týsdagur 10. februar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 28 - 10. februar 2009
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Kári við Stein hevur verið tarnaður av
sjúku, men nú hava vit aftur frætt frá
honum
Bæði Lómur og Polar Aassik og Polar
Natarnaq hava haft gott fiskarí. Teir eru
á Skipasmiðju í Nuuk fyri tíðina, men
teir royna á støðum, har tey størru skip
ini ikki sleppa framat. Lómur var inni í
Illulisat við knapt 120 tonsum av góðum
rækjum, og Polar Aassik var í Nuuk við
um 70 tonsum. Polar Amaroq, Regina
C, Natarna, og Polar Natoralik hava
verið inni í Nuuk og landað herfyri, og
her í Sisimiut hava Qaqqatsiaq og
Akamalik verið og landað. Umborð á
Akamalik hava teir hava haft filmslið
frá sjónvarpsrásini Dicovery umbord.
Tann 26. januar kom Ocean Tiger inn at
landa. Teir høvdu um 400 tons inni, og
Markus hevur landað í Nuuk.
28. januar
Í dag kom Lómur inn eftir fleiri kørum.
Har var alt fult hjá teimun. Teir skulla
byrja at landa í morgin. Teir hava 125
tons inni henda túrin. Síðani Lómur
byrjaði at landa 6. januar í ár hava teir
fiskað fyri knappar 4 mill. Teir hava
roynt uppi við Haruoynna á einum øki,
har teir stóru ikki hava loyvi at royna.
Polar Amaroq er inni í Nuuk í dag og
landar.
Polar Aassik hevur eisini gjørt tað gott
hetta tørnið. Teir hava verið inni við
hálvari last aftur í Nuuk 29 jan., og teir
loystu longu á midnátt til nýggjan túr.
Manu er inni í Manitsoq og landar.
30. januar
Lómur loysti í morgun nýggjan til túr.
Teir skulla landa mikudagin og skifta
yvirmenn. Ocean Tiger kom inn at
bunkra og taka pakning, sum lá eftir her.
Trolararnir eru víða, og sum eg havi
hoyrt, er lítið og onki til av rækjum fyri
tíðina. Ísur er eisini forðing hjá
teimum. Men januar mánaði plagar
heldur ikki at vera ein av teimun góðu
mánaðum fyri rækjur.
1. februar
Í dag er stilli. Eg hoyrdi í dag, at fimm
jollur høvdu skotið nakrar hvíthvalir í
gjár. Á veg til hús kollsilgdi ein jolla.
Har vóru nokk ongir skottir ella kassar i
jolluni, so alt tvøstið og hvøljan fór í
annað borðið. Maðurin umborð fekk
boðað hinum frá, at hann var við at
søkka. Hann kláradi at svimja inn á
land. Har stóð hann til hjálpin kom.
Maðurin fekk einki mein, men eg havi
einki hoyrt um jolluna.
Ein av trolarunum skuldi landa her
mánadagin 2. februar. Hetta er útsett,
tað er ov lítið fiskað. Steffan C er á veg
til Nuuk at landa við fullum skipi um
400 tons. Hann kann eisini royna, har
sum Lómur og Polar Qrassiuq kunnu
royna inni i kassanun út fyri Kangatsiaq.
Frætt er frá Lómi, at teir høvdu gott 50
tons inni seinnapartin. Heldur tað áfram,
sum tað hevur gingið, fáa teir nokk uppí
til mikudagin, og so fara teir væl upp
um 4 mill í januar.
Minni er til av rækjum
Arbeiðsloysið veksur
í OECD
Arbeiðsloysið í OECDlondunum var var 6,8 prosent um
ársskiftið. Tað var 0,2 prosentstig meiri enn ein mánað
frammanundan og 1,1 prosentstig meiri enn fyri einum ári
síðani. OECD sigur, at arbeiðsloysið í Evropa var 8,0
prosent um ársskiftið, og at tað var 0,8 prosentstig meiri enn
næstseinasta ársskiftið. Í USA vóru tey tilsvarandi tølini 7,6
prosent og 2,6 prosentstig. Arbeiðsloysið veksur eisini í
Japan. Tað var 4,5 prosent á nýggjárinum, og tað var 0,7
prosentstig meiri enn fyri einum ári síðani, sigur OECD.
Eimskip-felag í gjaldssteðg
Íslendska flutningsfyritøkan Eimskip boðaði í gjár frá, at hon gevst
við at reka frystifyritøkuna Daalimpex í Niðurlondum. Sagt verður,
at samráðingar hava verið um sølu, men at tær slitnaðu í seinastu
løtu. Tí hevur Eimskip gjørt av at lata dóttirfelagið fara í gjaldssteðg.
Leiðslan í Eimskip sigur, at avgerðin fær onga ávirkan á virksemið
hjá móðurfelagnum. Lagnan hjá Daalimpex ávirkar heldur ikki
fíggjarstøðuna hjá Eimskip, tí tapið bleiv avskrivað í fjør.
Myndlist
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tá tosað verður um føroyskt
vinnulív so tengja vit tað
næstan altíð saman við
fiski. Men vinnulív er so
nógv annað eisini. Før
oyskir listamenn umboða
t.d. eisini ein part av okkara
vinnulívi. Og tá hugsað
verður
um
at
branda
Føroyar, at selja mentan og
list av landinum og harvið
eisini at fáa fremmandafólk
henda vegin, tá eigur okkara
myndlist og okkara mynd
listafólk ein týðandi um
enn lítlan sess á hesi rók.
Tað fer Vinnurásin á Rás2
m.a. at viðgera í sendingini
týsdagin klokkan 16. Jan
Müller hevur vitjað tríggjar
føroyskar listamálarar, sum
í løtuni sýna fram í Keyp
mannahavn, allir í hvør sín
um gallarríi. Teir eru Øssur
Mohr, Zacharias Heinesen
og Bárður Jákupsson. Í sam
røðunum
verður
eisini
nomið við myndlistina í
Føroyum í dag og hvussu
hesir tríggir listamálararnir
arbeiða og trívast í tí listar
liga umhvørvinum.
Vinnurásin verður endur
send leygardagar klokkan
14.
Føroyskir lista
málarar sum
ambassadørar
Øssur Mohr, listamálari her saman við Stanley Samuelsen, tónlistamanni og stjóranum á Skt.
Gertrud gallaríi í Keypmannhavn
Mynd Jan Müller
Zacharias Heinesen og Bárður Jákupsson, sum báðir hava framsýningar í Keypmannahavn
Mynd Jan Müller