mikudagur 11. februar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 29 - 11. februar 2009
Enn einaferð er ungdómstil-
takið Náttin er Ung á skránni,
og fyrireikararnar siga, at
tónleikaliga er tiltakið á sera
høgum støði.
Margarinfabrikkin og SSP-sam-
skipanin fara í komandi mánaði
at skipa fyri enn einum tónleika
tiltaki fyri ung undir heitinum
Náttin er Ung.
Tiltakið hevur frammanundan
verið sera væl umtókt, og
til undanfarnu konsert vóru
umleið 700 ung fólk til staðar.
Endamáli við hesum tónleika-
tiltøkum er, at ung skulu fáa
møguleikan at njóta tónleikin
uttan at verða rúsaði – ella rúsa
seg av tónleikinum.
Fyriskipararnar hava ment
um virksemið soleiðis, at tað
nú er ógjørligt at taka rúsdrek-
ka við inn á konsert økið, og
Bogi Andreassen heldur, at tey
ungu taka væl ímóti rúsfríða
tiltakinum
- Eg haldi, at tey ungu
veruliga taka undir við at hava
rúsfríð tiltøk, og tað eru tey í
veruleikanum noydd til, tí tey
verða útvíst frá økinum, um
tey eru sjónliga ávirkaði, sigur
hann.
Millum tey, ið fara at fram-
føra á Náttin er Ung tiltakinum
eru tríggir Underbeat Dj’arar,
Oriontree og Boys in a Band.
Tónleikur er ikki einasta tilboði,
ið tey ungu fáa hendan dagin
í mars. Fyrireikararnar siga, at
hoppiborg, tarvurin og slushice
skulu verða á økinum, soleiðis
at tey ungu ikki keða seg og fáa
hug at rúsa seg.
Tiltakið verður í Høllini á
Hálsi, og verður tað hildið 7.
mars.
Ov fáa tilboð til tey ungu
Bogi Andreassen heldur, at
ung undir 18 ár hava ov fáar
møguleikar í náttarlívinum,
og tískil er tað av alstórum
týdningi at Náttin er Ung
heldur fram. Neyðugt er at fáa
eina hugburðsbroyting millum
ung, soleiðis at tað fyri tey
gert natúrligt at verða rúsfríð í
vikuskiftunum.
SSP-samskipanin og eg.fo
verða eisini á staðnum, og
møguleiki verður hjá teimum
ungu at leita sær ráðgeving frá
teimum ymsu básunum.
- SSP-samskipanin og
Margarinfabrikkin umboða
sama aldursbólk, og tí er tað
natúrligt at vit royna at fáa eitt
samstarv í lag, soleiðis at vit
kunnu røkka einum so breiðum
skara av fólki sum gjørligt,
sigur Bogi Andreassen.
:r``UZQ^QZZ
QUZMRQ^AZS
Blogga:
:`_XMb_YU_Z`_XM
Nógv kjak hevur
verið seinastu
tíðina um rúsevnir
og annað, og tann
afturvendandi
spurningurin tykist
ikki verða svaraður:
Hvat er nýtsla, og
hvat er misnýtsla?
Havi spurt hendan
spurningin 100 ferðir
seinastu mánaðirnar,
men eingin vil
svara mær. Onkur tykist vita svarið, men vil fyri
Guds skyld ikki siga tað hart. Men altso, er tað
nakað, sum eitur nýtsla av hassj? Er øll nýtsla
misnýtsla? Ella ? Ja, tað er ólógligt. Men er tað
so skaðiligt, sum summi vilja verða við? Kanska,
eg veit heilt erligt ikki, men.....
Ein kanning hjá viðurkendum professarum úr
Bretlandi staðfestir, at cannabis er minni skaðiligt
enn til dømis rúsdrekka og tubbak. Cannabis
megnar enntá ikki at enda á top 10 listanum yvir
mest skaðilig evnir í heiminum.... So hví er ØLL
nýtsla av cannabis bólkað sum misnýtsla?
Ber tað til at roykja eina feita every once
in a while, uttan at verða ávirkaður av tí í
gerandisdegnum og kunna bólkast sum
misnýtari? Eg meini so við, at nógv fylla seg
við rúsdrekka vikuskifti aftaná vikuskifti, men
at roykja eina feita er heimsins undirgangur,
óansæð um tað er einaferð um mánaðin,
einaferð um árið ella bara einaferð. Ja, eg veit
tað er ólógligt, men um vit ganga út frá at lógir
eru mannagjørdar, og tískil ikki altíð 100 prosent
svarið uppá alt, so kundi eg hugsað mær at sett
spurnartekin við, hví summi lívsfarlig evnið eru
lóglig, góðtikin og nærmast viðmælt, meðan
onnur, sum í veruleikanum eru MINNI skaðilig,
eru bannað við lóg, og ekstremt hart revsað.....?
Eg eri ikki ein hassjari. Havi faktist aldrin
roynt hassj. Men eg undrist yvir, hví samfelagið
er soleiðis uppbygt, og hví vit aldrin vilja
endurskoða okkara lógarskipan. Ja, kanska skal
ALT verða bannað. Rúsdrekka, tubbak, cannabis
og alt annað sum kann rúsa okkum gemenu
menniskju. Men tað gitið eg er ljósár frá at
henda, so ístaðin fyri at hugsa í forðingum, so
kanska vit áttu at hugsa um at veruleikin kanska,
bara KANSKA ikki er soleiðis sum vit halda, vilja
og hava livað við forever.......
Sum ein non hassjari kann tað tykjast løgið,
at júst eg skal seta spurnartekin við hetta, men
orsøkin er sera einføld. Eg haldi tað er av sera
stórum týdningi, at vit tora at seta spurnartekin
við okkara lógir, ella rættari sagt, tað sum vit
hava mett at verða tann ævigi sannleikin. Eg
veit ikki um tað skal verða lógligt at roykja
hassj, og fyri so vítt haldi eg, at alt sum ger, at
vit missa kontrol á okkum sjálvum, er negativt.
Men hinvegin so haldi eg, at vit mugu grunda
okkara samfelag, okkara samfelagskjak og okkara
grundarlag á vitan. At velja at verða óvitandi er
undir øllum umstøðum ikki ein góð loysn, og
tá granskarar kring knøttin eru samdir um, at
rúsdrekka er vandameiri enn cannbis, so kanska,
bara kanska, skulu vit til at endurskoða okkara
æviga sannleika.......