Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 28 - 10. februar 2009 Fá tað besta burtur úr messuni MIKAEL JANSSON Hann er stjóri og partaeigari í Scandi- navian Survey Group. Hann stendur eisini á odda fyri the Exhibition Guru training project, sum hvørt ár mennir yvir 4.000 fólk. Til dømis hevur hann ráðgivið Ericsson, Saab Defence Industry og Wärtsilä. THE EXHIBITION GURU Kenda bókin hevur undirheitið ”The Art of Exhibiting at Trade Shows and How to Make Money From It”. Mikael Jansson hevur skrivað bókina. At sýna fram á stevnum er eins og onnur marknaðarføringsátøk ein íløga. Sjálvsagt skal luttøka á stevnum vera lønandi eins og aðrar íløgur. 25. februar fær tín fyritøka møguleika fyri at fáa vitan, hugskot, íblástur og dømi um, hvussu tit kunnu betra tykkara úrslit, tá ið tit taka lut á stevnum. Mikael Jansson, er ein tann mest vitandi fyrilestrarhaldarin í Evropa um evnið. Í fleiri enn 20 ár hevur hann gjørt kanningar og ráðgivið størri og minni fyritøkum um, hvussu tær kunnu fáa eitt betri úrslit, tá ið tær taka lut á stevnum. Tiltakið er ætlað útflutningsvinnuni. SamVit skipar fyri. Nær: Mikudagin 25. februar klokkan 11-16 Hvar: Norðurlandahúsið Kostnaður: 500 krónur pr. persón, íroknað prísin er ein løtt máltíð Tilmelding: Umvegis t-post til samvit@samvit.fo ella á tel. 306900 Tilmeldingarfreist: Mánadagin 23. februar Tilfar: Allir luttakarar fáa bókina “The Exhibition Guru” eftir Mikael Jansson TIlTAK FyrI úTFlUTNINGSVINNUNA Bryggjubakki 12 · P.O.Box 118 · 110 Tórshavn · Tel. 30 69 00 · Fax. 30 69 01 · www.samvit.fo jXej`i%]f Kári P. Højgaard, løgtingsmaður vil hava at vita, um lands­ stýrið hevur ætlanir um at gera eina útjavningarskipan fyri vørugjald, nú allur farmaflutningur fer um havnalagið hjá høvuðstaðar­ kommununi FARMAVINNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Allur farmaflutningur til og úr Føroyum, verður fluttum um bryggjukantin í Havn. Tískil er tað bara Tórshavnar Havn, sum fær havnargjald í Føroyum. Hetta heldur Kári P. Højgaard ikki vera rættvíst. Hann hevur tí sett Anniku Olsen, landsstýris­ kvinnu, munnligan fyri­ spurning í hesum sam­ bandi. Kári P. Højgaar sigur, at tá Skipafelagið Føroyar hevði farmaflutning, høvdu teir avgreiðslur í teimum størru plássunum: Tórshavn, Saltangará, Klaksvík, Tvør­ oyri og Fuglafjørður vóru upp­ og avskipingarhavnir, og fingu tær havnar, brúgv­ ar­ og vørugjøld. ­ Hesar kommunur hava gjørt rættuliga stórar íløgur í havnaløg, og pakkhús eru bygd á havnaløgunum til sama endamál, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur, at høvuðs­ reglan hevur verið, at vøru­ gjaldið verður goldið fyri vøruna, sum fer um bryggju­ kantin. ­ Trupulleikin er, at allar hesar kommunur, sum í dag sita við vælútbygdum havna­ løgum og ongari skipa­ ferðslu, framhaldandi skulu taka ímóti bingjunum á havnaløgunum. Tær verða fyltar eins og áður, men í staðin fyri at verða lossaðar umborð á skip, kemur ein trailari og dregur bingjurnar einar 50 til 70 kilometrar til Havnar, og fáa kommurnar tí einki inn í vørugjaldi. Í Suðuroynni er sama skilið, tí har skal allur farmur, í og úr oynni, fraktast við Smyrli. Kommunurnar í oynni fáa tískil heldur onga krónu í vørugjaldi, tí vøran kemur og fer við Smyrli og ikki beinleiðis við farma­ skipinum, sigur tingmað­ urin. Spurningurin er, um landstýriskvinnan heldur tað vera rímiligt, at øll inntøka av farmaflutningi kemur einari kommunu til góðar, sigur Kári P. Højgard. Munnligir fyrispurningar eru á skránni á tingfundinum í morgin. Bygdirnar eiga lut í havnargjaldinum vinnan