týsdagur 10. februar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 28 - 10. februar 2009
Fleiri bankar rúka
Amerikanski forsetin, Barrack Obama,
væntar, at fleiri amerikanskir bankar afturat
fara av knóranum í næstum. Í gjár hevði
Obama fun við fíggjarmálaráðharran,
Timothy Geithner, og aftan á fundin segði for
setin, at hann hevði biðið fíggjarmálaráð
harran halda eyga við, at bankar, sum fáa
almennan stuðul, halda treytirnar fyri hjálp
ini. Obama segði, at tað er serliga umráðandi
at tryggja pengar, sum fólk hava standandi á
bók í bankumm og øðrum peningastovnum.
Wen fyrigevur skókastaranum
Kinesiski forsætisráðharrin, Wen Jiabao, heldur ikki, at leiðslan á lærda
háskúlanum í Cambridge í Bretlandi skal revsa mannin, sum tveitti annan
skógvin eftir sær, tá hann var har og helt fyrilestur fyrr í hesum mánaðinum.
Wen sigur við heimasíðuna hjá kinesiska uttanríkisráðnum, at hann vónar
ikki, at tann ungi maðurin fær nakra revsing frá skúlaleiðsluni, men at hann
sleppur at gera seg lidnan við útbúgvingina. Wen Jiabao sigur seg vóna, at
tann ungi bretin lærir av mistakinum, og at hann lærir at skilja Kina og
kinesarar betur.
Hóast fiskafram
leiðslan á Kósini og
ísfiskavinnan við
trolarum í løtuni
liggur í andaleypi í
Klaksvík, er ikki líkt
til, at klaksvíkingar
ætla sær at geva
skarvin yvir, nú P/F
Christian í Grótinum
hevur keypt fýra
ísfiskatrolarar
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Klaksvíkingar hava enn
ikki givið skarvin yvir í
strembanini eftir at endur
reisa fiskavirkið á Kósini,
sum upp ígjøgnum árini
hevur havt so stóran týdning
fyri býin og økið í Norð
oyggjum annars.
Herfyri segði nýggi borg
arstjórin
í
Klaksvíkar
kommunu,
Gunvá
við
Keldu, at Klaksvíkin kann
ikki vera Kósavirkið fyri
uttan.
Ein týðandi partur av
rávørugrundarlagnum undir
Kósavirkinum seinnu árini
hava verið seks ísfiskatrol
arar, sum hava verið undir
samtakinum
Maru
Sea
food.
Men í fjør heyst hendi
tað, at Føroya Banki lýsti
skipini á tvingsilssølu, og
sum tíðin leið, keyptu suður
oyingar Navaran og Borg
aran, meðan Safir, Smaragd,
Fjalshamar og Nónhamar
fyribils vóru eftir hjá láns
veitaranum.
Um nøkukunda somu tíð
læt eisini fiskavirkið á Kós
ini aftur, og síðan hevur at
kalla
einki
fiskaarbeiði
verið í Klaksvík.
Keyptu fýra
Felagið P/F Christian í
Grótinum lá tíðliga fram
við til at keypa øll seks skip
ini, men eftir øllum at døma
hava keyparar og lánsveit
arar ikki verið samdir um
samlaða prísin.
Í samrøðu við Sosialin
segði Kristian Martin Ras
mussen, reiðari, at felagið
hevði bjóðað tað fyri skip
ini, sum teir hildu, at skipini
kundu megna at forsvara,
soleiðis sum umstøðurnar
vóru.
Síðan
eru
viðurskifti
broytt nakað, soleiðis at eitt
nú oljan, sum var uppi
ígjøgnum í prísi, nú er vorð
in bíligari.
Nú um dagarnar hendi so
tað, at P/F Christian í Grót
inum kortini keypti teir fýra
ísfiskatrolararnar, ið eftir
vóru, Safir, Smaragd, Fjals
hamar og Nónhamar.
Góðar 400 dagar
Í samrøðu við Sosialin í
gjár, ásannar reiðarin, at
skipini er keypt nóg dýr,
sum hann tekur til, men við
góðum fólki og hampiligum
fyritreytum annars – á
sjógvi og landi heldur
hann, at skipini kunnu fáast
at bera seg.
Men tað er ikki vist, at øll
skipini, sum P/F Christian í
Grótinum
hevur
keypt,
kunnu fiska alt árið. Til tess
verður neyðugt at útvega
teimum fleiri fiskidagar
enn teir stívliga 400, sum
skipini í løtuni eiga.
Í samrøðu við Sosialin í
gjár sigur Kristian Martin
Rasmussen, at talan er um
tilsamans fýra loyvi – tvey
vanlig loyvi og tvey smærri
loyvi, sum hann tekur til.
Tá Føroya Banki seldi
Navaran og Borgaran til
Suðuroyar, skiltist, at bank
in saman við hesum báðum
skipum samstundis seldi
suðuroyingum
fiskidagar
til eitt skip aftrat.
Soleiðis eiga Breiðanes
og Hamranes, sum hesi skip
nú kallast, eitt hampiligt tal
av fiskidøgum tilsamans.
Spurningurin
er
so,
hvørjar møguleikar Kristian
Martin og hansara menn
hava at útvega sínum fýra
ísfiskatrolarum nóg mikið
av fiskidøgum.
Tað er ikki ókent, at feløg
samstarva, og eitt nú kann
nevnast, at JKFTrol í Klaks
vík eigur eini 10% í felag
num hjá Tummasi Christop
hersen í Vestmanna, sum
eigur ísfiskatrolararnar Vest
menning og Fram.
Sum skilst, hevur hetta
samstarv eisini nakað við
fiskidagar at gera, og vit
hava skilt, at tað er her, at
Vestmenningur og Fram
kunnu veiða gulllaks í
summarhálvuni.
Nú eigur P/F Christian í
Grótinum so hesi fýra skip
ini, og felagið fer at kanna,
hvørjir møguleikar eru.
Ábøtur og klassing
Øll skipini skulu hava
ymiskar ábøtur, og meðan
Fjalshamar og Nónhamar
hava síni klassapappír í
lagi,
noyðast
Safir
og
Smaragd
til
klassingar,
áðrenn
skipini
kunnu
loysa.
Kristian Martin Rasmus
sen segði seg kortini vóna,
tá vit hittu hann í telefonini
í gjár, at øll fýra skipini
kunnu loysa, áðrenn nógvar
vikur eru umlidnar.
Hetta verður so okkara
íkast til at endurreisa virk
semið aftur á Kósini, segði
reiðarin í Klaksvík.
Tað má sigast at vera
undrunarvert og flott, at
menninir, sum standa aftan
fyri P/F Christian í Grót
inum í Klaksvík, nú eisini
hætta sær undir ísfiskavinnu.
Um stutta tíð fær felagið
stóran nýbygning úr Chili,
sum eins og Norðborg fer
at virka pelagisk fiskasløg
umborð.
Hetta er ein velduga stór
verkætlan, og ikki minst nú
svartkjaftakvotan
er
so
nógv skerd, verður hetta
sjálvsagt eisini ein stór
avbjóðing.
Klaksvíkingar ætla sær
ikki at gevast á hondum
- Hetta verður so okkara íkast til at
endurreisa virksemið aftur á Kósini,
sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kristian Martin
Rasmussen, reiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen
at enn verður arbeitt við
ymiskum møguleikum, og
hann ivast onga løtu í, at
keypið av teimum fýra ís
fiskatrolarunum gera møgu
leikarnar betri – líkamikið,
hvør tað verður, sum kemur
at standa aftanfyri virksemi
á Kósini.
– Tað avgerandi er, at
virksemi aftur verður
á Kósavirkinum – og
ikki, hvør kemur at
standa aftanfyri hetta
virksemi, tá tað byjar
aftur, sigur Jóhan Páll
Joensen, stjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen