Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 10. februar 2009 27 Tað sýnist sum stjóri SEV´s er traðkaður á halin, sum hann orðar seg. Fyrst skal sigast at FNU ikki er Kári Thomsen, men ein nevnd við 5 persónum, har eg sjálvur eri formaður. Tey sjónarmið FNU hevur ført fram um Eiðisverkætl­ aninar eru enn tey somu, men verkætlanin er eisini hin sama, nevniliga ein skjótt 25 ára gomul ætlan, ið ikki er dagførd ella upp­ daterað til nútíðar krøv um fremjan av burðadyggum verkætlanum. Helvtin av verkætlanini er framd við sera stórum og óheppnum avleiðingum fyri náttúru og fólk í økinum, og føroy­ ingum annars og vitjandi, ið hava mist stór virði. FNU heppnaðist at steðga byrjanina av verk­ ætlanini har Fjallavatn stóð fyri neyðtøku. Síðan kom Eiðisverkætlanin har sjón nú fæst fyri søgn. Øll orsøk er at halda orðaskift­ ið heitt kring vatnorku­ og gagnnýtslu av náttúrutil­ feingið, og er tað ongantíð meira týdningarmikil enn júst í hesum tíðum, og eig­ ur orðaskiftið tí á ongan hátt at enda. At Hákun kundi hugsa sær at alt bleiv tagt í hel, er nokk ein onn­ ur søga, men tað eru ikki bara 5 fólk í FNU sum ikki stuðla undir Eiðsverkætlan­ unum, og harafturat hava vit frælsið at skriva, savn­ ast í áhugafelagsskapum, og tosa frítt um øll sam­ felagsins mál. Viðvíkjandi útlátum av vakstrarhúsgassum frá byrgingum her í landinum, er víst til at neyvar kann­ ingar ikki eru gjørdar, men at aðrar útlendskar kann­ ingar seta spurnartekin við hvussu “grøn” vatnorka í verunleikanum er. Nei, einasta orsøk til at vit fingu 3 myllur í privat­ um rakstri fyri 6 árum síðan var orkuráðstevnan og at táverandi landsstýrismað­ urin gav harraboð til SEV at geva íbindingarloyvi, annars bleiv lógaruppskot lagt inn á ting. Tað sær ikki gott út at ravmagnsfelagið onga verunliga nútíðar myllu hevur sett upp í 12 ár. Undanførðslur trotu ikki. Eingin vindmylluframleið­ ari, næst kundi eingin krani finnast sum kundi seta myllur upp o.s.v. Vit hava fingið elveitingarlóg og annan stovn at viðgera orkumál og aðrir aktørar eru ini í myndini. Tað gongur rætta vegin hartil at netið verður sjálvstøðugt felag og SEV einskilt. Nýggj náttúrufriðingarlóg er á veg og einkarrættur SEV´s at taka áir og vøtn er horvin um 3 ár. Ljós er fyri stavn og vit hyggja við gleði fram til tann dagin. Framleiðslukostnaður av ravmagni frá nýggjum vindmyllum av tí slagnum settar eru upp kostar um 25 oyri pr. kilowatt. At SEV so keypir frá Røkt fyri 40 oyru er nakað annað. Sjóvarfallsorkuverkætl­ anin var klár at seta í verk við umsókn til ES stuðuls­ grunnin, og allir luttakarar vóru funnir. At Hákun so heldur tað er í fínasta ordan at einstaklingur skal leggja tveir mánaðir til viks uttan inntøku fyri at fremja hesa umsókn, verður hansara peronliga meting. Helt annars at tað var Røkt sum tókst við pumpu­ verkætlan og ikki SEV og Jarðfeingi. Kostnaður okk­ ara fyri ravmagn er ein hin stórsti í Europa og er orsøk­ in tær ovurstóru íløgur SEV hevur framt. At ráðgeving og vegleiðing frá óheftum stovnum sum Risø, Berdal og Orkuáðnum ikki verða tiknir í álvara gevur okkum m.a. tann trupulleika at SEV aftur nú vil økja kostnaðin fyri ravmagn. Sjálvandi er tað óheppi fyri SEV at vit uttan trupul­ leika kunnu seta 8MW av vindorku afturat verandi 6 myllunum – í staðin fyri Eiði 2. Sakligar og fakliga undirbygdar grundgevingar kunnu ikki meira rættvís­ gera Eiði 2 ætlanina, men trupult er sjálvandi hjá stjóranum at góðtaka at áhugafelag soleiðis blandar seg upp í málið. FNU hevur sum aðalmál at lýsa ágang á náttúruvirðini, og ætlar at halda fram á sama hátt. Um Hákun Djurhuus er vorðin firtin inn á FNU og undirritaða verður hann um tað. Hygg frameftir Hákun, far eftir bóltinum og málinum, og lat teg ikki órógva av manninum – hann er uttan týdning fyri sakina ! FNU hyggur bara frameftir formaður í Føroya Náttúruverndarfelag Kári Thomsen Ingen er uvidende om den store mangel på plejehjems­ pladser, måske især i Tórs­ havn og at det er højst nød­ vendigt at få bygget de nødvedige hjem hurtigst muligt. Det er også vigtigt at forebygge, at andre, knap så hjælpeløse, alt for hur­ tigt kommer i samme situa­ tion, så behovet for pleje bliver endnu større. Det er vigtigt at en (måske enlig) pensionist kommer ud hver dag og får nogle sociale kontaker og nye indtryk – men hvis vedkommende er dårligt gående, vejret elendigt og der ikker noget sted at gå hen, er det svært at være motiveret. Hvis et menneske ikke bliver holdt ved lige – fysisk som psykisk – går det uhyggeligt hurtigt ned af bakke og forfaldet sætter alt for tidligt ind. Som pensioneret ergo­ terapeut, – der har brugt hele sit arbejdsliv på op­ træning, vedligeholdelse og aktivering av yngre såvel som ældre mennesker – kender jeg betydningen af aktivering og konsekven­ serne, hvis den ikke finder sted. Tilhaldið giver et ene­ stående godt tilbud om aktivering. Det ligger lige ved Steinatún, hvor samtlige busser mødes, så det er relativt nemt for alle at komme dertil. Der gives et stort og varieret tilbud om aktivitet og samvær; – mulighed for at læse aviser og diskutere indholdet – spille forskel­ lige spil, der holder hjern­ en trænet og udsætter evt. demens – mulighed for at udvikle nye interesser og lære noget nyt f.eks. at bruge en computer eller lave mad, fællessang, fore­ drag, ture til fods i fælles­ skab og meget andet. Desuden er der mulighed for at få gode råd angående helbredet, låne en lys­ skærm for at afhjælpe vinterderpession, eller en massagestol – og især gøre gymnastik, så legemet bliver holdt ved lige. Tilhaldið er ikke en luksus for brugerne, men en hjælp til at kunne blive længst muligt i eget hjem. Jeg håber derfor, at Til­ haldið får det nødvendige tilskud for at kunne fort­ sætte. Det er et forholds­ vis lille beløb, det drejer sig om. Derimod bliver det yderst kostbart på længere sigt, hvis en lukn­ ing af Tilhaldið måske bliver medvirkende til, at flere for tidligt udvikler et plejebehov. Tilhaldið í Tórshavn else GoTved Jacobsen Í 1960­árunum arbeiddi eg eitt skifti í Keypmanna­ havn. Eg hevði tørv á borði og fór í handil, ið seldi brúktar lutir. Har vóru nógvir stólar, men einki borð. Handilsmaðrin segði seg hava bæði borð og skáp bíliga til sølu, tað var bara ikki komið í handilin enn. Eg kundi síggja tað, um eg fór á ávísa adressu. Eg avstað, kom til eini fitt hús við lítlum urtagarði uttanum. Eldri hjún tóku ímóti mær og vístu mær stórt borð við stólum, umfamt trý vøku skáp til borðbúna og annað ­ alt snotiligt og vælhildið. Vit fingu eitt lítið pát. Heilsan hjá heimum var hampuliga góð, men lagið var vánaligt. Her høvdu tey livað meginpartin av lívinum og vóru nú komin í pensiónsaldurin. Húsa­ skatturin var so tyngjandi, at við eftirløn kláraðu tey ikki sínar skyldur. Tey noyddust at fara frá húsi og heimi og á ellisheim. Soleiðis fekk eg borð, stólar og eisini skáp, og alt havi eg havt nú í meira enn 40 ár. Tankarnir renna tíðum til hesi fittu hjún, sum máttu fara frá húsi og heimi vegna tyngjandi húsaskattin. Stovuborðið lækni Óli miKKelsen AT SKREIÐA: Í sekstiárunum og seinni mundu øll á Argjum siga at »skreiða«, ja, kanska øll í Suðurstreymoy. Í dag siga argjabørn vanliga at »sleta«! Dugir onkur málkønur ella máláhugaður at siga, hvussu ein slík málbroyting man henda? Munnu øll børn í Føroyum siga at »sleta« í dag? AT SLETA: Í gomlu orðabók finna vit ikki sagnorðið, at »sleta«. Í móðurmálsorðabókini finna vit harafturímóti sagnorðini, at »sleta« og at »sleða« (gamalt mál; at sleða grót og tøð). Harumframt hava vit sagnorðið, at »aka«. EIN SKREIÐA: Navnorðið, ein »skreiða«, er eisini til. Tað merkir: ein skari av bátum/ skipum og ein skreiðibreyt. KAVI: Kavi er eitt serligt føroyskt orð. Kortini siga vit »snjóhvítt«. AT HILLA: Eg helt »hilla« vera suðuroyarmál. Tað sigur móðurmálsorðabókin eisini. Tosaði annars við nakrar suðuroyingar, sum ikki hildu seg hava hoyrt orðið har suðuri. Hvussu man vera vorðið við tí? ÆLI/ÆLIÐ: Í vørpunum eru summi farin at siga »kavaæli(ð)« í staðin fyri kavaæl!? Sjáldsamt! Dømi: Tórshavn, kavaæli(ð) og gott sýni. Á Borg á Argjum í torrakava 2008 Við snjókvøðu At skreiða ella at sleta!? eyðun á borG viðmerkingar