Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 29 - 11. februar 2009 Føroya Bjór, ið er einasta virkna bryggjarí í landinum, kann ikki liva við uppskotinum hjá landinum, um at loyva teimum at bryggja sterkt øl, tí tað hevur við sær, at teir ikki kunnu selja úr sínum egnu goymslum Sterkt øl Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað er soleiðis, at tað er stórur munur á, hvussu nógvan pening eitt bryggjarí vinnur, tá tey selja øl til rús­ una, og tá tey selja úr egnari goymslu. Í uppskotinum hjá Jóhan Dahl, viðvíkjandi sterkum øli, stendur, at bryggjaríini bert kunnu selja sterkt øl til rúsuna og ikki beinleiðis til brúkaran. Hetta er orsøkin til, at Føroya Bjór koyrdi tumm­ ilin niður, tá fyritøkan fekk hoyringsskriv frá Landsstýr­ inum. – Fyriliggjandi uppskot, gevur okkum loyvi til hetta, men noktar okkum sam­ stundis at selja ølið, meðan okkara øl og útlendsk pro­ duktir kunna seljast í einkarsøluni, skrivar Føroya Bjór í hoyringsskrivinum. Víðari stendur at fyritøkan als ikki kann liva við upp­ skotinum í verandi líki. Fólkheilsuráðið forpurrar Sambært Føroya Bjór, er orsøkin til hesar treytir í lóg­ aruppskotinum, at Fólka­ heilsuráðið hevur havt nógv at siga í lógarsmíðnum. – Vit taka als ikki undir við tilráðingunum frá Fólkaheilsuráðnum har “availability/atkomulig­ heit” er lyklaorðið. Eftir teirra sjónarmiði er tað út­ sølurnar hjá bryggjaríunum, sum fáa fólk at drekka. Á bryggjaríútsøluni kannst tú bert keypa øl, meðan tú í Einkarsøluni kanst keypa rúsdrekka upp til 60 %, hvar er logikkurin, spyr Før­ oya Bjór. Sum somuleiðis heldur tað vera løgið, at ein fyritøka ikki skal kunna selja sínar egnu vørur til brúkaran. Um stutta tíð verður eitt uppskot lagt fyri Løgtingið, um at bryggja sterkt øl í Føroyum. Ymisk­ ar meiningar eru í flokkunum, men Jóhan Dahl, lands­ stýrismaður við vinnumálum, er positivur Sterkt øl Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í løtuni er uppskot til við­ gerðar hjá ymisku flokkun­ um um at loyva føroyskum bryggjarum at bryggja øl, ið er sterkari enn 5,8 prosent av alkoholi. – Vit hava lagað uppskot­ ið soleiðis, at tað er møgu­ leiki at fáa tað ígjøgnum, sigur Jóhan Dahl, sum ong­ antíð hevur dult, at hann heldur tað vera løgið, at vinnan í Føroyum ikki kann gera løgir, ið kunnu inn­ flytast til landið. Til hoyringar Uppskotið er í løtuni til hoyringar hjá ymisku flokk­ unum í samgonguni. Sum hevur ongin av hesum flokkum eina felagsstøðu, men Jóhan Dahl er bjart­ skygdur. – Vit valdu vara at hava ølið við, tí hetta er tað, mann kann rokna við at fáa ígjøgnum við verandi sam­ gongu, vit skulu síðani umrøða hetta á samgongu­ fundi í komandi viku, og so taka vit tað harfrá, sigur Jóhan Dahl. Ávirkar ikki nýtsluna Jóhan Dahl er somuleiðis av tí fatan, at hetta uppskotið ikki fer at skaða fólkaheils­ una. – Skulu vit fyribyrgja, so er tað við upplýsandi til­ farið og við atkomumøgu­ leikunum, vit skulu gera nakað. Tað er ikki meining­ in, at vit skulu gera atkomu­ møguleikan størri. Hetta er eitt reint vinnupolitiskt mál, sigur Jóhan Dahl, sum í uppskotinum eisini leggur upp til, at tað ikki er ætlanin, at føroysk bryggjarí skulu selja sterkt øl úr sínum egnu goymslum. Tað er Fólka­ heilsuráðið, ið er komið við hesi tilráðing, sum merkir, at vanliga ølið eisini í fram­ tíðini verður selt beinleiðis av bryggjaríunum, men sterka ølið skal seljast gjøgnum rúsdrekkasølu landsins. Føroya Bjór er ímóti sterkum øli Sterkt øl á tingborð Føroya Bjór sær tað ikki sum nakran fyrimun, um fyritøkan sleppur at bryggja sterkt øl, um tað samstundis merkir, at tað bert skal útflytast og seljast í Rúsdrekkasølu Landsins Nú kemur sterkt øl á Tingsins røðarapall. Nógvar ymiskar meiningar eru um hetta í samfelag­ num, og soleiðis er eisini á Løgtingi Bumbur í Kabul Minst 19 fólk doyðu, og minst 54 vórðu særd, tá Taliban søkti at trimum stjórnarhúsum í afghanska høvuðsstaðnum Kabul í morgun. Embætismenn og eygnavitni siga, at tveir sjálvmorðsbumbumenn søktu at skrivstovuni hjá fongsulsstýrinum. Í tí triðja førinum royndi ein sjálvmorðsbumbumaður at søkja at innanríkisráðnum, men trygdarmenn skutu hann. Spreingievnið, sum maðurin hevði uppi á sær, brast kortini. Eygleiðarar halda, at Taliban ger um seg, nú amerikanski sendimaðurin Richard Holbrooke er á vitjan í Afghanistan. Til reiðar at tosa Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, sigur nú, at hann er til reiðar at samráðast við stjórnina í USA. Tað segði hann í sambandi við, at Iran í gjár hátíðarhelt 30 ára dagin fyri kollveltingina. Barrack Obama, forseti, hevur sagt, at hann er sinnaður at skifta orð við iransku leiðsluna, og tað vóru hesi orðini, sum fingu afturljóð í Teheran í gjár. Mahmoud Ahmadinejad segði, at Iran er fegið um tað nýggja amerikanska stigið, um so er, at tað er meint í álvara. Hann legði afturat, at hann er til reiðar at tosa við leiðsluna í Washington.