a. fyri Mässguru
(www.massguru.se), ið hev
ur ráðgivið so at siga øllum
teimum størstu útflutnings
fyritøkunum
í
Norður
evropa. Eisini hevur hann
fyri stuttum útgivið bókina
“The Exhibition Guru”,
sum er blivin metseljandi.
Kjarnin í framsýningar
vísindini er m.a. “TFI”,
sum stendur fyri Trade Fair
Intelligence. Mikael Jans
son og tey fólk, sum hann
arbeiðir saman við, hava í
miðal skeið fyri ikki minni
enn 4000 fólkum árliga, og
har fáa tey millum annað at
vita, at luttøka á einari
messu ella ráðstevnu ikki
bara snýr seg um tann dagin
ella teir dagarnar stevnan
er.
Tey flestu vita, at luttøka
á ráðstevnu skal fyrireikast.
Básur skal bíleggjast, hotel,
flutningur o.s.fr. Men fyri
at fáa sum best burturúr,
skal ein heildarskrá fyri alla
luttøkuna gerast. Avtalur
við kundar og leverandørar
mugu fáast upp á pláss
áðrenn farið verður avstað,
tí tá hurðarnar lata upp og
túsundtals fólk streyma inn,
er ikki serliga góð tíð til
slíkt.
Á stevnuni sjálvari er
nógv, sum kann gerast fyri
at fáa sum mest burturúr,
og øllum hesum fer Mikael
Jannson at greiða frá á
skeiðinum í Norðurlanda
húsinum tann 25.februar,
eins og hann fer at siga
luttakarunum um týdningin
av at fylgja upp uppá eina
ráðstevnu.
Hugburður
Ein av leiðarunum hjá
Kaffihandilsketuni
Star
bucks hevur einaferð sagt,
at Starbucks er ikki í
kaffivinnu og skeinkir fyri
menniskjum, men í menn
iskjavinnuni og skeinkir
kaffi.
Hesi orð verða eisini
brúkt av fólkunum aftanfyri
Mässguru, og mennaskjaliga
tilgongdin, tá tað snýr seg
um stevnuluttøku, fer at
fylla nógv, tá Mikael Jann
son fer at siga frá á skeið
inum tann 25.februar.
Skeiðið varir bert fimm
tímar, tí sum Durita í Grót
inum, samskipari hjá Sam
viti, sigur, so talar skeiðið
til fólk, sum hava nógv um
oyrini frammanundan, og tí
hava fyriskipararnir valt at
hava tað so intensivt sum
gjørligt.
Av tí at Vinnuframagrunn
urin stuðlar tiltakinum, er
skeiðið rættiliga bíligt fyri
tey luttakandi. Við ábiti,
kaffi og einum eintaki av
nýggju bókini hjá Mikael
Jannson, kostar tað 500,
krónir fyri hvønn luttakara.
Læra at fara á ráðstevnu
Fakta
Samvit skipar fyri skeiði
í stevnuluttøku í Norður
landahúsinum 25.
februar. Av spennandi
stevnum ella messum,
sum verða komandi
tíðina, kunnu nevnast
ESE (Fiskivinnumessa) í
Brússel 2830 apríl, ONS
(Oljuráðstevna) í Aber
deen í august og VIGO
(Fiskivinnutøkni) í
Spania í september,
umframt at tað eru
ferðavinnuráðstevnur
ymsastaðni alla tíðina.
Tað er eydnast at fáa
Mikael Jannson, serfrøðing í
marknaðarføring og serliga
í stevnuluttøku, at koma til
Føroya at halda skeið fyri
útflytarum tann 25. februar
Styðjar kópaveiði
Slovakiski EStingmaðurin Peter Stastny, sum er
heimskendur sum fyrrverandi íshockeyspælari,
er ímóti, at ES skal gevast at innflyta úrdráttir úr
kópi úr Grønlandi og Kanada. Í einari grein í
franska blaðnum Le Nuveliste skrivar hann, at
tað er púra burturvið at banna úrdráttum úr kópi,
tí eitt tílíkt bann rakar vanligar veiðimenn, sum
arbeiða nógv fyri at fáa til lívsins uppihald. Tann
nú 52 ára gamli Peter Stastny spældi í mong ár
íshockey í Kanada og á kekkoslovakiska
landsliðnum.
Benja Stig Fagerland hevur fingið sær
ein nýggjan »vinnarasang«. Tað er »Oh
my lady« hjá Lenu Andersen, sum hon
hoyrdi á Hotel Føroyum 8.mars í fjør
Spula seinastu oljuna upp
Oljuleiðirnar hjá Mærsk í danska partinum av Norðsjónum eru
nú gamlar og slitnar, at felagið brúkar meiri enn eina millión tons
av vatni til at pumpa 250.000 tunnur av olju upp um dagin. Tað
skrivar JydskeVestkysten. Per Angelo, varastjóri í Mærsk Olie og
Gas, sigur við blaðið, at í veruleikanum framleiðir felagið meiri
vatn enn olju á hesum leiðunum. Hann vísir á, at umleið 350.000
tunnur av vatni koma upp saman við teimum 250.000 tunnunum
av olju, og fyri at fáa oljuna upp noyðast teir at spula meiri enn
700.000 tunnur av vatni niður í brunnarnar.