Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 28 - 10. februar 2009 Arnstein Niclasen sigur í viðmerking til mín leiklut í kjaki í Miðlahúsinum, at eg, sum kvøldið leið, fór ið og so langt av leið, tá eg saman­ bar handritatilgongdina við menningarlæruna hjá Dar­ win, og at eg veik undan spurningum frá Bergi, tá kjakið kom inn á boðskapin í tekstinum. Sjálvur haldi eg, at eg upp til fleiri ferðir nevndi, at boðskapurin í bíbliuni var einastandandi, t.d. boðskapurin í søguni um kvinnuna, sum varð tikin í hordómi (tað er bara ikki mín skyld, at hendan søgan og annað við ikki er at finna í teimum elstu og bestu hand­ ritunum av bíbliuni), og at endin hjá mær var bleytari enn byrjanin. Tað var í øllum førum ætlanin. Tað kann hinvegin ikki undra nakran, at eg sum søgufrøðingur ikki vildi gera meg klókan upp á gudfrøði (minst av øllum átti tað at undra Arnstein Nicla­ sen, sum tykist halda, at eingin hevur skil fyri Gudi), og at eg veik undan spurn­ ingum um, hvat eg sjálvur trúði. Eg var ikki biðin um at koma í Miðlahúsið fyri at svara upp á persónligar trúarspurningar, men fyri at kjakast um bíbliuna. Men aftur til mína saman­ bering við “natúrligt úrval” innan menningarlæruna, sum Arnstein Niclasen tykist hava misskilt og heldur var langt av leið. Tað var ikki seint út á kvøldið í kjakinum, sum Arnstein Niclasen vil vera við, men í mínum fyrsta innleggið, at eg legði upp til, at upprunasøgan hjá bíbliuni minti meira um “natúrligt úrval” enn um “gud­d­ómliga opinbering”. Tað undraði meg stórliga, at eingin spurdi meg nærri um hetta provo­ kerandi uppleggið til kjak (soleiðis var tað í øllum førum ætlað), men tá Arn­ stein Niclasen nevnir hetta í skeivum høpi í síni drúgvu viðmerking kenni eg meg noyddan til at greiða frá, hvat eg meinti við hesum upp­ leggi mínum til bíbliukjakið í Miðlahúsinum. Broytingar, tilagingar og ískoyti til bíbilska tekstin Tað er ein sannroynd, at tað finnast ymisk handrit av bíbilsku tekstunum. Tann varðveitti hebraiski teksturin av Gamla Testamenti er t.d. ikki samlíkur við tann varð­ veitta grikska tekstin. Jere­ miabók í tí grikska tekst­ inum er t.d. 1/6 stytri enn Jeremiabók í tí hebraiska tekstinum. Millum deyða­ havsrullurnar, sum stava frá 200 f.Kr – 70 e.Kr., hava granskarar m.a. funnið fleiri útgávur av Jeremia – eisini eina langa og eina stytri útgávu – og fleiri útgávur av Jesaja. Granskarar eru eisini komnir eftir, at tað í minsta lagi í tveimum umførum er lagt aftur at Jesaja teksti­ num, har tað eisini eru framdar broytingar í tí upprunaliga tekstinum (t.e. í teimum fyrstu 39 kapital­ unum). Tað er heldur eingin ivi um, at fleiri av sálm­ unum eru frá tíðini langt eftir útlegdina. Millum deyðahavsrullurnar hava granskarar eisini funnið fleiri tekstir, sum ikki eru at finna í tí varðveitta hebra­ iska tekstinum. Tað er í veru­ leikanum breið semja mill­ um granskarar um, at tekst­ irnir í Gamla Testamenti, á leið soleiðis sum vit kenna teir, eru vorðnir til so seint sum í øldunum aftan á jødisku útlegdina í Babylon – t.e. eftir 539 f.Kr. So seint sum í 200­talinum f.Kr. hava tekstirnir verið til í ymiskum útgávum, har tað eisini hava verið fleiri týð­ andi munir. Tað kendasta dømi er helst Jesaja 7:14, sum í tí hebraisku útgávuni sigur, at ein ung kvinna (alma) skal føða ein son, meðan tann grikski teksturin her hevur orðið moyggj (parthenos) í staðin fyri ung kvinna. Jødarnir vóru stórt sæð samdir um tekstirnar í teirra bíbliu umleið 100. f. Kr., men teir høvdu ongan kanon yvir heilagu skriftirnar fyrr enn í 90 e.Kr. Tað sama kann stórt sæð sigast um Nýggja Testamenti, hóast tekstirnir søguliga liggja tættari at hendingunum enn teir í Gamla Testamenti. Tey fyrstu kristnu, sum skriv­ aðu søguna um Jesus við støði í m.a. profetorðum í Gamla Testamenti, nýttu ikki sum jødarnir tann hebraiska tekstin av Gamla Testamenti. Tey fyrstu kristnu vóru grik­ skir jødar, sum nýttu griksku útgávuna av heilagu skriftum jødanna, Septuaginta. Tekst­ urin er sum nevnt ikki sam­ líkur við tann hebraiska tekstin. T.d. fekk tað avger­ andi týdning, at høvundurin av Matteusevangeliinum, sum skrivaði um 80 e.Kr, vísti til Jesaja 7:14 í griksku útgávuni, tá hann sum tann fyrsti kristni skrivaði, at Jesus var føddur av moyggj. Hesa moyggina hjá Jesaja kenna teir hebraisku jødarnir, sum halda seg til hebraiska tekstin, bara einki til. Tey elstu handritini av øllum Nýggja Testamenti eru frá umleið 350 e.Kr. – t. e. tey eru avritaði øldir eftir at tey upprunaligu handritini vóru skrivaði. Og tað eru so nógvir (størri og smærri) munir millum tey nógvu handritini, at eingin veit hvussu nógvir eru. Tó vita granskarar, at lagt er aftur at tekstunum. Søgan um kvinn­ una, sum varð tikin í hor­ dómi (Jóh. 7:53­8:11), er t. d. løgd aftur at seinni. Endin á Markusevangeliinum (16:9­20) er eisini lagdur aftur at seinni. Kapittul 21 í Jóhannesevangeliinum er helst eisini lagdur aftur at seinni. Nógv bendir eisini á, at niðrandi orð um kvinnur í fyrra Korintbrævinum (14:34­35) hjá Paulusi eru løgd aftur at seinni. Tað er eisini breið semja millum granskarar um, at Paulus ikki hevur skrivað øll tey brøv, sum í bíbliuni bera hansara navn. Nógv stríð var millum tey kristnu um, hvørjir tekstir skuldu við í bíbliuna. Markion helt í 2. øld e.Kr. at m.a. alt Gamla Testamenti skuldi vrakast. Tað endaði við, at tey kristnu eftir tógvið stríð um 400 e.Kr. samdust um teir tekstir, sum skuldu við í bíbliuna. Tá góðkendi kirkjan vestanfyri Opin­ beringina og Eysturkirkjan Hebrearabrævið. Vísindi, trúgv og ein samansvørjing Fólk innan kirkjur og sam­ komur hava altíð funnist at granskarum, sum hava víst á feilir og ósamsvar í bíbliuni. Tá Erasmus (1469­1536) í sambandi við arbeiðið við síni griksku útgávu av Nýggja Testamenti frá 1516 legði merki til, at tvey ørindi í fyrra Jóhannesbrævi (5:7­ 8), sum nevndu tríeindina, ikki gjørdu tað í teimum eldru griksku handritunum ­ einans í teimum yngru latín­ sku – varð hann av sam­ tíðarinnar gudfrøðingum lagdur undir at spæla við tríeindina og guddómleika Jesusar. Ein av teimum, James Lopez de Stunica, fór so langt, at hann alment fordømdi Erasmus og kravdi, at hann setti ørindini inn aftur í komandi útgávur av bíbliuni. Ein annar skuld­ setti Erasmus fyri at stuðla trúarvillingum. Tað verður sagt, at Erasmus kendi seg so hóttan, at hann gav lyfti um at seta ørindini inn aftur í seinni útgávur av síni bíbliu við eini treyt: at mótstøðufólk hansara kundu vísa honum eitt einasta grik­ skt handrit við tríeindar­ ørindunum. Tað megnaðu tey ikki, men frameiddu ístaðin eitt falsað grikskt handrit, sum tey løgdu fyri Erasmus. Hóast sjálvt lyftið hjá Erasmus ikki er vitnað í heimildum frá samtíðini, so er tað ein sannroynd, at Erasmus kendi seg so hótt­ an, at hann, eftir at hann fekk tað í loyndum falsaða handritið, lat seg trýsta til at seta tríeindarørindini inn aftur í 1522 útgávuna av sínum grikska Nýggja Testa­ menti. Síðan hava ørindini staðið í flest øllum útgávum av bíbliuni til umleið 1900. T.d. stóðu tey í donsku bíbliuni til 1907. Eingin granskari ivast í, at Erasmus hevði rætt. Eins og við hor­ kvinnuni í Jóhannesevangeli­ inum kendi eingin av teim­ um elstu kirkjufedrunum ørindini. Tey eru fyri fyrstu ferð vitnaði í handritum frá umleið 380 e.Kr., og tey eru helst komin inn í tekstin í sambandi við tað harða stríðið um tríeindina. Hóast prógvini hjá Erasmus tók tað 400 ár at fáa tey úr bíbliuni – umleið 1500 ár eftir at tey vóru sett inn í fyrra Jóhannesbræv. Fyrr ella seinni fer søgan um horkvinnuna helst eisini úr Jóhannesevangeliinum. Søgan um Erasmus sýnir, at prógv hava torført við at sannføra trúgvandi, sum enntá kunnu finna upp á at falsa heil bíbliuhandrit, fyri at verja sína gudfrøði. Guddómlig opinbering ella natúrligt úrval Tað var í hesum høpi, at eg provokerandi segði, at upp­ runasøga bíbliunnar minti meira um “natúrligt úrval” enn um “gud­d­ómliga opin­ bering”. Tað haldi eg er ein spennandi hypotesa. Eins og djór sambært Charles Darwin hava lagað seg til tey umhvørvi, sum tey eru komin at liva undir, soleiðis eru bíbilsku tekstirnir gjøgn­ um tíðina lagaðir til ymisk trúarlig og mentanarlig umhvørvið. Tekstirnir eru skrivaðir, tillagaðir, týddir og tulkaðir inn í tey umhvørvi, sum teir hava verið nýttir í. Jesaja 7:14 í Septuaginta er t. d. í 2. ella 1. øld f.Kr. týtt inn í eitt grikst­rómverskt um­ hvørvi, har tað var ein heilt vanlig fatan, at moyggj skuldi føða. Tankin var hinvegin ókendur í tí hebra­ isk­jødiska umhvørvinum, men tá kristindómurin vaks fram innan griksk­rómverska heimin, kundi tann grikska útgávan av søguni setast í sambandi við Mariu Moy. Tað er eisini heilt týðiligt, at bíbilsku høvundarnir lagaðu sínar søgur eftir teimum, sum teir skrivaðu til. Matteus skrivaði t.d. til grikskar jødar og førdi Jesu ættartalvu aftur til Abraham, tann fyrsta Jødan, meðan Lukas, sum skrivaði til rómverjar, førdi hana aftur til Adam, tað fyrsta menniskja. Søguliga er helst lítið í hesum ættartalv­ um, sum heldur ikki fáast at samsvara; tær vóru skaptar og tillagaðar til ymisk umhvørvi. Tá frásøgnin í Jóhannes­ evangeliinum um kvinnuna, sum varð tikin í hordómi stendur í (so vítt eg veit) flest øllum nýmótans bíbli­ um, so er tað heldur ikki tí, at søgan er søguliga álítandi ella upprunaliga hevur staðið í bíbliuni. Í stríð við øll vísindalig prógv stendur hendan søgan í bíbliuni tí tann yndisligi boðskapurin um fyrigeving fekk so stóran týdning fyri kristnu trúnna. Tað hevur verið tann átrún­ aðarligi boðskapurin, sum ofta er tillagaður til nýggjar tíðir, sum hevur ávirkað tey, sum skrivaðu, avritaðu, broyttu og løgdu aftur at tekstunum. Týski gudfrøð­ ingurin Ulrich Becker hevur peikað á, at kjakið um fyri­ geving gjørdist eitt høvuðs­ evni í 2. og 3. øld e.Kr. Í longdini var helst torført at grundgeva her við støði í eini ikki­kanoneseraðari søgu um Jesus. Tí kom søg­ an inn í handritini. Her er tað eisini áhugavert at peika á (sí 1. part), at boðskapurin í bíbilsku søguni um hor­ kvinnuna varð broyttur í mun til boðskapin í teimum eldru og uttanfyri bíbliuna varðveittu útgávunum av søguni, sum segði, at allur dómur var skeivur. Hetta uppáhaldið sam­ svarar væl við tað, sum Mogens Müller professari skrivar í eini eftir mínum tykki framúrskarandi lítlari bók um Gamla Testamenti: “at i hvert fald­ d­et store flertal af d­e enkelte skrifter først har fået d­eres nuvær­ end­e skikkelse gennem en længere overleveringsproces, d­er har bestået i genskrivn­ inger, d­er især har betyd­et tilføjelser af nyt stof, i over­ ensstemmelse med­ et fornyet forkynd­elsessigte”. Hetta minnir meira um “natúrligt úrval” enn tað minnir um “gud­d­ómliga opinbering”. Og ger tað í veruleikanum meiningsleyst at tosa um eitt serstakt upprunahandrit. Niðurstøða Úrvalstankin fyrikemur mær nógv meira sannlíkur enn tann í dag mótprógvaða hypotesan um, at hvørt orð í bíbliuni er Guds orð. Uttan mun til, hvussu vit tulka m. a. søguna um kvinnuna, sum varð tikin í hordómi, so vita vit ikki, hvussu uppruna­ handritið hjá Jóhannes sá út. Enn minni kunnu vit siga nakað um, hvør tann møgu­ ligi boðskapurin hjá Jesusi til kvinnuna upprunaliga var. Vit hava ongan tekst frá Jesusi, eingi upprunahandrit hjá seinni skrivandi bíbilsk­ um høvundum, og í øllum førum hesum viðvíkjandi hava vit heldur eingi handrit varðveitt, sum kunnu sigast at útleggja orð Jesusar álítandi. Kanska er tað líka so meiningsleyst hjá einum bíbliugranskara at leita eftir einum upprunahandriti, sum tað er hjá einum lívfrøðingi at leita eftir tí upprunaligu apuni. Tekstasøvn sum bíblian mennast (eins og apur) yvir long tíðarbil í tøttum samskifti við tey mentanarligu umhvørvi, sum teir verða skrivaðir, týddir, tillagaðir og tulkaðir inn í. T.d. hevur bíbilska søgan um syndaflóðina røtur í Gilgamesh, einum nógv eldri mesopotamiskum teksti frá umleið 2100 f.Kr., sum veit at siga frá eina líknandi søgu um stóra flóð. Tað er eingin greið byrjan ella greiður endi ­ har eru einans samansettar tillagingar av tekstunum til ymisk um­ hvørvið ­ og menning. Tað merkir ikki, at eg geri upp við boðskapin í bíbliuni, sum Arnstein Niclasen tykist halda. Heldur ikki sýti eg fyri, at teir, sum upprunaliga skrivaðu bíbilsku tekstirnar, kunnu hava verið meir ella minni guddómliga inspirer­ aðir. Tað, sum eg haldi uppá er, at teir, sum upprunaliga skrivaðu og seinni avritaðu, broyttu og løgdu afturat tekstunum, vóru ávirkaðir av síni egnu samtíð. Og at tað týðiliga sæst aftur í tekst­ unum. Men ógildar hetta ta kristnu trúnna? Nei. Líka so lítið sum menningarlæran ger upp við trúgv, tá hon heldur uppá, at lívið verður ment gjøgnum “natúrligt úrval”, líka so lítið verður høvuðsboðskapurin í bíbilsku tekstunum minni “gud­d­ómligur” av, at hann er vorðin til á ein líknandi hátt. Tað merkir bara, at uttan mun til hvussu fram­ úrskarandi apan ella bíblian eru, so eru ella verða hvørki lívrunnar skipanir ella bíblian nakrantíð fullkomin. Tað leggur størri ábyrgd á okkum sum tulkarar at finna og gagnnýta tann geniala boðskapin og velja frá tað banala órógvið frá samtíð­ arinnar høvundum. Tá alt kemur til alt, so er tann kristni høvuðsboðskapurin so mikið sterkur, at hann ikki er treytaður at einum (skeivum) uppáhaldi um, at hvørt orð í bíbliuni er innblást av Gudi. Tað var einans tað, sum eg royndi at prógva. At tekst­ urin langt frá er fullkomin. Tí tað er hann ikki. Hvat fólk annars velja at trúgva, havi eg onga meining um. Bókmentir • Becker, Ulrick: Jesus und­ d­ie Ehebrecherin. Beihefte zur ZNW, no. 28, Berlin, 1963. • Chilton, Bruce: Rabbi Jesus. New York, 2000. • Connolly R. Hugh: Did­ascalia Apostolorum. Oxford, 1929. • Ehrman, Bart D.: Jesus and­ the Ad­ultress. New Testament Studies, 1988. • Ehrman, Bart D.: Jesus feilsitert, Oslo, 2006. • Jonge, H. J. De: Erasmus and­ the Comma Johanneum. Universitas Catholica Lovaniensis, 1980. • Metzger, Bruce: A Textual Commentary on the Greek New Testament. Stuttgart, 1971. • Müller, Mogens: Det Gamle Testemente som kristen bog. Keypmanna­ havn, 1997. • New English Bible. Biblical Study Press, 2005. • Tregelles, Samuel P.: An Account of the Printed­ Text of the Greek New Testament. London, 1854. • Wallace, Daniel B.: The Gospel Accord­ing to Bart. Journal of the Evangelical Theological Society, 2006. • Willker, Wieland: A Textual Commentary on the Greek Gospels. Bremen, 2009 Bíbliukjakið í Miðlahúsinum - viðmerkingar til Arnstein Niclasen (2/2) Hans andrias sølvará viðmerkingar