Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 185 - 26. september 2001 Nr. 185 - 26. september 2001 7 Við einari privati- sering av farleiðum noyðist landið helst at rinda privatum avtakarum somikið av peningi, at hetta verður nóg mikið til rentur og avskrivingar PRIVATISERING Jákup Mørk Útvarp Føroya visti mána- kvøldið at siga, at tað verða hampuliga stór krøv sett til ferjuna, sum framyvir skal reka Skálafjarðaleiðina, tá hendan verður privatiserað. Í útbjóðingartilfarinum verður nevnt, at talan skal verða um eina ferju, sum skal taka umleið 100 ferða- fólk, skal sigla eini 20 míl og at hon harafturat ikki skal vera eldri enn frá 1990. Helst ein tvíkilja Alt hetta eru sjálvandi krøv, sum skulu tryggja eina so lætta og tryggja avgreiðslu av farleiðini sum gjørligt, men hetta fer helst eisini at merkja, at privatu avtakar- arnir av rutuni helst mugu fáa eitt munagott ískoyti til at reka farleiðina. Sum er vísur roknskap- urin hjá Strandferðsluni, at raksturin av Skálafjarðar- leiðini gevur eitt hall upp á 3 mió.kr., og tá eru rentur og avdráttir ikki íroknaði. Hetta verður sjálvandi neyðugt, um eitt privat felag skal taka sær av leiðini. Føroyskir skipsmeklarar, sum Sosialurin hevur verið í sambandi við, meta leys- liga, at íløgan í eitt slíkt skip helst fer at liggja um einar 10-12 mió.kr. Tá verður roknað við, at talan verður um eina tvíkilju, og verður sagt, at útboðið av hesum slagi av ferjum hevur verið hampuliga stórt seinastu tíðina. Sagt verður annars, at ein slík ferja helst kann fíggjast yvir eini 10 ár, og fer hetta uttan iva eisini at merkja tey tilboð, sum Strand- ferðslan fer at fáa um privatisering. Verða avskrivingar ásett- ar í samsavar við áramálið, sum ferjan verður fíggja yvir, fer hetta saman við rentuútreiðslum at merkja eina útreiðslu hjá avtakar- anum upp í uml. 1,5 mió.kr. um árið yvir eitt 10 ára skeið. Nakað fyri nakað Akkurát hvussu stórt hallið verður í eini privatisering, er sjálvandi ilt at gita um. Sum nevnt gevur farleiðin í dag eitt árligt hall upp á 3 mió.kr., og saman við rent- um og avskrivingum kann so helst roknast við, at landið í minsta lagi noyðist at rinda 4 mió.kr. um árið til ein møguligan privatan avtakara, ella 1 mió.kr. meira, enn farleiðin kostar í løtuni. Hetta merkir tó ikki tað sama sum, at ein privati- sering verður ein dýrari loysn fyri landið. Tað er jú soleiðis, at Strandferðslan við hesum sleppur undan at gera íløgur í nakað skip til hesa farleið, og harafturat kann hugsast, at nakað eisini kann sparast í um- sitingini við einari privati- sering. Íløgan má gjaldast Verður ein tvíkilja keypt at røkja farleiðina millum Havnina og Skálafjørðin, fer hendan helst at kosta einar 10-12 mió.kr. Í Klaksvík er komm- unala fíggjarætlanin um at verða liðug, men tað tykist vera ein alstórur trupulleiki, at íløgukarmurin og –tørvurin ikki samsvara ÍLØGUR Jákup Mørk Sum borgarstjóri í Klaksvík er Steinbjørn Jacobsen í løtuni við at leggja seinastu hond á fyrstu fíggjarætlan sína. Nógvir smálutir eru sjálvandi í hesari, sum onkursvegna skulu ganga upp, men tyngsta takið er helst at fáa íløgukarmin hjá kommuni at røkka. - Tað verður ógvuliga smábýtt við íløgunum hjá okkum í ár. Talan er um fleiri arbeiði, sum skulu gerast, men samlaði íløgu- karmurin er einans 19 mió.kr., og tí er ikki gjørligt hjá okkum at fara í holt við nakað stórt arbeiði. Borgarstjórin roknar annars við, at størsta íløgan komandi árini verður ger av eini nýggjari ídnaðarhavn, sum ætlandi skal gerast við Ánirnar. - Tað er so avgjørt neyð- ugt hjá okkum at fáa hesa havnina gjørda. Inni á vík- ini sjálvari er plássið vorðið alt ov lítið, og vit eru faktiskt í dýrastu neyð. Við einum framtíðar undir- sjóvartunnili til Klaksvíkar verður trýstið á havnina enn størri, og tí mugu vit fáa hetta arbeiðið gjørt sum skjótast, heldur borgarstjór- in. Víðari sigur hann, at hetta arbeiðið verður mett at kosta einar 30 mió.kr., ella tað sama, sum hálva aðru ferðina árliga íløgu- karmin hjá kommununi. Royna at fáa meira Skal hetta gerast í einum, sigur tað seg tí sjálvt, at allar aðrar kommunalar íløgur mugu leggjast til viks í eina tíð, og hesum er borgarstjórin sjálvandi lítið fyri. - Mín vón er, at tað kann bera til, at fáa eina økta íløgujáttan til hetta ar- beiðið. Kommunan er dag hampuliga væl fyri fíggjar- liga. Skuldin, sum fyrst í nítiárunum var oman fyri fýra álíkningar, kemur við ársenda niður á eina álíkn- ing, so fíggjarliga gerst hetta ikki nakað hóttafall fyri okkum. - Harafturat fer eitt slíkt arbeiði ikki at ovurhita búskapin. Talan er í stóran mun um útreiðslur til maskinur og líknandi, og tí fer tað ikki at merkja eina stóra øking av lønarútgjald- ingunum. Tí vóna vit, at hetta fer at bera til, sigur Steinbjørn Jacobsen, sum annars heldur, at íløgu- karmurin hjá kommunun- um er alt ov lítil. Barnaansingin restar Hann vísir á, at eru nógvar íløgur í kommununi, sum framvegis liggja á láni eftir kreppuna. Eitt nú eru bæði skúlin og svimjihøllin part- ar av eini langtíðar íløgu- ætlan hjá kommununi, og sum er, ber illa til at seta meira ferð á hetta arbeiði. - Tað tyngsta haldi eg tó vera, at vit ikki fáa gjørt nakað munagott á barna- ansingarøkinum. Vit hava eitt byggibúgvið økið tøkt, men við tronga íløgukarm- inum hava vit ikki møgu- leika at byggja ein stovn í løtuni. At loysa hetta við leigumálum ger so avgjørt ikki loysnina bíligari, og heldur ikki er ráðiligt at keypa onkur eldri hús, fyri at gera tey um til ansing- arstovn. - Tað løgna við hesum er eisini, at økið er lagt út til kommunurnar at umsita, men hóast vit við hesum hava átikið okkum fleiri skyldur, so hava vit ikki fingið møguleika at nýta meira pening til økið. Tað hongur als ikki saman í mínari verð. - Hetta er ein ovurhonds stórur trupulleiki hjá okk- um. Bíðilistin telur í løtuni 150 børn, og skulu fólk støðast hjá okkum, er neyðugt at loysa hendan, men við verandi karmi gerst einki í løtuni, sigur borgarstjórin í næst størsta býnum at enda. Havnagerð seinkar barnaansingini Týsmorgunin bar ikki til at koyra ígjøgnum Eysturoyar- tunnilin, tí eiðis- menn skulu hava nýggjan grill- vogn SAMFERÐSLA Jákup Mørk Norðoyingar og part- ur av eysturoyingum, sum týsmorgunin ætlaðu sær til Streymoynna, máttu ásanna, at hetta ikki lat seg gera við bili ella bussi. Komin til Eystur- oyartunnilin vórðu hesi nevnliga steðg- að, tí tunnilin var stongdur. Tey ferð- andi høvdu tískil ikki annað val, enn at seta kós inn á Toftir, har gamla Ternan mundi gera ársins túr, tá hon fullfermd við ferða- fólki setti kós móti Havnini. Flutt grillbar Tá vit týsmorgunin ringdu til Landsverk- frøðingin, fyri at fregnast um, hvør orsøkin til stongsulin var, vistu tey ikki at svara. Sagt varð, at nakað av arbeiði í løtuni verður gjørt inni í tunnlinum, men at teimum kunnugt hevði hetta ikki havt nakra ávirkan á ferðsluna. Annars verður sagt frá Landsverkfrøðingin- um, at møguliga fer hetta arbeiði í onkr- um av komandi vik- unum at ávirka ferðsluna, tí tað møguliga verður neyðugt at steingja tunnilin onkra nátt. Eftir at hava kann- að málið, vórðu vit tó víst til løgregluna í Runavík. Har varð sagt, at tunnilin hevði verið stongdur, tí ein grillbar skuldi flytast úr Gøtu til Eiðis. Tað var annars ikki bara at siga tað, at flyta grillvognin. Onkra staðni í tunnl- inum vóru bert fáir sentimetrar at geva av, og alt í alt tók tað okkur um ein tíma at koma ígjøgnum tunn- ilin. Stongdu tunnilin Borgarstjórin í Klaksvík heldur tað vera óskiljandi, at málsøki verða flutt á kommunurnar, uttan at hesar samstundis hava møguleika at nýta fleiri pengar til hesi Mynd: Jens Kr. Vang Á fundi í Ilulissat í Grønlandi í seinastu viku, varð skotið upp at umskipa ferða- vinnupolitikkin í útnorði. Ætlanin er at fáa einfaldari bygnað í vinnuna FERÐAVINNA Edvard Joensen Verða ferðaráðini og teir stovnarnir, sum umsita pengarnar í ferðavinnuni í Útnorði lagdir saman, verð- ur tað nógv einfaldari og lættari at reka ferðavinnu í økinum, sigur Stig Rømer Winther, stjórí grønlendska ferðaráðnum og formaður í Vestnorden Travel Board, sum er samtak av grøn- lendska, íslendska og før- oyska ferðaráðnum. – Grønland hevur nógv at bjóða ferðafólki, men vit hava ikki nóg mikið av pengum til at gera tað, vit fegin vilja innan ferðavinn- una, sigur Stig Rømer Winther. Pengarnir liggja aðrastaðni enn hjá ferða- ráðnum, Og rætt hevur grøn- lendski ferðavinnustjórin, er lætt at sanna, tá ein stendur á svalanum á Hotel Arctic beint uttan fyri sjálv- an Ilulissat bý og hyggur yvir á havnina og býin. Ferðslan er nógv inn og út úr havnini. Smáar jollur ferðast alla tíðina aftur og fram. Størri skip koma og fara. Fiskiskip og ferða- mannaskip. Og handan nesi fyri eystan liggja risastóru ísfjøllini, sum steðgað eru á eina løtu á veg út úr Ísfjørð- inum, har jøkulin hevur kálvað tey og sent tey sein- asta strekkið til havs á teirra kanska 100.000 ára longu ferð. Samanlegging Umframt tey trý ferðaráðini í Útnorði eru eisini aðrir felagsskapir, sum gera seg galdandi innan eitt nú ferðavinnu. Tað eru felgs- skapir, sum á fíggjarlógun- um hjá teimum ymsu lond- unum fáa pening avsettan, sum so aftur verður latin fólki, sum eftir umsókn ætlar undir eitthvørt tiltak í økinum. Ofta er talan um mentanarlig tiltøk, og mangan slíkt, sum hevur við sær ferðing millum londini. Høvdu vit kunnað fingið lagt hesar felagsskapir sam- an við ferðaráðunum í teimum trimum útnorður- londunum, hevði tað merkt, at vit høvdu einar tvær milliónir krónur eyka at ment ferðavinnuna við, sigur Stig Rømer Winther, stjóri í grønlendska ferða- ráðnum. Hann sigur, at tað eru millum annað um felags- skapirnir Samik og Fitur, hann hugsar um í hesum førinum. Samik er felagsskapur, sum Ísland og Grønland í felag standa fyri, meðan Fitur er samstarv millum Ísland og Føroyar, greiðir hann frá. Á fundi í Ilulissat, har millum onnur eisini lands- stýrismenninir við ferða- vinnu, Simon Olsen úr Grønlandi og Bjarni Djur- holm úr Føroyum, vóru hjá- staddir, skeyt Stig Rømer Winther upp, at gera hesa samanleggingina. Hann mælti til at feðraráðini og hesir báðir felagsskapirnir, Samik og Fitur, verða løgd saman í ein felagsskap. Tað hevur fleiri fyrimunir við sær, sigur hann. Eitt nú verður bara ein stjórn, sum ferðast minni enn tríggjar. Bara har eru pengar at spara, sigur Stig Rømer Winther. Og tað verður eisini nógv lættari at yvirskoða, hvørji tiltøk verða stuðla, tá alt er á sama borði, vísir hann á. Hann sigur, at uppskotið varð positivt móttikið av føroyingum. Bæði stjórin í Ferðaráðnum, Heri Nicl- asen, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, tóktust vera fyri tí, meðan íslend- ingar ikki tóku undir við tí, sigur grønlendski ferða- vinnustjórin. Bryggen og Hetland Eisini onnur nýhugsan hev- ur verið frammi á ferða- vinnustevnuni Vestnorden Travel Mart í Ilulissat. Eitt nú at leggja eina messu í København og at byggja samstarvið út til eisini at umfata hetlendsku ferða- vinnuna. Skotið er upp, sigur Stig Rømer Winther, at leggja ferðavinnustevnuna í København í 2003. Upp- skotið er komið úr Føroy- um, sigur hann. Hetta er sama ár, sum Norðuratlantiska Bryggjan, sum felagstiltakið har verð- ur nevnt, letur upp. Ætlanin er ikki at hava stevnurnar permanent í København, men bara royna tað hesa einu ferðina fyri fyrst. Tað kann hava nógvar fyrimunir við sær, væntar grønlendski ferðavinnu- stjórin, sum fær undirtøku frá fleiri teirra, sum luttøku á stevnuni í Ilulissat. Teir vísa á, at tað eigur at fara at verða lættari at fáa fólk á messuna, tí hon tá liggur nógv nærri til vanliga kundanum, sum fyri stóran part er europeari. Men tað er ikki bara undirtøka fyri hesum, sigur Stig Rømer Winther, hóast bæði føroyski og grøn- lenski ferðavinnustjórin taka undir við tí. So her man tíðin fara at vísa, hvussu leikur fer. Sjálvur sær hann stórar fyrimunir í at hava eina felags skrivstovu í Keyp- mannahavn, har londini kundu stuðla hvørjum øðr- um á mangan hátt, hóast fíggingin varð hildin hvør sær. Men ikki er líkt til, at hann fær undirtøku fyri hesum, væntar hann, tí hvørki føroyingar ella íslendingar tykjast hava tann øgiliga stóra áhugan fyri hesum. Eisini varð havt frammi at fara undir neyvari sam- starv við Hetlendsku ferða- vinnuna og møguliga fáa Hetland upp í útnorðursam- starvið. Eisini hetta er mál, sum komið er úr Føroyum og sum fer at gagna føroysku ferðavinnuni mest, um tað verður til nakað. Íslendingar fáa kanska eitt sindur burtur av, meðan tað als ikki kemur at ávirka grønlendsku ferðavinnuna, sigur grønlendski ferða- vinnustjórin, sum tó leggur dent á, at hann stuðlar upp- skotinum og fegin tekur undir við, at hetlendigar eisini koma upp í samstarv- ið. Skjóta upp at umskipa ferðavinnupolitikkin Grønlendski ferðavinnu- stjórin, Stig Rømer Winther, í miðjuni, skýtur upp broytingar í bygnaðinum í útnorður ferðavinnu- samstarvinum. Myndin er tikin á pressufundi í Ilulissat, har eisini íslendski feðravinnustjórin, Magnús Oddson, v.m. og føroyski ferðavinnustjórin, Heri Niclasen, h.m. luttóku Mynd: Edvard Joensen Veldugu ísfjøllini, ið eru sum heilar oyggjar til støddar, hugtaka ferðamannin, sum kemur til Grønlands Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6