mikudagur 11. februar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 29 - 11. februar 2009
Tveir ungir menn
vórðu í Føroya Rætti
í dag dømdir treytaða
fongsulsrevsing fyri
at hava verið við í
einum hópslagsmáli
ein junimorgun í fjør.
Grundarlagið var so
ótrygt, at dómarin
valdi ikki at áseta
nakra revsing, men
bert eina eitt ára
royndartíð
RÆTTURIN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað, sum byrjaði við einari
forhánisligari
viðmerking
um orange hár, endaði í hóp
slagsmálið, har millum fimm
og tíggju føroyskir unglingar
hevndu seg inn á tveir
javnaldrandi íslendingar.
Nógv ungfólk høvdu ver
ið í býnum hetta fríggja
kvøldið, og tíðliga leygar
morgun savnaðust mong
saman í Steinatúni, summi
fyri at finna sær ein hýru
vogn at koyra seg til hús,
onnur fyri at keypa sær ein
bita at eta, áðrenn leiðin
gekk heim undir dýnuna.
Uttan fyri kioskina hjá
Náttarravnunum hitti annar
ákærdi ein vinmann, sum
hann fall í prát við. Ein
viðmerking um orange hár
hjá einum øðrum vinmanni
fekk teir báðar upp at
kjakast, og ein íslendingur,
sum hevði verið í býnum
saman við bróðuri sínum
og einum føroyskum pari,
vildi leggja seg ímillum, og
sveiggjaði
við
mati
framman
fyri
teimum
báðum, sum irriteraðust av
hesum. Ákærdi skumpaði
ella slegði íslendingin, sum
so slegði aftur. Og eftir
hetta er eitt sindur ógreitt,
hvat í veruleikanum hendi.
Men tað tykist í hvussu
er greitt, at bróður hendan
íslendingin legði seg út í
ósemjuna, og tað kom at
ganga álvarsliga út yvir
hann, hóast hann verður um
røddur sum stórur maður,
minst tveir metrar langur.
Sorlaður sundur
Hendan ósemjan útviklaði
seg til hópslagsmál, sum
flutti seg frá Náttarravnunum
niðan omanfyri kioskina í
Steinatúni. Og sambært
vitnunum legðist nú álvars
liga aftrat við føroyskum
ungdómi, sum vildi verða
við til at hølva hendan
íslendingin av.
Eitt vinti metti, at talan var
um einar fimma dreingir,
sum løgdu eftir hesum eina
íslendinginum, meðan eitt
annað vitni helt, at talan í
minsta lagi var um tíggju og
kanska enntá so nógvar sum
tjúgu unglingar, sum allir
vóru líka góðir um at sláa
hendan eina íslendingin.
Parið, sum fylgdist við
íslendingunum, helt seg tó
eitt sindur í bakgrundini,
men drongurin segði seg
síggja, hvussu føroyingarnir
bukaðu íslendingin, og at
hesin stóð uppi meginpartin
av tíðini.
Gentan hinvegin helt, at
íslendingurin mátti liggja
niðri, tí hon sá hann ikki,
og tað hevði hon gjørt, um
hann stóð uppi.
Bæði vitnini vóru tó
samd um, at tá tey komnu
til bukaða íslendingin, var
hann illa viðfarin og bløddi
úr nøsini og munninum, um
framt aðrastaðni í andliti
num. Somuleiðis var hann
bæði bláur og reyður um alt
andlitið, og ein seinni
læknakanning vísti eisini,
at hann hevði fingið skaða í
andlitið.
Ikki nøktandi prógv
Ein onnur váttan frá einum
tannlækna staðfesti, at hin
íslendingurin hevði brotið
eina tonn, og tað var tí
greitt, at harðskapur var
framdur hendan summar
morgunin. Men hvør hevði
sligið avgerandi slagið móti
hesum íslendinginum og
hvør hevði forvolt hinum
nógvu skaðarnar í andliti
num, metti dómarin var
ikki til at siga.
So hóast ákærin, Finn
Ougaard, kravdi teir báðar
ákærdu
dømdar
eftir
ákæruritinum, og mælti til
eina revsing upp á 30 til 50
dagar fongsul – tó læt hann
upp til dómaran at gera av,
um revsingin skuldi verða
treytað ella treytaleys – so
metti dómarin ikki, at
prógvini vóru av slíkum
slag, at teir ákærdu kundu
dømast eftir ákæruritinum.
Verjin hjá tí yngra ákærda
– einum 19 ára gomlum –
Fríða Patursson, metti ikki,
at klientur sín kundi dømast
so sum ákærin kravdi, og
um rætturin kortini fann
ákærda sekan, kundi talan í
strangasta føri gerast um
treytaða revsing.
Verjin hjá tí 22 ára gamla,
sum eisini er bróður til
yngra mannin, Petur Even
Djurhuus, helt ikki, at
klientur hansara á nakran
hátt var sekur í ákærunum,
og kravdi tí frídøming í
málinum.
Dómarin, Henrik Møller,
gav partvís verjunum rætt.
Hann
metti
ikki,
at
grundarlag var fyri at døma
teir báðar ákærdu eftir
ákæruritinum, tí óvissa um,
hvør hevði gjørt hvat, var
so stór. So báðir sluppu við
einum treytaðum dómi og
eitt ára royndartíð. Dómarin
valdi somuleiðis ikki at
útmála nakra revsing, so
teir báðir sluppu so væl,
sum teir kundu vónað.
Hvørki ákærin ella teir
báðir
ákærdu
stevndu
dómin inn fyri hægri rætt.
Í Føroya Rætti í gjár
var eisini eitt mál um
brot á ferðslulógina
viðgjørt. Ákærdi
var hin sami, sum
eisini stóð ákærdur
fyri harðskap; hann
noktaði seg sekan,
og vitnið, sum var
innkallað, tók sínar
frágreiðingar til løg
regluna aftur, og so
mátti málið útsetast
RÆTTURIN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eina snøgga viku eftir, at
19 ára gamli maðurin hevði
verið við í einum hópslags
máli í miðbýnum í Havn,
var hann aftur ákærdur,
hesaferð fyri at hava koyrt
bil ávirkaður og við ongum
koyrikorti.
Í Føroya Rætti í gjár nokt
aði hann seg sekan og segði,
at hann hevði sitið við síð
una av førarasetrinum, og
tað einasta hann hevði gjørt
var, at traðka beinið yvir um
og trýst á speedaran, meðan
bilurin stóð stillur í fríkervi.
Saman við trimum øðrum
var hann farin biltúr náttina
21. juni og vóru teir endaðir
á Gomlurætt. Har var bil
førarin farin úr bilinum fyri
at kasta sær av vatninum,
og tá var tað, at hin ákærdi
hevði trýst á speedaran.
Ein annar, sum eisini var
við í bilinum, hevði annars
greitt løgregluni frá, at hin
ákærdi
hevði
koyrt
á
Gomlurætt í einar tveir min
uttir. Hesa frágreiðing gav
hann løgregluni dagin eftir
hendingina og hesa somu
frágreiðing staðfesti hann
aftur fyri løgregluni í einari
telefonsamrøðu 11. august.
Ógreiða tykist vera um,
hvør koyrdi bilin, tá teir
fóru aftur av Gomlurætt. Tá
kom ferðin heilt upp á 200
km/tíman, og tað endaði
við, at bilurin fór út av vegn
um og fórst ógvuliga illa.
Teir fýra ungu menninir,
sum vóru í bilinum, sluppu
kortini
snikkaleysir
frá
hendingini, men blóðroynd
ir vístu, at bæði ákærdi og
vitnið høvdu drukkið.
Í rættinum tók vitnið
aftur frágreiðingar sínar til
løgregluna, bæði hana hann
gav dagin eftir, og hana
hann gav 11. august. Í
rættinum segði vitnið, at
hann helst hevði mistikið
seg tá hann hevði sagt, at
ákærdi koyrdi bilin.
Tá hetta vitnið nú hevði
broytt frágreiðing, kravdi
ákærin, at málið varð útsett,
og at bilførarin, sum hevði
koyrt bilin á Gomlurætt, og
sum eisini hevði givið
frágreiðing til løgregluna,
varð kallaður inn sum vitni
í málinum.
Enn er ikki greitt, nær
málið kemur fyri aftur í
Føroya Rætti.
Treytað revsing fyri hópslagsmál
Minnist – minnist ikki
Annar íslendingurin bløddi úr
munni og nøs og var bláur og
reyður um alt andlitið, meðan
bróðurin breyt eina tonn
Modellmynd
Kadima vann við einum
Í Ísrael er flokkurin Kadima hjá Tzipi Livni, uttanríkisráðharra størstur aftan á valið í gjár. Flokkurin fekk 28 umboð í
Knesset. Men sigurin var sera tepur, tí flokkurin Likud hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu fekk 27
tinglimir. Tað merkir, at Kadima misti ein tinglim, meðan tingmanningin hjá Likud er meiri enn tvífaldað. Høgraflokkurin
Israel Beitenu hevur fingið 15 sessir í Knesset, og Arbeiðaraflokkurin, sum fekk eitt sera vánaligt fekkl, hevur fingið 13
tinglimir. Flokkurin hevði 18 frammanundan, og nú verður gitt, at formaðurin, Ehud Barak, noyðist frá. Bæði Tzipi Livni
og Benjamin Netanyahu søgdu seg í nátt hava vunnið valið. Tzipi Livni vildi vera við, at veljararnir høvdu valt Kadima til
at standa á odda fyri teirri næstu stjórnini. Netanyahu segði harafturímóti, at hansara flokkur hevði fingið so stóra
framgongd, at tað var eitt týðiligt tekin um, hvønn veljararnir vildu hava. Danski Miðeystureygleiðarin Peter Seeberg
heldur tað vera mest sannlíkt, at Ísrael fær eina breiða samgongustjórn við Kadima og Likud og kanska eisini
Arbeiðaraflokkinum.