týsdagur 10. februar 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 28 - 10. februar 2009 ]
Rógvi er
framtíðar
maður í
Aberdeen
Vernjarin hjá
Aberdeen heldur,
at ungur føroyskur
verjuspælari er
framtíðar spælari
á besta liðnum hjá
felagnum
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
18 ára gamli Rógvi
Holm er ein framtíðar
maður á besta liðnum
hjá Aberdeen.
Tað heldur í øllum
førum venjarin Jimmy
Calderwood, sum sam
bært blaðnum Aber
deen Evening Express,
rósar føroyska verju
spælaranum.
Rógvi Holm hevur
verið í Aberdeen sein
astu
mánaðirnar,
og
hann hevur spælt fyri
eykaliðið hjá felagnum.
Mær dámar sera
væl her í Aberden, og
tað hevur eisini gingið
væl við fótbóltinum.
Mítt mál er at fáa
nógvar dystir við eyka
liðnum í hesum kapp
ingarárinum og flyta
meg rætta vegin, sigur
Rógvi Holm við Aber
deen Evening Express.
Tveir aðrir føroyskir
spælarar hava roynt seg
í Aberdeen seinastu
tíðina. Teir eru Gilli
Sørensen
og
Hallur
Hansson, sum báðir eru
16 ára gamlir.
Nýklaktu steypa
vinnararnir meta
VÍF hava gjørt prose
durufeil í sínari kæru,
og hartil meta teir
niðurstøðuna hjá
Kappingarnevndini
byggja á eina ógvuliga
veiku hypotesu
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinasta sunnukvøld fingu
Vestmenningar at vita, at
teir fingu viðhald frá Kapp
ingarnevndini hjá HSF í
kæruni, sum teir høvdu sent
inn
um
dystin
móti
Neistanum tann 18. januar.
Neistin vann dystin 38
37,
men
vestmenningar
kærdu alt fyri eitt eina
dómaraavgerð, sum beint
undan steðginum kostaði
VÍF eitt mál.
Hypotetisk støða
Tað eru fleiri orsøkir til, at
Neistin hevur valt at kæra
úrskurðin hjá Kappingar
nevndini.
Ein teirra er, at felagið
metir avgerðina hjá Kapp
ingarnevndini byggja á sera
veikt grundarlag. Fortreytin
hjá Kappingarnevndini fyri
at áseta nýggjan dyst er, at
VÍF
»møguliga«
kundi
fingið eitt mál afturat í
fyrra hálvleiki, um dóm
ararnir høvdu dømt fríkastið
at verða tikið av nýggjum.
»Ein retrospektiv hypotesa«
kallar Neistin hetta fyri í
sínari kæru.
Prosedurufeilur
Hartil førir Neistin í kæruni
fram, at talan eisini er um
prosedurufeil hjá VÍF.
Í fyrsta lagi verður sagt,
at fordømir úr eitt nú
donskum hondbólti stað
festa, at skal kærast um
dómaraavgerð, eigur hend
an at verað inngivin alt fyri
eitt. Og kærandi felagið
skal tá nokta at taka spælið
uppaftur, fyrr enn dysturin
byrjar aftur.
Neistin vísir í hesum
sambandi á, at tað á dóm
araseðlinum ikki framgong
ur, at nøkur protest er latin
inn, og at hesin tí ikki kann
nýtast sum grundarlag fyri
kæruni. Hartil førir Neistin
fram, at tá VÍF ikki hevur
tryggjað
sær,
at
teirra
mótmæli er skrásett, hevur
felagið
í
veruleikanum
góðtikið avgerðina.
Og í triðja lagi finst
Neistin eisini at Kapping
arnevndini, sum felagið
ikki metir hevur røkt sínar
skyldur, tá tað ræður um at
kunna seg nóg væl í
málinum.
Samanlagt telur kæran
frá Neistanum til Dóms
nevndina níggju punkt, og
skal Dómsnevndin altso
taka støðu til hesi.
Neistin kærir aftur
Neistin vann á vøllinum.
VÍF vann dystin hjá
Kappingarnevndini, sum
ásetti nýggjan dyst. Men hesin
verður so í fyrsta umfari á
borðinum hjá Dómsnevndini
Rógvi Holm er ein
spælari, sum Jimmy
Calderwood væntar sær
sera nógv av
Roman Abramovich
misti tolið leygardag
in, tá Chelsea enn
einaferð floppaði á
heimavølli. 00 javn
leikurin móti Hull
gjørdist seinasti dyst
urin hjá Luiz Felipe
Scolari sum venjara á
Stamford Bridge
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið gjørdist Scol
ari næsti venjarin á degnum,
sum varð koyrdir úr starvi
hjá einum Premier League.
Um morgunin var tað
Tony Adams, sum varð
sekkjaður í Portsmouth, og
seinnapartin var tað so Scol
ari, sum stóð fyri tørni.
Við grundgevingini, at
felagið vil varðveita roynd
ina eftir teimum steypum,
teir enn kunnu kappast um,
sendi leiðslan Scolari til hús.
Í ensku miðlunum verður
sagt, at tað fyrst og fremst
var Roman Abramovich,
sum vildi sleppa av við
brasiliumaðurin. Sagt verð
ur, at bæði spælarahópurin
sum heild og Peter Kenyon,
sum er stjóri í felagnum,
høvdu fult álit á Scolari,
sum av mongum verður
sum ein av taktiskt sterkastu
venjarunum í heiminum.
Og eitt nú hevur Sir Alex
Ferguson givið til kennar,
at hansara fatan er, at
leiðslan í Chelsea hevur
verið dekan ov knøpp í síni
avgerð.
Luiz
Felipe
Scolari
gjørdist heimsmeistari við
Brasilia í 2002, og hevur
verið venjari hjá Portugal
frá 2002 til 2008, tá hann
tók við í Chelsea.
Hann fekk sostatt bert
gott hálvt ár í felagnum, 36
dystir, harav hann vann 20,
tapti fimm og spældi 11
javnleikir.
Chelsea liggur í løtuni á
einum fjórða plássi í Premier
League, umframt at teir enn
eru við í Champions League
og FA Cup.
Ray Wilkins, sum var
hjálparvenjari hjá Scolari,
verður á odda fyri liðnum
til ein nýggjur venjari er
settur í starv.
Ein av teimum, ið longu
eru í uppskoti til venjara
hjá Chelsea er fyrrverandi
Chelsealegendan
Gina
franco Zola, sum í løtuni er
venjari hjá West Ham. Hann
hevur tó áður sagt, at hann
ikki vil til Chelsea.
Scolari sekkjaður
Luiz Felipe Scolari varð
í gjár uppsagdur sum
manager hjá Chelsea
Mynd: Polfoto/AP
Søguligt mál hjá Giggs
Málið, sum í gjár tryggjaði Manchester United trý stig á Upton
Park, syrgdi fyri nýggjum meti til Ryan Giggs. Talan var um fyrsta
Premier League málið hjá Ryan Giggs hetta kappingarárið, og við
hesum hevur hann nú skotið mál í 17 kappingarárum á rað í fremstu
røðini í enskum fótbólti, og tað hevur eingin gjørt undan honum.
Undan dystinum í gjár var Gary Speed ájavnur Ryan Giggs, men
Speed sum eisini er walisi spælir í ár við Sheffield United í næst
bestu røðini, og tí fær hann ikki hótt metið hjá Giggs. Ryan Giggs
spældi fyri fyrstu ferð við Mancester United í 1991, tá hann kom á
vøllin í grannauppgerðini móti Manchester City. Í alt hevur hann nú
spælt 787 dystir og skotið 147 mál fyri Manchester United.
Odmar átti at bíðað
Í farnu viku gjørdi Odmar Færø sáttmála við danska
superliguliðið Brøndby. 19 ára gamli verjuleikarin hevur
staðið seg væl sum verjuleikari hjá B36, og Heðin Askham,
høvuðsvenjari, staðfestir, at saknur verður í Færø. Odmar
Færø skuldi spælt eitt ár í Formuladeildini afturat. Serliga
við teimum avbjóðingum, sum B36 kann geva honum. Men
tað er ein avgerð, hann hevur tikið, og sjálvandi skal hann
fara, sigur Heðin Askham við heimasíðuna hjá B36, sum
fegnast møguleikan, Odmar Færø hevur fingið. Odmar
hevur uttan iva førleikan at sleppa á besta liðið hjá Brøndby,
leggur Heðin Askham afturat á heimasíðuni hjá B36.