mikudagur 11. februar 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 29 - 11. februar 2009
Stríðið um nógv
umrøddu uppsagn
irnar í Kringvarpin
um harðnar. Starvs
mannafelagið ætlar at
klaga, men tvídráttur
hevur tikið seg um,
hvagar klagan skal
sendast
Uppsagnir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Síðsta orðið um illa um
stríddu
uppsagnirnar
í
Kringvarpinum beint eftir
nýggjár, ikki sagt enn.
Men nú verður málið lyft
upp á eitt hægri stig.
Í hesum sambandi hevur
Starvsmannafelagið
gjørt
av at klaga leiðsluna í Kring
varpinum.
Men trupulleikin er bara,
at Starvsmannafelagið veit
ikki, hvagar tað skal senda
apuna.
Støðan er tann, at tvídrátt
ur er um, hvør er tann rætti
kærumyndugleikin.
Stýrið fyri Kringvarpið
hevur boðað okkum frá, at
møguligar
kærur
skulu
sendast til mentamálaráðið,
sigur Selma Ellingsgaard,
forkvinna í Starvsmanna
felagnum.
Men tað er Mentamála
ráðið ikki samgt um.
Mentamálaráðið hevur
boðað frá, at tað er stýrið
fyri Kringvarpið, sum er
rætti kærumyndugleiki.
Selma Ellingsgaard sigur,
at hesa seinastu tíðina hava
tey roynt at fingið greiðu á,
hvat tey skulu skriva uttan á
brævbjálvan við kæruni.
Tað er eitt mál vit arbeiða
við og so skjótt, vit hava
funnið útav, hvagar kæran
skal sendast, verður hon
send, leggur hon afturat.
Til fánýtis
Beint eftir nýggjár vórðu
átta fólk uppsøgd í Kring
varpinum.
Men Starvsmannafelagið,
sum er fakfelagið hjá sjey
av teimum átta uppsøgdu
starvsfólkunum í Kringvarp
inum, hevur hvørki viljað
góðtikið uppsagnirnar ella
tær mannagongdir, sum
Kringvarpið brúkti í sam
bandi við tær.
Starvsmannafelagið
royndi alla tíðina at fáa
leiðsluna í Kringvarpinum
at taka uppsagnirnar aftur,
tí mett varð ikki, at grund
arlag var fyri teimum.
Samstundis gjørdi felagið
greitt, at tað fór ikki at
sleppa málinum.
Men tað var til fánýtis og
uppsagnirnar vórðu settar í
verk.
Men Starvsmannafelagið
hevur vil framvegis ikki
lata sær hetta lynda.
Vit góðtaka ikki upp
sagnirnar og tí hava vit
klaga leiðsluna í Kringvarp
inum, sigur Selma Ellings
gaard.
Onki grundarlag
Selma Ellingsgaard staðfest
ir, at Starvsmannafelagið er
framvegis klettafast í síni
sannføring um, at onki
grundarlag er fyri Starvs
mannafelagnum.
Hon hevur eisini áður
sagt, at hon er beinleiðis
skelkað av framferðini hjá
leiðsluni í Kringvarpinum.
Kringvarpið hevur ført
fram, at uppsagnirnar eru
neyðugar fyri at spara, men
okkara
áskoðan
er,
at
uppsagnartíðin er so long,
at lítil og ongin sparing
stendst av uppsagnunum.
Og samstundis, sum átta
fólk eru søgd úr starvi, hev
ur Kringvarpið sett nýggj
fólk í starv og talan er um
minst tvey fólk, sum eru
sett í starv, samstundis sum
um at uppsagnir vórðu fyri
reikaðar og settar í verk.
Tað er ein andsøgn í sær
sjálvum,
sigur
Selma
Ellingsgaard.
Brotið mannagongdir
Starvsmannafelagið er eis
ini av teirri áskoðan, at
Kringvarpið hevur ikki hild
ið seg til ásettar manna
gongdir, hvørki tá ið størv
vórðu sett, ella tá ið upp
sagnir vórðu settar í verk.
Vit halda, at Kringvarpið
onki hevur gjørt fyri at vita
um tað bar til at sleppa und
an uppsagnum við at bjóða
fólki at arbeiða parttíð ella
við at gagnnýta ásetingarnar
í eldrapolitikkinum í sátt
málanum.
Talan kann eisini verða
um nátúrliga frágongd í ein
um ári.
Men tá ið nýggj fólk sam
stundis eru sett í starv, varð
okkurt av størvunum ikki
lýst leyst yvirhøvur, sum
øll almenn starv skulu.
Og eitt av størvunum var
bara lýst á heimasíðuni hjá
Kringvarpinum
og
tað
heldur Starvsmannafelagið
ikki er nøktandi.
Treytin er, at øll størv
skulu lýsast leys og tí halda
vit, at tað er sáttmálabrot,
tá ið eitt starv bara er lýst á
heimasíðuni hjá Kringvarp
inum.
Tað er eisini sáttmálabrot
og brot á almenna setanar
politikkin, at álitisfólkið á
stovninum ikki hevur fingið
málið til ummælis og skal
vera við í setanarbólkinum.
Samstundis
tvíheldur
Starvsmannafelagið um, at
Kringvarpið setti uppsagn
irnar í verk, áðrenn freistin
var úti og áðrenn Starvs
mannfelagið hevði fingið
innlit í tey viðurskifti, sum
innlit varð biðið um.
Eitt krav frá Starvsmanna
felagnum hevur verið, at
onkur av teimum nýggju
størvunum, sum eru sett,
verða ógildað.
Men Selma Ellingsgaard
ásannar, at tað verður tór
ført, nú fólkini eru sett í
starv.
Tað er heldur ikki
ábyrgdin hjá starvsfólkun
um, at tey eru sett í starv.
Tað er ein trupulleiki, sum
Kringvarpið
eigur. Tað,
sum vit fyrst og fremst
hugsa um, er at fáa uppsagn
irnar ógildaðar.
Hon hevur onga viðmerk
ing til, hvat fer at henda,
skuldi
Helena
Dam
á
Neystabø ikki givið Starvs
mannafelagnum viðhald.
Góðtekur landsstýris
kvinnan uppsagnirnar og
framferðina hjá leiðsluni
hava vit eina nýggja støðu,
sum vit taka til viðgerðar tá.
Men áður hava tey nevnt
møguleikan fyri at stevna
Kringvarpinum, men ein
annar møguleiki er eisini at
leggja málið fyri Løgtings
ins Umboðsmann.
Leiðslan í Kringvarpinum
hevur ikki viljað sagt so
nógv um uppsagnirnar av tí,
at talan er um persónsmál.
Men Annika Mittún Jacob
sen stjóri, hevur alla tíðina
ført fram, at einasta orsøk til
uppsagnirnar eru sparingar
og at allar mannagongdir
eru fylgdar út í æsir.
Starvsmannafelagið veit ikki
hvagar apan skal sendast
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, er framvegis klettaføst í síni trúgv upp á, at onki høpi er í hóp-
uppsagnunum í Kringvarpinum herfyri og tí fer Starvsmannafelagið nú at klagað Kringvarpið fyri ovasta myndugleika
Fríggja til Khader
Síðani Naser Khader fór úr Ny Alliance, hevur hann verið
heima hjá Brian Mikkelsen, løgmálaráðharra, og har skal
hann hava fingið tilboð um at koma upp í Konservativa
Fólkaflokkin, sum løgmálaráðharrin er úr. Tað skrivar
Ekstrablaðið. Naser Khader váttar, at Konservativi
Fólkaflokkurin hevur tosað við seg, men leggur afturat, at
tað er vist bara Eindarlistin, sum ikki hevur vent sær til
hansara. Tá Naser Khader fór úr Ny Alliance tann 7.
januar, segði hann, at innan ein mánað skuldi hann finna
sær annan flokk.
Kunnu útflyta kelduvatn
Grønlendska landsstýrið hevur nú givið fyritøkuni
Greenland Spring Water ApS loyvi til at útflyta kelduvatn úr
Qeqertarsuaq. Sostatt eru øll neyðug loyvi fingin, og um
stutta tíð verður grønlendskt kelduvatn at fáa á
heimamarknaðinum, sigur kringvarpið KNR. Greenland
Spring Water ApS fekk loyvi til at taka kelduvatn fyri
trimum árum síðani og trý ár til at kanna
marknaðarmøguleikarnar. Kanningarnar hava víst, at
sølumøguleikarnir eru góðir. Harafturat fer virkið at geva
nøkur arbeiðspláss.