Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 28 - 10. februar 2009 Eingin fiskimaður fórst Fyri fyrstu ferð í søguni kann norska fiskivinnan líta aftur á eitt ár, har eingin yvkisfiskimaður fórst á sjónum. Arbeiðið sum fiskimaður hevur leingi verið mett sum tað vandamesta yvkið í Noregi, og tey seinastu ellivu árini eru 112 norskir fiskimenn sjólætni. Formaðurin í Norges Fiskerlag, Reidar Nilsen, sigur við NTB, at trygdin er vorðin fastur táttur í gerandisdegnum hjá bæði fiskimonnum og útgerðarmonnum. Í dag eru umleið 13.000 skrásettir yrkisfiskimenn í Noregi. Útlendskir keyparar í Íslandi Hagtøl hjá íslendsku fiskamarknaðunum vísa, at 4.575 tons av fiski, sum vórðu seld á uppboði í fjør, fóru beinleiðis til útlendskar keyparar. Keypsvirðið var um 45 milliónir krónur í okkara peningi. Talan er um smá tøl. 4.575 tons svaraði til 5 prosent av tí, sum bleiv selt á uppboðunum, og søluvirðið svaraði til 5,5 prosent, skrivar Vísir. Fiskamarknaðirnir gera vart við, at tølini umfata bara fisk, sum varð seldur útlendskum keyparum beinleiðis. Fiskur, sum íslendingar keyptu fyri útlendingar, er ikki við her. - Eg vænti avgjørt, at tað fer at gera mun fyri tey, sum fara at endurreisa fiskavirkið á Kósini, at fýra ísfiskatrolarar, sum áður hoyrdu til Klaksvíkina, nú aftur eru heimahoyrandi her, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, er eins og mong onnur í Klaksvík feg­ in um, at tað hevur eydnast P/F Christiani í Grótinum at keypa teir fýra ísfiskatrol­ ararnar, Safir, Smaragd, Fjalshamar og Nónhamar, aftur til Klaksvíkar. Sjálvur var hann reiðari á skipunum, áðrenn tey vórðu seld á tvingsilssølu. Avgjørt týdning Í langa tíð hevur Jóhan Páll saman við sínum fólki ar­ beitt við at endurreisa Kósa­ virkið, so tað kann lata upp­ aftur, men so seint sum í gjárkvøldið dugdi hann ikki at siga, um hetta fer at eydn­ ast ella ikki. ­ Nei, eg veit einki enn. Vit arbeiða við ymiskum møguleikum, men enn er einki ítøkiligt at frætta. Hetta hevur verið tað, sum Jóhan Páll hevur kunn­ að sagt sínum fyrrverandi arbeiðsfólki á Kósini nú í eina longri tíð. Og í gjárkvøldið kundi hann ikki siga meira enn tað sama. Jóhan Páll er tó sann­ førdur um, at skipakeypið hjá P/F Christian í Grótinum ger møguleikarnar at endur­ reisa fiskavirkið betri, enn teir hava verið. ­ Jú, eg haldi avgjørt, at hetta kemur at fáa týdning fyri eina endurreisn. Hvør – er líkamikið Stjórin í Maru Seafood veit ikki, um tað verða núverandi eigarar, sum koma at lata virkið uppaftur, ella um tað verða onnur, sum koma at stíla fyri. Spurdur, um tað er hugs­ andi, at virkið kann lata uppaftur við somu eigarum og uttan eina tvingsilssølu, sigur hann seg í løtuni heldur ikki duga at svara tí spurninginum. ­ Tað er ikki avgerandi, hvør tað verður, sum letur virkið uppaftur, men tað, sum hevur størstan týdning fyri økið er, at virksemið verður aftur á Kósavirkin­ um. Jóhan Páll Joensen sigur, Skipini muna væl í eini endurreisn av Kósini Føroya Reiðarafelag sigur, at tey skip, sum hava møguleika at landa uttanlands, fáa sama prís, sum teir, ið fiskiskipaflotin kappast við. - Men heimaflotin líður undir hesum, og tað er óskiljandi, at hesin munur skal halda fram, sigur felagið Olja Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á síni heimasíðu ger Føroya Reiðarafelag enn einaferð vart við, at ov stórur munur er á bunkringarprísinum á olju í Føroyum og uttan­ lands. ­ Í dag kostar ein litur av olju til skipini 2,84 krónur í Føroyum og sami litur kost­ ar 2,28 kónur í Hirthals. Felagið vísir á, at leygar­ dagin kostaði ein litur av somu olju 2,47 krónur í Scrabster í Skotlandi. ­ Hesin munur er alt ov stórur. Vit hava í longri tíð víst á, at vit kunnu ikki liva við einum so stórum muni á oljuprísinum, sigur felag­ ið. Felagið sigur, at tey skip, sum hava møguleika at landa uttanlands, fáa tíbetur sama prís, sum teir, ið fiski­ skipaflotin kappast við. ­ Men heimaflotin líður undir hesum, og tað er óskiljandi, at hesin munur skal halda fram. Føroya Reiðarafelag vísir á, at tá oljuprísurin fall so ógvusliga, søgdu oljufeløg­ ini, at prísurin var kollaps­ aður, og tey høvdu ongan møguleika at fylgja við. ­ Nú er prísurin hækkaður aftur rundan um okkum, og nú roknaðu vit við, at okk­ ara prísur fór at standa í stað, men so er ikki. Tá vit kanna prísin, ringja vit til oljusølurnar í Føroyum og fáa ein prís upplýstan, og tað sama gera vit, tá vit kanna prísin aðrastaðni, sigur Føroya Reiðarafelag. Ov stórur munur á oljuprísinum So seint sum í gjárkvøldið visti Jóhan Páll Joensen, stjóri, einki ítøkiligt at siga um, hvør lagnan hjá Kósavirkinum verður