Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Løgmaður hevur biðið um pengar til at nýtt starvsfólk í miðfyrisitingini, sum skal taka sær av útoyggja- og økis- menningarpolitikki POLITIKKUR Eyðun Klakstein Nú skal eitt starvsfólk setast burtur av í almennu umsitingini til at taka sær av útoyggja- og økismenn- ingarpolitikki. Ætlanin er, at hetta starvsfólkið skal arbeiða við grundarlagi í Útoyggja- álitinum og Økismenning- arálitinum, sum eru gjørd í hesum árinum. – Vit halda, at tað er neyðugt við einum slíkum starvsfólki miðfyrisitingini, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Søkja eftir fólki Seinnapartin í gjár skuldi løgtingið viðgera uppskot til eykajáttanarlóg fyri sep- tember, og við í hesum uppskot var nýggja starvið. Pengar eru tøkir til at seta fólk, men landsstýrið skal hava normeringina til starvið upp á pláss, áðrenn pengarnir kunnu brúkast. Í ár verður talan um at brúka 80.000 krónur til starvið. Um løgtingið samtykkir uppskotið, verður beinan- vegin søkt eftir fólki, sum kann taka sær av nýggja økinum. Nógv hugskot Anfinn Kallsberg heldur, at rætt er at taka hetta stigið nú. – Vit hava fingið tvey álit um útoyggjar og økismenn- ing, og í hesum álitum er ein ørgrynna av uppskot- um, sum tað kann arbeiðast víðari við. Tí er tað rætt, at seta eitt fólk at taka sær av hesum burturav, heldur Anfinn Kallsberg. Løgmaður dugir ikki at meta um, hvørt landskassin kann verða við til at fíggja eina útoyggjaskrivstovu, sum stigtakararnir til út- oyggjafelagið hava tosað um, men fyrsta stigið hjá landsstýrinum verður í øllum førum at seta eitt fólk í umsitingini at arbeiða við útoyggja- og økismenn- ingarmálum. Seta útoyggjafólk í umsitingini Løgmaður heldur, at tað er neyðugt at seta eitt fólk í miðfyrisitingini, sum burturav skal arbeiða við útoyggjum og økismenning 2 Nr. 185 - 26. september 2001 Nr. 185 - 26. september 2001 3 - Havnar Horn- orkestur, sum síðani 1975 hevur hildið til úti í Skansabygning- inum í Havn, flytir inn í gamla íshúsið aftanfyri Margarin- fabrikkina. HORNBLÁSTUR Ingrid Bjarnastein Tá hornorkestrið er full- mannað eru umleið 30 tón- leikarar. Tónleikararnir, ið hava blást á síni ljóðføri úti í Skansabygninginum í 26 ár, fáa nú nýtt høli í sam- starvi við býráðið. - Hølið vit hava nú er gott, umstøðurnar eru góð- ar, kanska heldur trongligt, men vit hava trivist væl, sigur Kári Olsen, formaður í Havnar Hornorkestri. — Ein vansi er tó, at hetta hølið liggur ógvuliga illa fyri um veturin, tí um vit skulu flyta ljóðførini, noyð- ast vit at brúka ein vørubil, og ikki er so lætt at koma niðan gjøgnum brøttu brekkuna úti á Skansanum, greiðir Kári Olsen víðari frá. Nógv eftir at gera Kári leggur dent á, at ongin sáttmáli er liðugt skrivaður við býráðið enn, men fara teir at samráðast um hetta í næstum. Ung í arbeiði hava hildið til í gamla íshúsinum, men nú hevur býráðið játtað Havnar Hornorkestri høl- ini, og fegnast teir um hetta. - Hølini eru á nøkun- lunda somu stødd, sum tey sum vit hava nú, bara tey eru skapað á ein annan hátt, so tey virka rúmligari, sigur Kári Olsen. —Umstøð- urnar til tilhoyrandi høli eru góðar á báðum støðum, men tíverri er ikki pláss fyri áhoyrarum, tí tá øll møta upp, er hølið fult. Nógv arbeiði er eftir at gera við hølunum. Tey eru enn ikki bjálvaði, og eisini skulu WC- og hitaviður- skiftini fáast í rættlag. Sjálvt um Kári Olsen ikki rættiliga veit nær hølini verða tikin í nýtslu sigur hann, at hornorkestrið gleð- ir seg ógvuliga nógv at flyta inn í nýggju hølini. — Tey liggja væl fyri, og hóska ógvuliga væl til ítrivið, ið býráðið ætlar at hava har. Í dag hevur merkismað- urin fyri oman Oyruna í Syðrugøtu, Sofus Greg- ersen, 85 ára føðingar- dag. Sofus Gregersen er sonur Jóhan Salomon Gregersen úr Syðrugøtu og Juliannu Fredrikku Gregersen f. Lervig úr Leirvík. Tey vóru sjey systkin, Óli (doyði sum 10 ára gamal) Erika, Petra, Hanna, Óli og Esther. Sofus vaks upp sum í Syðrugøtu og fór til skips sum ungur drongur tíð- liga í tríatiárunum, sum vanligt var fyri drongir tá. Hann giftist við Ze- lindu, ið var ættað av Fløtum í Norðragøtu, í 11. jan. 1941. Tey bæði livdu eitt gott og eydnu- ríkt lív saman, til hon andaðist 1997. Tey fingu børn, Juliannu, Áshild og Salomon. Sofus festi eftir faðir sín eina mørk, sum hann hevur røkt væl til fyri stuttum, tá hann læt næsta ættarliði hana í hendi. Tey bestu árini var hann mest á sjónum, har hann sigldi við mongum fiski- førum. Hann fiskaði við snøri og línu, sigldi fisk til Bretlands undir krígnum, var við trolarum og nøkur ár við farmaskipi, til hann valdi at leggjast uppi mið- skeiðis í sjeyti árunum, tá heilsan hjá Zelindu fór at bila. Frá ungum árum hevur hann verið sera íðin og ágrýtin í øllum tí hann hevur tikist við. Hann hevur víst vinnulívinum í bygdini stóran ans, og eldhugaður hevur hann lagt rygg til mangt praktiskt arbeiði, men sanniliga eisini arbeiði handan leiktjøldini. Hann hevur verið nevndarlimur í fleiri partafeløgum ígjøgnum árini. Í reiðarínum, P/f Hamar, var hann nevnd- arlimur í 29 ár og P/f Fiskavirkinum var hann nevndarlimur í 39 ár. Sum sjeyti ára gamal unglingi var hann ein av høvuðsstovnarunum av laksaalifelagnum P/f Knykil, ið nú eitur P/f Luna. Hetta felagið var millum tey fyrstu ali- feløgini, ið sóu dagsins ljós miðskeiðis í áttati árunum, tá alingin í Før- oyum veruliga tók dik á seg. Her var hann bæði røktari og nevndarlimur fram til 1993. Í dag finnur tú Sofus í egningarskúrinum ella í hoyna. Ella finnur tú hann geva seyðnum ella vegleiða útlendskum ferðafólkum í Gøtu kirkju, á fótbóltsvøllin- um, ella er hann ”barna- genta” hjá onkrum av langabbabørnunum, ið eru nýggju í tali. Sum persónur er Sofus nógv avhildin, bæði av sínum nærmastu, vinum og kenningum. Hann hevur verið burtur úr av raskastu monnum alt sítt lív. Viljan til at fáa tingini at ganga hevur hann sum fáur. Altíð hevur hann víst áhuga fyri tí, sum hevur verið landi og fólki at frama. At hann er familju- kærur skerst ikki burtur, men hetta hevur á ongan hátt forðað honum í at verið gestablíður og verða øðrum enn familj- uni til hjálpar, tá á hevur staðið. Hann er skjótur at veita eina hjálpandi hond. Mong eru tey sum eru vælsignað av hansara gávurmildni og offur- vilja. Kirkjan, og tað hon umboðar, hevur altíð staðið honum ógvuliga nær, og Guðs trúnna hev- ur hann víst í verki held- ur enn orðum, okkum øðrum til fyridømis. Sofusi Gregersen hjartaliga tillukku við degnum og Harrans sign- ing í framtíðini. NØVN Í VIKUNI Merkismaður áttatifimm Havnar Hornorkestur í nýggj høli Leygardagin letur upp framsýning við verkum eftir Frits Johannesen, sum ivaleyst telist millum teir meira navnframu lista- menninar í landinum. Framsýningin hjá Frits verður í Ribarhúsi í Fugla- firði, sum er nýggja galla- ríið hjá fuglfirðingum. Øssur Mohr hevur júst havt framsýning har, og nú er tað Frits, sum loysir av. Á framsýningini, sum letur upp leygardagin, eru ymisk verk hjá Frits. Har eru málningar, tekningar og vatnlitsmyndir at síggja. Hetta eru listaverk, ið eru gjørd vár og í summar. Framsýningin letur upp í Ribarhúsi leygardagin kl. 15.00. Frits sýnir fram í Fuglafirði C M Y K 3 2