Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 28 - 10. februar 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 10. februar. Scholastica, deyð umleið ár 542. Tvíbura­ systir Sankta Bænadikt, sum stovnaði eina munkaskip­ an, sum skjótt kom víða um lond. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Mikudagin 4. februar 2009 fylti Jákup Karbech Mourit­ sen, vanliga nevndur Aggo, 70 ár. Aggo er sonur Giggu, f. Joensen, ættað úr Sørvági, og Carl Karbech Mouritsen, vanliga nevndur Kaffi­Carl. Gigga og Carl vórðu serliga kend frá Kaffivogninum á Eystaru bryggju í Havn, sum tey saman róku í eini 40 ár. Tey skaptu eitt sera hugnaligt umhvørvi í Kaffi­ vogninum, har nógv arbeiðs­ fólk í Havn høvdu sína føstu gongd. Gigga, sum í dag er 93 ár gomul, hevur verið einkja síðan Carl doyði í 1989, 78 ára gamal. Aggo er nummar fimm í røðini av børnum hjá Giggu og Carl, sum fingu tilsam­ ans 12 børn, harav níggju eru á lívi. Tey eru: Gunnleiv­ ur og Eydna (Viderø), Poula Margretha (Keldorff) og Arndis (Davidsen), Jákup (Aggo), Kris og Johannes, tvíburar sum doyðu í 1941, hálvt ára gamlir av lungna­ bruna, Karin, Kári, Rógvi og Elin. Yngstur var Bogi, sum brádliga doyði av sjúka í 1960, 11 ára gamal. Sum heilt ungur fór Aggo út at sigla. Einasta treytin, fyri at sleppa avstað, var, at hann mátti geva pápa sínum lyfti um, at hann skuldi ikki fáa sær tatoveringar, og tað lyftið hevur hann hildið. Aggo fór í læru á maskin­ verkstaðnum hjá Anfinni Debes, og seinni gjørdist hann maskinmeistari. Hann hevur siglt nógv, millum annað við Vesturvón í nógv ár, síðan fór hann at sigla úti í stóru verð við reiðaríunum Mæersk og K. I. Larsen. Í 1985 gjørdist hann sjúk­ ur og mátti gevast at sigla. Hann fekk sær so ístaðin arbeiði á landi og arbeiddi á Verkstaðnum Vón á Argjum í umleið 13 ár. Seinnu árini hevur hann koyrt hýruvogn á bilstøðini Auto í Havn. Aggo var giftur við Mary, f. Højsted, av Langasandi. Mary gjørdist sjúk og andað­ ist í 1993, bert 45 ára gomul. Tey fingu tvey børn: Ann Mari, 38 ár, og Kári, 28 ár, sum bæði eru búsitandi í Danmark. Ann Mari eigur tríggjar dreingir: Silas 9 ár, Jonas 6 ár og Lukas 3 ár. Aggo er sera góður við abbasynirnar og kallar teir fyri ”teir trígg­ ir musketerarnir”. Hóast frá­ støðan er stór, vitjar Aggo ofta í Danmark og vitjar børnini og abbasynirnar. Aggo er sera kreativur, og tað liggur væl fyri hjá hon­ um at tekna og mála. Men tað er ikki nakað, hann ger so nógv við. Musikalskur er hann eisini, dugir at spæla guitar, harmoniku og munn­ harpu. Tað eru helst mong sum minnast at Aggo, saman við Leivur Johannesen (Leivur hjá Fritleif), sang kenda slagaran “Eitt sunnukvøld í plantasjuni”. -red Aggo Mouritsen 70 ár Aggo Mouritsen saman við abbasynunum f.v.: Lukas, Silas og Jonas Hósdagin 12. februar letur framsýningin ”Fantasi­ kunst” hjá Birgitte Broder­ sen upp í Smiðjuni Lítluvík Birgitte Brodersen er donsk. Hon er fødd í 1950 og útbúgvin dekoratørur í 1969. Sum listafólk er Bir­ gitte sjálvlærd. Hon hevur altíð havt áhuga fyri sniðum og litum, og hevur arbeitt við pappíri, leðri, steini, jarni og ymiskum tilfari, blómum, voksi og gjørt smúkkur. Íblásturin fær hon t.d. frá vanligum lutum í gerandis­ degnum so sum náttúrini, og tí sum hon hoyrir og sær í sjónvarpi og radio. So at siga alt kann geva íblástur, sigur hon. Tilfarið er líka so ymsikt sum hugflogið kann gera tað til. Henni dámar væl at eksperimentera, og hon brúkar so at siga allar lutir í sínum listaliga arbeiði. Birgitte er búsitandi í Må­løv, og millum ár og dag hevur hon havt nógvar fram­ sýningar í Danmark og eisini í Føroyum. Fernisering verður hós­ dagin frá kl. 17 til 19. Fram­ sýningin verður opin frá hós­ degnum 12. til og við miku­ dagin 18. februar. Allar dag­ ar frá kl. 15. til 19. Annars eftir avtalu á tel. 223312. -red Birgitte Brodersen í Smiðjuni Hósdagin letur framsýningin ”Fantasikunst” hjá Birgitte Brodersen upp í Smiðjuni Lítluvík Andlát og jarðarferðir Charles Hauritz, van­ liga nevndur Sallaba, fer til gravar úr Tvøroyr­ ar kirkju týsdagin kl. 13. Hans Hansen, Árna­ fjørður, andaðist leygar­ morgunin, 59 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til Árnafjarðar kirkju týskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður mikudagin klokkan 13. Brynhild Kirk, fødd Eidesgaard, ættað úr Oyndarf irði, búsitandi í Esbjerg andaðist sunnu­ dagin 8. februar, 92 ára gomul. Jarðaferðin verð­ ur leygardagin 14. febru­ ar klokkan 12.30 frá Zions kirke. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður, at kæra systir mín Brynhild Kirk fødd Eidesgaard, ættað úr Oyndarfirði, búsitandi í Esbjerg, andaðist sunnudagin 8. febr., 92 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin 14. febr. kl. 12.30 frá Zions kirken. Vegna tey avvarðandi Aðalbjørg Gullbrúdleyp Leygardagin 14. februar hava hjúnini Esther og Johan M. Restorff, Tórshavn, gullbrúdleypsdag. Dagurin verður hildin saman við børnum, barnabørnum og systkjum. Silvurbrúdleyp 11. februar hava Jórun & Trøndur Ennistíg silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima, Niðaragøta 54, 188 Hoyvík, frá kl. 18.00. Prógv 30. januar fekk Tordis Christiansen, Fuglafirði, handað læknaprógv frá Københavns Universitet. Tann 29. januar 2009 fekk Beinta Johndóttir Danielsen prógv sum námsfrøðingur á Frøbøl Seminariet á Frederiksberg. Góða mamma, vermamma og omma okkara Jutta Olsen f. Tausen, Tórshavn andaðist sunnumorgunin 8. februar, 81 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum mikukvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 13.00 úr Havnar Kirkju. Alt tað besta Ingun, Kjartan Jan, Janus Egi og Tóra Tey, sum vilja minnast Juttu, kunnu geva Sinnisbata eina gávu, konta í peningastovnunum.