Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 185 - 26. september 2001 Nr. 185 - 26. september 2001 5 Á stórum tiltaki fyri børn í Ítróttarhøllini á Hálsi fríggjadagin, fer Javni at fegnast um alt, sum er lívgevandi, børn, fuglar, dýr, blomstur, fiskar og mangt annað BARNAFAGNAÐUR Áki Bertholdsen Fríggjadagin skipar felagið Javni fyri stórum tiltaki fyri smærri børn í Ítróttarhøllini í Havn. Tiltakið er fyri børn ímillum fimm og 10 ár og tað verður fríggjadagin frá klokkan 10 til klokkan 16. Hetta er ein barnafagn- aður, sum gongur undir heitinum “Lívið” Javni sigur, at endamálið við tiltakinum er geva børnum fáa møguleika at møta øðrum børnum. – Somuleiðis er enda- málið at hjúkla um tað fjøl- broytni, ið hoyrir við til tað at vera barn. Javni hevur bjóðað øll- um børnum í Føroyum í millum 5 og 10 ár til til Barnafagnaðin. Innbjóð- ingar eru sendar til skúlar, barnagarðar og dagrøktir. Somuleiðis eru foreldur vælkomin við børnum, hóast tað ikki gongur stovn. Fegnast um lívið Hetta er fyrstu ferð at Javni hevur tiltak burturav til smærri børn, og tað verða sanniliga nógv børn við. Eini 1.500 børn úr øllum landinum hava boðað frá luttøku, so tilsaman verður roknað við, at eini 2.000 fólk í Ítróttarhøllini í Havn hendan dagin. Vanlig leikluturin hjá Javna er annars alla tíðina at vísa myndugleikunum á tørvin hjá teimum minni mentu í samfelagnum. – Hesaferð hava vit valt at gleðast yvir lívið. Á Barnafagnaðinum fara vit at vísa á tað, ið er lív- gevandi: Børn, fuglar, djór, blómur, fiskar og mangt annað, sigur Javni. Á Barnafagnaðinum verður eisini hugsað um, at tey veikastu børnini, sum ofta ikki er pláss fyri í almennum tiltøkum, so at eisini tey kunnu verða við hesuferð. Í sambandi við tiltakið hevur Javni heitt á lærarar og pedagogarar, um at fortelja børnunum um felagið áðrenn tey koma, og at hava eitt pappírklipp við, til at hanga upp á eitt net í høllini. Javni sigur, at børnini kunnu koma og fara tá ið tey vilja, tað er sostatt ikki neyðugt at vera í Ítróttar- høllini allan dagin Tað er ein flokkur á Pedagogskúlanum, sum skipar fyri tiltakinum sam- an við Javna og tey fegnast øll um, at tað er so stórur áhugi fyri at vera við. – Vit vænta ein lívgev- andi dag í Ìtróttarhøllini á Halsi í Havn. Nógv á skránni Tað verða nógv tiltøk á skránni hendan dagin í Ítróttarhøllini. Millum annað verða verkstaðir við ymsum at evna til, klovnar, djóragarð- ur, ítróttur við kendum leikarum, bókaframsýning og framførðslur á pallinum. Har verður eisini eitt serligt tiltak ið tey nevna “at sansa”. Tað verður Maud Wang Hansen, leiðari á verkstað- num Vón, ið kemur at seta Barnafagnaðin og seinna- partin kemur Løgmaður at vitja børnini. Bussurin hjá varda Verkstaðnum í Vági er nú spardur burtur. Avleiðingin er, at fleiri brekað mugu halda uppat á Verkstaðnum SPARING Áki Bertholdsen Á varda Verkstaðnum í Vági er lagið í botni. Orsøkin er, at í næstu viku, mugu fimm av teimum, sum hava havt sína dagligu gongd har, halda uppat á Verkstaðnum. Tað eru sparingar hjá Landsstýrinum sum gera, at tey nú mugu halda uppat á Verkstaðnum. Játtanin hjá Almana- og Heilsumálastýrinum til Serstovnadeildina strekkir ikki til og tí skal sparast. Og ein av sparingunum er, at vardi verkstaðurin í Vági hevur fingið boð um at niðurleggja koyringina hjá bussinum, sum er knýtt- ur á versktaðnum. Talan er um bussin, sum koyrir tey brekaðu heiman- ífrá í allari Suðuroynni, á Verkstaðið hvønn morgun at arbeiða og koyrir tey heim aftur um kvøldið. Men nú er greitt, at bussurin koyrir bara hesa vikuna afturat, tí 1. oktober skal koyringin halda uppat. Ætlanin er so, at tey brekaðu, sum brúka Verk- staðið, skulu koyra til og frá við Bygdaleiðum Tað, sum Landsstýrið sparir við at niðurleggja koyringina, er 100.000 krónur um árið. Hinvegin heldur bussurin fram at koyra fólk til fysio- terapi, svimjing og annað - fyribils í hvussu so er. Stórar avleiðingar Tað fer at fáa stórar av- leiðingar fyri tey brekaðu, sum brúka Verkstaðið, at busskoyringin nú má halda uppat. Palli Jacobsen, sum er leiðari á Verkstaðnum, sig- ur, at hann hevur greitt ser- stovnadeildini frá, at hendir tað, at bussurin má gevast, fer virksemið hjá Verk- staðnum at minkað ein triðing, Hetta er tí, at fleiri av teimum, sum brúka Verk- staðið mugu halda uppat, um bussurin gevst. Leiðarin á verkstaðnum sigur, at tað er púra greitt, at heldur bussurin uppat at koyra, vera tað fimm av teimum 15 brúkarunum, sum ikki longur fáa arbeitt á verkstaðnum. Harafturat var ætlanin at onkur skuldi koma á Verk- staðið afturat eitt sindur seinni, men tey hava givið avboð, nú bussurin heldur uppat. Talan er fyri tað mesta um fólk, sum búgva á Tvør- oyri. – Hetta eru brekað fólk, sum eru so illa fyri, at tey hava brúk fyri serflutningi og tí hava tey ongan sum helst møguleika at koyra aftur og fram við Bygdaleiðum soleiðis sum ætlanin nú er. Hann sigur, at bussurin hjá Verkstaðnum koyrir heim eftir fólki og koyrir tey aftur til dyrnar. – Tað er neyðugtfyri at hesi fólkini kunnu brúka Verkstaðið, tí tey eru so illa fyri. Men hesa tænastu veitir Bygdaleiðir ikki og tað er ongin møguleiki hjá hesum fólkum at ferðast til og frá steðgiplássunum hjá Bygdaleiðum, tí tað er ov langt. Hann sigur eisini, at koyringin hjá Bygdaleiðum passar stak illa til upp- og afturlatingartíðirnar hjá Verkstaðnum. Palli Jacobsen sigur, at tey hava verið í sambandi við Bygdaleiðum fyri at vita, um tey fáa Bygda- leiðir at átaka sær hendan flutningin eisini. – Men haðani kom onki svar. Nú hevur leiðslan á Serstovnadeildini aftur skrivað til Bygdaleiðir at vita, um tey kunnu átaka sær flutningin. Men yvirhøvur hevur Palli Jacobsen onki álit á, at tað fer at bera til at fáa Bygdaleiðir at veita teim- um brekaðu somu tænastu, sum tey hava, nú Verk- staðið sjálvt hevur havt busskoyringina. - Bygdaleiðir er ikki fyri fólk, sum ikki eru fullfør. Talan er í nógvum førum um serflutning og um fólk, sum skulu hjálpast í bussin og úr honum aftur og sum mugu heintast heima og koyrast aftur til dyrnar. Og tað skal vera løgið, um Bygdaleiðir kunnu átaka sær tað uppgávuna eisini uttan at tað fer at kosta nógv meiri – í hvussu so er ikki nú Bygdaleiðir skulu á privatar hendur. Palli Jacobsen heldur, at tað er stórt spell, at tað nú verður neyðugt at minka um virksemið hjá varda Verkstaðnum. – Heldur áttu vit at økt um virksemið, tí tað hava vit møguleikar til til - og tað eru fólk, sum hava hug at koma á Verkstaðið. Brekað í Suðuroy hart rakt av sparingum Fagnaður til lívið Fríggjadagin fara ímillum 1.500 - 2.000 børn úr øllum landinum at fagna lívinum á stórum tiltaki, sum Javni skipar fyri í Ítróttarhøllini í Havn – Bussurin, sum koyrir tey brekaðu til og frá varda Verkstaðnum í Vági skal nú halda uppat fyri at spara 100.000 krónur um árið. Avleiðingin verður at fleiri brekað mugu gevast at brúka Verkstaðið savnsmynd Hotel Hafnia í Havn arbeiðir í løtuni við at gera eina lounge ella uppihaldsstovu á veghæddini. Hetta er eitt ískoyti til hotellið og matstovuna og ikki ein kapping við onnur støð, sigur stjórin. Væntandi verður latið upp um eina viku HOTEL Stefan í Skorini Hotel Hafnia hevur higartil ikki havt nakað uppihalds- rúm, har gestirnir kunnu dvølja eina stund, ella har fólk kunnu sita áðrenn ella aftaná, tey hava vitjað mat- stovuna. Í næstu viku letur eitt nýtt høli upp í Hotel Haf- nia, og tað er Lounge Haf- nia, sum tað verður nevnt. Enn er ikki klárt at lata upp, tí handverkararnir skulu leggja seinastu hond á verkið. Skeinkiloyvið er heldur ikki komið uppá pláss enn, men hetta verður væntandi eingin trupul- leiki. – Hetta er eitt stað, sum gestirnir á hotellinum hava saknað. Tað er vanligt hjá hotellum í hesum flokkin- um at hava eina lounge, har gestirnir kunnu seta seg niður í hugnaligum um- hvørvið, og tí lata vit eisini gera eina slíka, sigur Johan M. Restorff, stjóri á Hotel Hafnia. Ikki kapping Hann leggur dent á, at hetta ikki verður nakað vertshús ella líknandi, sum skal kappast við onnur støð í býnum. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt ískoyti til hotellið og matstovuna, so gestirnir kunnu fáa betri tænastu. Pláss vera fyri umleið hálvthundrað fólkum í høl- unum, sum skulu hava ein hugnaligan dám. – Vit ætla, at tað skal vera ein ávísur stílur yvir hes- um, og tí gleða vit okkum til at lata upp, sigur stjórin um hølini, sum eru har handilin Drós var fyrr við síðuna av hárskeranum Lyngsø. Latið verður ikki upp, fyrr enn hølini eru heilt klár og loyvini eru fingin uppá pláss. Ætlanin er, at um dagin ber til at koma inn at fáa sær ein drekkamunn av onkrum slag. Um kvøldið er Lounge Hafnia mest ætlað sum ein forlongdur armur hjá matstovuni, har fólk kunnu bíða eftir borði, og har gestirnir kunnu lesa bløðini og annað. Inngongdin verður ígjøgnum móttøkuna á hotellinum og ikki bein- leiðis frá vegnum. Í dag, mikudagin, sendir Mjólkarvirki Búnaðarmanna eitt nýtt slag av mjólk á marknaðin MJÓLK Stefan í Skorini Nýggja slagið nevnist Lættimjólk, og í hesi mjólkini eru bara 0,5% av fiti. Tað er ein trið- ingur av fitiinnihaldin- um í hálvskúmaðari mjólk. Í smakki og út- sjónd er lættimjólk eis- ini rættiliga lík hálv- skúmaðari mjólk. Lættimjólk verður viðgjørd eins og onnur mjólk. Á mjólkarvirkin- um verður mjólkin skil- vundin. Rómin er lættari enn skúmaða mjólkin og savnast í miðjuni og kann tískil takast frá. Síðani verða skúmað mjólk og rómi blandað í tí lutfalli, at fitiinnihald- ið verður 0,5%. Mjólkin verður síðani fitijavnað, so rómin verður javnt býttur í mjólkini, og mjólkin fær ein dygdar- betri smakk. Fyrri liður í orðinum lættimjólk kemur fyri í nøkrum føroyskum orð- um og merkir »eitthvørt, ið er lætt«. Til dømis kann verða nevnt lætti- torv, lættisoppur og lættikorn. Lættimungi er til skjals í orðabók J.C. Svabos við merkingini »tunt øl«. Mjólkarvirkið sendir hesa løttu mjólkina á marknaðin, tí nógvum dámar ikki tað skúmaðu mjólkina í grønum pakkum. Í henni er fiti- innihaldið bara 0,1%. Tann mjólkin er kanska heldur tunn og vatnkend, men hetta nýggja slagið skal vera leskiligari og eitt lítið sindur feitari. Nýtt slag av mjólk Lættimjólk er nýggja slagið av mjólk, ið MBM sendir á marknaðin. Fitiinnihaldið er lágt, haðani navnið Lættimjólk Hafnia víðkar um virksemið Hotel Hafnia fer at víðka um virksemið í húsunum. Enn tykist tað heldur rokmikið, men ein hugnalig lounge ella uppihaldsstova verður latin upp í næsum Mynd: Jens Kr. Vang Hetta skeltið ber boð um, at Lounge- Salong Hafnia letur upp í næstum, og har verður pláss fyri hálvthundrað fólkum Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4