Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 28 - 10. februar 2009 Rosebank­ útbygging Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað eru ikki bert myndug­ leikar og oljuvinna í Bret­ landi, sum bíða spent eftir úrslitinum av boring á Rosebankleiðini skamt frá føroyska markinum. Eisini í Føroyum verður fylgt við hesi spennandi boring, tí úrslitið av henni kann fáa óbeinleiðis týdning fyri leiting her eisini. Rosebankfeltið varð funn­ ið í 2004 og varð skrásett sum eitt rakstrarverdugt fund. Síðani eru fleiri met­ ingarbrunnar boraðir og tíðliga í ár varð so farið undir at bora enn ein brunn við heimsins mest fram­ komna boriskipi, Stena Carron. Hesin er helst tann, sum skal geva grønt ljós til eina veruliga útbygging. Sosialurin hevur spurt Chevron í Aberdeen, sum er fyristøðufelag fyri hesum loyvi, hvussu gongur við boringini. Simon Tait, pressutalsmaður hjá Cevron sigur, at tey koma at bora til endan av apríl og eftir tað verður støða tikin til, hvussu farast skal víðari og evnt. um ein stór útbygging skal fara fram. Hini feløgini, sum eru við í hesum loyvi, eru StatoilHydro, OMV og Dong. Somu feløg eru eis­ ini við í einum loyvi, sum liggur beint hinumegin markið, also í føroyskum øki. Føroykir oljumyndugleik­ ar hava vónir um, at feløgini kanska fara at bora á okkara landgrunni í 2010 ella 2011, um so er, at alt gongur sum ætlað á Rosebankleið­ ini. Blaðíð skilur, at tað er rættiliga sannlíkt, at Chev­ ron og tess partnarar út frá tí vitan man hevur longu, fara at byggja út Rosebank­ leiðina. Sjeyndi brunnurin dregur nú nýggj oljufeløg til Føroya. Komandi boringin á Anne Marie leiðini á landgrunninum tykist at hava stóran áhuga millum olju­ feløg. Herfyri bankaði eitt japanskt oljufelag á dyrnar og nú hev­ ur so eitt enskt olju­ felag keypt seg inn í komandi boring á Føroyaleiðini, har italska ENI er fyristøðufelag og føroyska Faroe Petroleum er týðandi partnari sjeyndi bRunnuRin Jan Müller jan@sosialurin.fo Talan er um bretska olju­ felagið DANA, sum er eitt av teimum meðalstóru olju­ feløgunum, sum hevur havt eydnuna við sær við at rað­ festa og keypa seg inn í leitiloyvi, sum eiga góðar møguleikar at goyma olju og gass. DANA og Faroe Petroleum hava havt eitt gott samstarv í mong ár. Nú fara hesi bæði oljufeløgini inn í eitt ítøkiligt samstarv við boring fyri eygað. Sosialurin hevur spurt Graham Stewart, stjóra í Faroe Petroleum, hvat hann hevur at siga til, at DANA nú er partur av boringini av Anne Marie brunninum. – Vit halda sjálvi, at Anne Marie brunnurin er áhuga­ verdur, og tann sannroynd, at Dana nú hevur gjørt av at vera partur av hesi bori­ verkætlan, vísir, at teimum eisini dáma væl loyvi 005. Dana hevur keypt burtur av partinum hjá ENI, sum er fyristøðufelag. Helst verður parturin hjá Dana 40%. ENI, sum hevði 75%, fer eftir hetta at standa fyri 35%, meðan Faroe Petrol­ eum og japanska Cieco hava 12,5% hvør. Tað var japanska felagið, sum keypti helvtina av partinum hjá Faroe Petroleum, sum upprunaliga hevði 25%. Afturfyri hevur Cieco átikið sær at gjalda kostnaðirnar í sambandi við boringina hjá føroyska felagnum. Faroe Petroleum luttekur annars í tveimum leitiloyv­ um saman við Dana, einum vestan fyri Hetland, sum verður borað í summar og einum í Noregi. Á heimasíðuni hjá Dana stendur m.a.: ”Other growth in 2008 included Dana farming into the SE July concession in Egypt; into Licence 005 in the Faroe Islands which con­ tains the Anne Marie pro­ spect; into UKCS Southern North Sea Block 48/1a where Dana will earn a 40% interest; as well as a multi­block swap in Norway with Det Norske Oljsekap. Each of these commercial transactions has enhanced Dana’s asset portfolio and delivered some exciting short­term drilling oppor­ tunities.” Stórur áhugi fyri Anne Marie sjeyndi bRunnuRin Jan Müller jan@sosialurin.fo Áhugin fyri sjeynda brunninum á føroyska landgrunninum er ovur­ honds stórur bæði hjá myndugleikum og olju­ feløgum. Sosialurin veit, at fleiri oljufeløg hava víst Anne Marie brunninum áhuga og okkurt teirra hevur enntá verið í samráð­ ingum við ENI sum fyristøðufelag at sleppa uppí. Nú Dana er vorðin fjórða felagið í brunn­ inum er tó neyvan hugs­ andi, at pláss er til fleiri feløg. Tað er serstakliga góðu jarðfrøðiligu um­ støðurnar í undirgrund­ ini, sum hava vakt ans millum mong oljufeløg. Jarðfrøðingar úr fleiri oljufeløgum Vinn­ an hevur tosað við halda, at júst Anne Marieleiðin goymir lykilin til at finna fyrstu føroysku oljuna. Áhuga­ vert er eisini at bíta merki í, at ikki so langt frá hesi leiðini, finst eitt rakstrarverdugt fund á bretskum øki, Cambo, sum mong eygu eru vend móti í løtuni. Far­ ið verður nevniliga und­ ir at bora enn eina metingarbrunn har í næstum við boriskipin­ um Stena Carron, sum í løtuni borar á Rose­ bankleiðini. Keldur í oljuverðini halda, at hesin metingarbrunn­ urin helst fer at gera av, um Amerada Hess sum fyristøðufelag fer at taka avgerð um eina útbygging. Vert er eisini at merkja sær, at Cambo og Anne Marie fara at verða boraðir um nøkunlunda somu tíð. Helst verður Cambo nakað fyrr. Nýtt oljufelag við í leitingina við Føroyar Avgerð skjótt takast um oljuútbygging við markið Skulu marknaðarføra tosk Í Noregi hevur fiskivinnan gjørt av at brúka 20 milliónir krónur til at marknaðarføra tosk. 11,5 milliónir krónur koma frá tí almenna sum stuðul, og hitt rinda Útflutningsnevndin og sølufeløgini. Útflutningsnevndin ætlar at skipa fyri marknaðarfremjandi átøkum ymsastaðni í Evropa, og millum annað verður hugsað um at økja áhugan fyri klippfiski í Portugal. Harumframt er ætlanin at elva til størri áhuga fyri feskum og frystum toski í Fraklandi, Spania, Svøríki og heima í Noregi, skrivar Nordlys. Eingin lodnuveiða enn Íslendsk skip sleppa ikki at fiska lodnu enn. Havrann­ sóknarskipið Árni Friðriksson hevur jús verið og leitað eftirm lodnu, men sambært stjóranum á havrannsóknar­ stovuni, Jóhann Sigurjónssyni, er ikki grundarlag fyri at loyva skipunum út enn. Tað heldur skiparin á Lundey vera burturvið. Við Morgunblaðið sigur hann, at teir komu fram á eina sera stóra lodnutorvu á Suðurlandinum sunnudagin. Torvan var 14 fjórðingar long og millum 600 og 1.000 metrar freið, sigur hann. West Phoenix, sum skal bora Anne Marie í summar Stena Carron, sum er bygt til at bora brunnar á Atlantsmótinum, her eisini í føroyskum øki