mikudagur 11. februar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 29 - 11. februar 2009
Arbeiðið at útbyggja
bátahylin í Hvalvík
líður sera væl. Tá
arbeiðið verður
liðugt, verður pláss
fyri einum 30 bátum
afturat í bátahylinum
Útbygging
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Síðan í heyst hevur verið
arbeitt við at leggja ein
verjugarð uttan um sunnara
partin av bátahylinum í
Hvalvík.
Orsøkin
til
arbeiðið er, at sera ófriðar
ligt hevur verið í bátahyli
num í ymsum ættum, ser
liga tá hann hevur ligið av
landnyrðingi.
Verjugarðurin fer at gera,
at bátarnir kunnu liggja
tryggir har alt árið. Haraftur
at verður pláss fyri einum
30 bátum afturat í bátahyli
num, tá arbeiðið er liðugt.
Grót frá SEV
Stutt frá Hvalvík liggur
Norðskálatunnilin, og har
arbeiðir SEV í løtuni við
Eiði 2 verkætlanini, har teir
bora frá tunnilsmunnanum
við Norðskála og norður til
Svínáir. Eisini verður seinni
borað suður til Selatraðar,
so mekira vatn fæst til Eiði
verkið við Ljósáir. Tað eru
sera stórar mongdir av
gróti, ið koma burturúr
hesum arbeiði, og hetta
hevur Sunda Kommuna
fingið sum mest burturúr.
Sunda Kommuna hevur
gjørt avtalu við SEV um at
taka móti 100.000 tonsum
av gróti, sum umframt til
bátahylin í Hvalvík, eisini
verður nýtt til havnaløgini í
Hvalvík og á Oyri.
Arbeiðið at gera verjugarð
uttanum bátahylin í Hvalvík
líður sera væl, og er hann um
at verða liðugur. Nú liggja
bátarnir væl í øllum ættum
Mynd: Jens Kr. Vang
Útbyggja bátahylin í Hvalvík